hósdagur 9. oktober 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
16
ímyndir og
sjálvsmynd
okkara
myndin av Norði og av Norðanlondum er
broytt fleiri ferð gjøgnum søguna. Hetta
hevur haft beinleiðis ávirkan á hvussu
onnur hava ímynda føroyingar, ið fekk
týdning í mun hvussu vit komu at menna
okkara tjóðskaparliga samleika gjøgnum
søguna. Men hvussu sóu evroperarar t.d. Føroyar
eitt nú miðskeiðis í 19indu øld? Hví vóru føroyingar
ofta ímyndaði sum livandi í einum tíðarlumma mitt
í náttúruni sum eitt eksotiskt víkingafólkaslagið?
Hvussu hava vit umsitið hesar ímyndir og hvussu
ávirka tær okkum enn bæði innan ferðafólkalýsingar
og branding?
Í tíðini undan upplýsingini var ímyndin av
Føroyum og av føroyska samleikanum ikki serliga
greið, tí alt økið var sætt sum afturstandandi og lýst
sum myrkt og dystopiskt. Tó vóru glottar í ímyndini
av føroyingum, sum her í 1614 hjá kenda norska
søgumanninum Peder Claussøn Friis (1545-1614):
»...Der boe (…) forstandige oc skickelige Folck…«.
Ímyndin av føroyingum, sum hon varð sett fram
innan upplýsingartíðina hevði kontrastir. Føroyingar
vóru sæddir sum simpul, hetta finna vit eitt nú
hjá Thomas Tarnovius (? 1640-1683?) og hjá Lucas
Debes (1623-1675), men eisini sum rík og vird sum hjá
Friis; løtt av sinnið og óføra vinarlig, sum hjá norska
Absalon Pedersøn Beyer (1528-1575); merkisverdiga
vinarlig sum hjá dananum Peter Hansen Resen (1625-
1688). Fyri at draga saman um, so var ikki hend ein
krystallisering av einum tanka um tað nationala enn í
hesi tíðini, hetta var enn nakað sum skuldi koma.
Fýra ímyndir av Norði
Men fyrst er neyðugt at taka tað við, at tað eru fýra
fasur av ímyndum av Norður. Hin fyrra var ávirka av
mytuni um Ultima Thule, ið er sum hon um Avalon
og Atlantis. Grikkar sóu Norður sum bæði knýtt til
Apollon og til helheim. Av hesum kemur ein tvístøða,
at Norður bæði var eitt myrkt stað, men eisini eitt
staður við eydnuríkum folkum. Hesi vóru rópt
Hyperborearar, tey vóru tríggjar metrar høg og mintu
um hestar. Sjálvt um lærdir norðurlendingar royndu
at broyta hesa neiligu ímynd var lítið at gera.
Næsta fasan byrjar í 18indu øld, har neiliga
ímyndin av Norðurlondum fær kapping av einari
meiri jaligari ímynd. Franska lærda kvinann
Madamme de Stael (1766–1817) sá at fólkini í Norði
høvdu hugflog og vóru melankolsk. Triða fasan av
ímyndini hjá Norði kom tí at gerðast meiri utopisk
og vardi tað mesta av 19indu øld. Ein tilbiðan av
norðurlenskari gudalæru og »urgermanskum« søgum
og skaldskapi tók seg fram um alt Evropa. Kendu
hetjurnar Sjúrður og sjálvt Sigmund og Tróndur frá
Føroya Søgu gjørdust hvørmansogn í Evropa.
Teir uppfunnu víkingarnar
Í 1837 fanst t.d. orðið »víkingur« stórt sæð ikki og slett
ikki sum vit kenna tað í dag, men longu í 1849 høvdu
viktorianarnir skriva meiri enn 36 bøkur um víkingar.
Ferðandi fóru á pílagrímsferð til Íslands, ið varð hildið
at vera sum eitt Hellas. Hvat ikki er so kent er, at
ein stóru partur av hesum ferðandi eisini komu til
Føroyar.
Tað sum bæði týsk, fronsk og ensk
ferðandi høvdu við sær í skjáttuni
var ein hugmyndafrøði, sum vit rópa
historicisma og tað sum á enskum
eitur »Medievalism« ella miðaldrar
dyrkan t.e. ein heilt serlig dyrkan
og endurskapan av miðøldini, har
hesi brúka av hesi tíðni til at byggja
egnar tjóðir. Hetta síggja vit frá
Richard Wagnersa operaum, sum t.d.
»Ringurin« til J.R. Tolkiensa »Ringana Harri« og til
okkara dyrkan av Sjúrðakvæðunum.
Spakuliga koma norðurlendingar og tí eisini
føroyingar at síggja seg sjálvi í eygunum hjá teimum
sunnanifrá, hóðast spegilin mest speglaði eina
historisistiska miðaldrardyrkan og tað vit kunnu rópa
víkinga ekotismu.
At yvirtaka sína egna imynd
Fjórða fasan av ímyndini hjá Norði kunnu vit kalla
modernisma. Her megnaði Norður spakuliga at
yvirtaka sína egnu ímynd og at gera hana til eina
sjálvsmynd. Her hugsa vit ofta um endan á 19indu
øld og byrjanina av 20indu øld. Stór framstig hendu
innan byggilist, sniðgeving og skaldskap frá Ibsen
til Brandes. Enn einaferð kom heimurin at leita sær
til Norðurlond, men hesuferð fyri at kunna seg um
eina nýggja mentan og hendan viðurkenning broytti
sjálvmyndina hjá flestu londunum í Norðanlondum, ið
heldur sær enn við ikonum frá LEGO, NOMA til IKEA.
Samleikar eru ikki upprunaligir, men tengdir
at viðurkenning meiri enn nakað annað. Vit síggi
Lyndiseykennini á fólkinum eru soleiðis at
hóðast teirra liviháttur er eymerktur av
einfeldni, so eru tey vinalig og gestablíð
Kim Simonsen
Evropeiskar
Í
Encyclopædia Britannica um Føroyar, 1824