Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 H óast ikki stórvegis listamarknaður, lista­samlari ella privatar samlingar finn­ast í Skotlandi, er Glasgow (ein av bý­un­um í Bretlandi, har størst munur er mill­um fátæk og rík) síðan 1980-ini vorð­in víðakendur fyri at skapa lista­ fólk, lista­feløg og gallarí av serkendum altjóða støði. Tað, ið hevur fingið Glasgow í listarliga altjóða brenni­dep­il­in, er hvussu listafólk skipa seg. Tá lít­ið og onki var av fíggjarligum stuðuli ella fram­sýn­ing­ar­ møgu­leikum hjá ungum listafólkum, funnu tey stuðul aðra­staðni: hjá hvørjum øðrum, hjá Glasgow School of Art og hjá nýstovnaða Third Eye Center mitt í býnum. Tey brúkti heim síni, bygningar í miðbýnum, sum stóðu tóm­ir, býarparkirnar og gøturnar. Ein fantastisk ressursa Transmission Gallery varð stovnað í 1984 og byrjaði eitt rák, ið síðan er farið um alt Bretland og síðan um allan heim: The Artist Run Space. Hetta merkir, at ein nevnd av listafólkum sjálvi leiða gallaríið og allan aktivitet í gallarínum. Transmission Gallery varð stovnað av lista­fólkum fyri listafólk. Tey uppfunnu eina skipan, ið merkti, at Transmission ikki hevur nakrar leiðara sum so, men gallaríið er í staðin skipað av eini nevnd av fimm listafólkum, ið hvør kann sita í tvey ár í mesta lagi. Haraftrat kann ein og hvør vera limur. Sum limur hevur tú ókeypis atgongd til útbúnað sum videotól, kamera, HD-projektør, kopimaskinu o.a., umframt at­ gongd til hølini í kjallaranum, ið kann brúkast sum fund­ar­høli, at vísa filmar, smærri framsýningar og fram­løgur. Tað er ein fantastisk ressursa, sum so at siga øll ung listafólk í Glasgow brúka, vitja og arbeiða við. Trans­mission Gallery er ikki eitt kommersielt gallarí, tvs tey selja og keypa onga list, so øll verkætlanin er stuðl­að av skotska listagrunninum Creative Scotland. Fleiri onnur støð eftir somu filosofi og hugburði eru síð­an sett á stovn. Eg kann nevna Embassy Gallery í Edin­burgh (2004), Generator Projects í Dundee (1996) og Studio Voltaire í London (1994). Serliga í Glasgow er The Artist Run Space nakað, ið listafólk taka til sín, og so at siga hvør árgangur, ið gongur á Glasgow School of Art, hevur sína egnu versión av einum líknandi intiativi. Eg var við at stovna Hotel Gilchrist í 2009, 2010 og 2011. Vit høvdu framsýningar í einum viktorianskum íbúðar­blokki, har bara næmingar á Glasgow School of Art búðu. Triðja hvønn mánað hevði øll uppgongin sína egnu framsýning í eitt vikuskifti. Tað var vilt, frekt og skitið, men listin var spennandi og avbjóðandi, og so at siga hvørjaferð endaði framsýningin við at politiið varð tilkallað vegna larmi. So blivu vit eitt sindur eldri, list­in meira búgvin og listafelagið fylgdi við. Hotel Gilchrist er ikki til longur, men fólk frá sama intiativi eru farin víðari at arbeiða við Tranmission Gallery, David Dale Gallery og Artist Studios, South Side Studios og Duchy Gallery – øll nýggjari gallarí og atelier, ið eru skipað í sama anda. Sjálv varð eg við at stovnað Glas­ gow Open House Art Festival, ið er ein festivalur av framsýningum í íbúðum hjá listafólkum yvir alt Glas­ gow. 52 framsýningar vóru við í ár. Do it Your Self Tað ið hesi feløgini hava til felags er, at tey eru stovnað av listafólkum, ið hava tikið sína egnu listarligu menn­ ing í egnar hendur. “Do It Your Self” mentanin er ryggurin í so at siga øllum listarligum aktiviteti í Glas­ gow, bæði innan myndlist og tónleik. Um ongir fram­ sýn­ing­armøguleikar eru, har tú býrt, er ikki neyðugt at flyta til London ella Berlin. Skipa fyri tíni egnu. Finnur tú ongi høli? Hvat er galið við kjallarinum, ella stovuni, ella gongini, ella kioskini, sum fór fallit í fjør og sum ligg­ur beint við, har tú býrt? Mentaliteturin er sera ólíkur teimum stóru lista­ høvuðsstøðunum í heiminum, ið eru merktir av kapping og ídnaði. Í Glasgow er ein serligur solidaritetur millum øll listafólk og tónleikarar. Eg gloymi aldrin tað kvøldið eg og trý vinfólk sótu og drukku vín í stovuni við Turner Prize nomineraðu og vinnarinum David Shrigley og Douglas Gordon. Teir komu til mína fernisering sum var í kjallarinum sama kvøld. Teir vóru á einum pubbi tætt við og sóu plakatina fyri framsýningina, sum teir hildu síggja spennandi út. Ein annan dagin kom YBA lista­kvinnan Christine Borland, nominera til Turner prísin í 1997, at hjálpa mær at vaska upp aftan á eitt sym­posium í vinmaður mín hevði skipað fyri. Týski listafrøðingurin og kuratørurin Hans Ulrich Obrist kallar fyribrigdið ”The Glasgow Miracle”. Míni ráð til føroysk listafólk eru, at um tað ber til í Glasgow, ber tað til allastaðni. So tað er bara at byrja. Tað, at skapa er bara ein brotpartur partur av listini. Sum ungt lista­ fólk hevur tú eisini møguleikar at skapa karmarnar sum listin verður víst í, og tað er serliga umráðandi. Eitt brot eftir høvundan Alasdair Gray kemur mær til hugs: “Work as if you live in the early days of a better nation.” Douglas Gordon, Empire, Tontine Lane, Glasgow, 1997 (Turner Prize vinnari 1996)