Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 Stein Saks Pappír – Gips Video Papp Ein tilfarslig samrøða við listamannin Jóhan Martin Christiansen Kinna Poulsen kanska byrja eitt annað stað, heldur enn at byrja við til­far­inum, tí mál er í mínum heimi eins væl og papp og gips eitt tilfar, og tað er eitt gott stað at byrja. Til døm­ is, so er tað ofta, tá ið eg gangi túrar, bæði um dagin og um kvøldið, at tankarnir fara í gongd, og eg seti orð á nøk­ur ting í høvdinum á mær sjálvum – tað hjálpir at hyggja eftir lívinum á gøtuni, at síggja ting og fólk, sum upp­føra seg øðrvísi enn eg sjálvur. Hetta er ein nokk­ so klassisk ímynd av listafólkinum, ein flâneur – tað vil siga ein, sum gongur runt og eygleiðir heimin utt­an mið og mál. Altso, eg savni saman inntrykk, sum lagra seg í minninum, og ofta liggja tey har í langa tíð, men poppa so upp knappliga á vatnskorpuni, og verða aft­ur partur av einum samanhangi, men í einum øðrum líki. Á túrunum samli eg onkuntíð eisini tilfar, sum eg taki við mær, men hvørt tað er papp ella poesi (sum t.d. tekst í video-verkum) at einum ávísum túri, minni ella tanka, er mær líkamikið. Tað sum knýtir alt hetta sam­an er tørvurin á tí ókenda. Í veruleikanum dámar mær slettis ikki at greina munin millum video og papp. KP: Men tað gjørdi tú allíkavæl, so at vit fataðu, at bæði kunnu vera poetisk. Eg veit, at tú roynir at sleppa tær undan tí didaktisku, pedagogisku linjuni, sum vit ann­ars hava traditión fyri at brúka innan listamiðling og tí mást tú umbera hesa klombrutu royndina at stað­ seta teg listasøguliga. Av Ólavsøkuframsýningini í fjør, men eisini aðrastaðni havi eg fingið ta fatan, at Ing­álv­ ur av Reyni er ein av tínum fyrimyndum. Hvussu kann henda modernistiskt klassiska málarahetjan av einum olju­málara vera tað? JMC: Tí at hann er eitt framúrskarandi listafólk. So ein­falt kann tað sigast. Eg haldi ikki at eg fari at siga meira um hetta. Men sum tú sigur, so hevur hann haft stóra ávirkan á meg – hetta skrivaði eg eina grein um síðsta summar (2013), Lazarus – Ingálvur og eg, haldi eg at hon kallaðist, sum tá var útgivin í mentanarblaðnum hjá Dimmu. Greinin snúði seg allarmest um hvussu eg síggju upp til ein sum t.d. Ingálvur av Reyni. Kanska ikki so konkret listarliga, ella tað vil siga at vit arbeiða nokkso ymiskt, vit eru jú frá hvør sínari tíð, men heldur tann attitydina sum hann hevði, at við eitt sindur av stríði og einum lættum lyndi, kundi tað heila væl lata seg gera. Ella tað er í øllum førum tann ímyndin eg havi av honum, eitt sindur soleiðis larger than life. Tá ið hetta er sagt, so eri eg øgilig hugtikin av modernismuni sum heild eisini. Líka frá síðst í 1800-talinum, t.d. eitt listafólk sum Edgar Degas og hannsara málningar av ballarinaum eri eg sera hugtikin av. Tað kemur kanska eitt sindur av at síðani 1960’ini hava listafólk, millum annað Joseph Kosuth og Sol Lewitt (sum eru sokallað konseptuell listafólk, tað vil siga ein listafatan sum byggjir uppá hugskot og tankar, og ikki estetiskar ella materiellar processir; eitt verk er eitt hugskot ella tanki, sum listafólkið skrivar niður, og so kann í prinsippinum einhvør framleiða verki), gjørt nógv burtur úr at skilja seg burtur frá eini romantiskari (t.d. flâneur) fatan av hvat eitt listafólk er, at tað má endiliga ikki vera alt ov mystiskt tað heila. Men í dag eru tað eg og nógv onnur yngri listafólk, sum onkursvegna leita aftur til hetta romantiska – ella sum í øllum førum eru drigin eitt sindur handan vegin, at tað bilar einki um tað gerðst eitt sindur patetiskt. Í mínum eygum eru bæði abstrakt modernisma og konsept list potentialir fyri mítt listarliga virksemi. Framsýningin DRESS hjá Jóhan Martini Christiansen í Steinprenti á Skálatrøð er opin inntil 15.nov.