hósdagur 9. oktober 2014síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
17
okkum í mun til hini. Í 19indi øld varð ein serlig
sjálvsmynd skapt og í hesi sjálvsmynd spældu m.a.
bókmentir og mentan ein nýggjan leiklut. Føroyska
sjálvsmyndin kom soleiðis ikki úr ongum, men var
ávirkað av ímyndum, ið framkomu av føroyingum og
tí føroyska, tað gjørdist t.d. týðandi at kunna ímynda
landið og landslagið sum nakað tjóðskaparligt har
ikonografiskir formar vóru brúktir. Landslagsmyndir
komu at tengja tjóðskap saman við hetta at skapa ein
samleika.
Eksotiski føroyingurin
Hóast ferðandi í 19indu øld høvdu jaligar ímyndir av
føroyingum, so sóu tey fólkið sum okkurt eksotisk.
Her síggja vit eina glorifisering av fólkum sum man
helt livdu ósek, rein ella autentisk lív nær náttúruni.
Men enn var Evropa í miðuni av modernitetinum
og stóð fyri framburði og siðmenning, meðan onnur
kundu umboða eina eldri – og kanska mista – ímynd
av hvussu alt var áðrenn modernitetin. Tað ekotiska
er tí ein eurosentrisk ímynd.
Náttúran varð eisini romantiserað, meðan ferðandi
og føroyingar sjálvir høvdu eina milda ella týðuliga
andstygd fyri høvuðstaðinum Tórshavn, ið skjótt víst
tekin um modernað lív. Tað var hetta sum ikki var í
trá við eksotismuna hjá teimum ferðandi. Enn er tað
soleiðis nakað sum enn ger seg galdandi tá DR sendir
eina sending um Føroyar kallað Horisont í 2013, ið
kom at øsa føroyingar tí eitt nú Havnin ikki var við.
Skotin Robert Chambers tók til í 1856 um havnarfólk:
»…kvinnur og børn sum lúra eftir okkum gjøgnum
hurðar eru sera ódámlig at líta at. (…)«. Lukturin av
fisku, deyðum hvalum í
teimum smølu gøtunum
í Havn. Harbaldna lívið í
roykfyltum húsum í smáum
bygdum gjørdi at ferðahøv
undar høvdu torført við at
fóta sær sosialt mangan.
Gloymda landið
Føroyar fekk eina ímynd sum nærum farið í gloymsk
una. Tað var hendan eksotisman, ið spakuliga kom at
loypa inn í føroysku sjálvsmyndina.
Enski designarin og høvundin William Morris
kom t.d. til Føroyar í 1871, har hann tók til: »Eg helt
tað vera (…) meiri fjarskotið og melankolskt enn eg
kann siga frá ()« Við at hálova ímyndini av tí sum var
»afturstandandi« ella »seinkað«, komu bæði Morris og
tey sunnan at romantisera eina mentan av »livandi
fossilum« sum livdu í vøkrum landsløgum. Tað var
einamest henda ímyndin (um ikki beinleiðis frá
Morris), ið fólkini í Norði og í Føroyum komu at brúka
í teirra egnu sjálvmyndum.
Føroyska sjálvsmyndin var
soleiðis skapt av at brúka eina
evrosentriska romantisering
av at vera ein sokallaður
tiðarlummi – eitt land ella
eitt »Shire« uttananfyri tíð
og modernitet. Soleiðis fingu
Føroyar eina ímynd, ið vit
kundu brúka til at lokka onnur
at vitja okkum. Eksotisman
gjørdist til sjálveksotismu.
Sjálveksotiski tankin er enn ein sterkur partur av
okkara sjálvsmynd, list og mentan.
»Postkort Føroyar«
Tað sum modernaðir nation-branding serfrøðingurar
siga er føroyskt vísir seg ofta meinlíkt ímyndunum,
ið ferðandi í 19indu øld komu fram við, her hava
tey bara sett listafólk út í náttúruna. Vit síggja enn
romantiska sambandið millum ímyndina av náttúruni
og samleikanum hjá føroyingum. Í øðrum lýsingum
siga tey Føroyar vera »órørdar av tíðini«. Sjálv
eksotiska ímyndin
sær ósek, út, men
hon er eisini skaðilig
fyri okkum, tí hon
fastheldur okkum
sum afturstand
andi, serliga tí
modernaðu Føroyar
eru alt annað, men
eitt lítið spennandi,
modernað, hipt og
smart land sum
hevur alt hvat man
kann droyma um av
t.d. mentan, mati og
rokktónleiki.