hósdagur 9. oktober 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
ann 3.oktober læt ein forvitnisliga og for
kunnug framsýning upp í Steinprenti. Tað er
framsýningin DRESS hjá unga listamanninum,
Jóhan Martin Christiansen, sum leyk útbúgv
ing sína á akademinum í Malmø í summar, men
sum longu hevur havt fagnaðar serframsýningar
m.a. í Keypmannahavn. Kinna Poulsen kuraterar fram
sýningina og hevur gjørt eitt viðtal við listamannin.
KP: Framsýningin í Steinprenti er tilfarsliga eitt sind
ur øðrvísi enn framsýningarnar plaga at vera har niðri
og í føroyskum listahøpi yvirhøvur. Papp er útgangs
punktið?
JMC: Nemliga, papp er ein gjøgnumgangandi partur
av framsýningini í Steinprent. Ella rættari sagt, so verð
ur kanska ikki so nógv papp í sær sjálvum til staðar,
men heldur – hvussu skal eg siga – skuggin av pappi.
KP: Fært tú greitt nærri frá hvat tú meinar?
JMC: Tað sum eg meini við, er, sum tú nevndi om
anfyri, at eg brúki papp sum útgangsstøði. Tá ið eg
nevndi, at eg bert brúki skuggan av pappi, so er tað
líkasum fyri at venda øllum við. Tað merkir altso, at
papp er ikki við á framsýningini (ella tað veit eg ikki
enn, kanska hetta broytist), men heldur papp, sum er
avmyndað, antin yvirført á stein, og síðani prentað, ella
sum fotografi. Men eg havi eisini stoypt papp í gips, so
at tað er sum eitt minimalt relieff. Vit tosa altso um at
pappið verður umboðað á ymiskan hátt, uttan sjálvt at
verða til staðar; akkurát líka sum tá ið vit tosa umvegis
Skype ella okkurt sovorði. Onkuntíð kunnu relieffini
minna um eitt landslag, onkuntíð ein kropp, ella kanska
tapet, men samstundis er tað eisni heilt ítøkiliga papp,
tað snýr seg um, og verkið gerst so at siga tilvitað
um seg sjálvt. Møguliga list fyri
listarinnar skuld – misskil meg
rætt! Sjálvt um flest øll relieffini
ella fotomyndirnar hava heiti, so
royni eg at tvíhalda um at hetta
ikki er ein t.d. politisk viðmerking
uppá forbrúk í samfelagnum. Eg
vil gjarna, at hetta stendur op
ið. Á hendan hátt kann eg peika
á eitt tilfar, sum flest øll kenna
og kunnu relatera til, men uttan
at tað gerst didaktiskt. Møguliga
eru relieffini ein differentierað út
gáva av einum rebusi. Somuleiðis verður eitt videoverk
við á framsýningini, sum eg enn ikki fái sagt so nógv
um, av tí at eg eri í gongd við at skriva og filma. Hetta
verður installerað í framsýningarhølinum í Steinprent
á onkran hátt, so at rúmið sjálvt gerst ein viðleikari í
framsýningini, t.d. verður eitt verk eisini gjørt til gólvið.
Steinprent (framsýningarhølið) er ikki beinleiðis ein
white-cube, so tað er umráðandi at hugsa um hvønn
krók og hvørja sprekku í skapanartilgongdini, og taka
tað við inn í verkini.
KP: Eg haldi, at hetta ljóðar ómetaliga spennandi. Eg
haldi ikki, at vit hava nakað white-cube framsýning
arhøli í Føroyum ha? Óansæð so haldi eg, at tín lýsing
av gólvinum, sum tað fer at síggja út, meira verður ein
white-cave, eg meini, at framsýningarhølið í Stein
prenti hevur ikki tann hvíta, anonyma slættleikan, sum
merkir white-cube høli uttanlands. Eg haldi eisini at
videoverkið er spennandi. Í mínari verð er eitt nokkso
fitt petti millum papp, gips og video. Altso videolist er
filmað og sjálvt um heitið stavar frá tí gamla analoga
betamax ella VHS-videobandinum, so brúka tey flestu
teldu til videolist, ella tað gert tú ha? Hvat er saman
hangurin millum pappavstoypningar og video í tínum
verkum?
JMC: Fyri at svara fyrsta spurnigninum fyrst, so nei.
Tað finnast ikki ordiliga nøkur heilt klassisk white-cube
framsýningarhøli í Føroyum (umframt listaskálan), og
heldur ikki alt tað kjakið, bæði fyri og ímóti, sum hevur
verið rundan um hvítu hølini síðstu 50 árini ella meir.
Hetta er sum so ikki nakað, vit nýtast at verða kedd
av, tí tað letur eisini upp fyri øðrum møguleikum, at
definera eina aðra listarliga positión, sum ikki nýtist at
vera eins og hjá “hinum”. Nú fari eg sindur av sporinum,
men tað vil siga, at um ein ber seg rætt at, so ber væl
til at gera eina framsýning á einumhvørjum stað ella
rúmi. Tað snýr seg at geva rivunum ans – tað er ikki
altíð neyðugt at proppa so nógv verk inn á t.d. ein vegg
sum gjørligt. Í veruleikanum endar tað oftani við at
einki sæst, av berum verkum, og eg havi ein illgruna
um, at hetta ikki altíð er tilvitað. Viðvíkjandi saman
hanginum millum papp og video, so haldi eg at tað
mest einfalda svarið eg kann koma við er, at tað er
mál, ið bindur tað saman. Hetta kann tykjast sindur
løgið, men um vit traðka nøkur fet aftur, so kunnu vit
T