Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-09, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2014síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 6 • 10. oktober 2014 22 usikkur man vera tað, sum fyllir eina mest í Før­ oy­um. Fiskur og mus­ikk­ur. Og tað sigur seg sjálvt, tí at tað er í fiski og musikki, at vit eru heims­elita. Flestu tónlistasløg eru umboðað, men tíbetur eydnast tað altíð onkrum at vaksa seg úr teimum klæðunum, sum tón­lista­slagið gevur. Tað er musika­li­tet­urin, kvaliteturin í røddini, listarliga visjón­in, men eisini nørdaligt nærlagni, sum fær summi at fullbúnast. Kanska er fólka­tón­leik­ur­ in tann genran, sum hevur giv­ið okk­ um tann størsta tónleikin. Her­mann Jacobsen er í øllum førum ein av teim­um bestu sangarunum, sum vit hava havt. Hann var poppari og und­ir­halds­sang­ari, men hann var bestur sum fólka­sang­ari ella vísusangari. Fyri einum ári síðan, bleiv eg hug­ fang­að­ur av Kyndaravalsinum hjá Ev­ert Taube, sum Her­mann umsetti til før­oyskt og sang inn á band í 1984. Búi legði hann út á netið, og eg lurtaði og helt hann vera sera góðan. So misti eg hann burt­ur uttan at hava fingið heitið við. Tað var ein øgilig neyð eitt skiftið, men so spældi Øssur hann í útvarpinum, og hug­ur­in vaknaði aftur eftir at hoyra hann. Tað eydnaðist at finna hann á You­tube, har tað stendur, at Heri Eysturlíð hev­ur lagt hann út. Í Dag stendur hann at vera hugdur eftir 782 ferðir, og av teim­um eigi eg minst 100. Tað er ikki fyri at spara pengar, at fløgan ella plátan ella band­ið ikki er keypt, men tí at tað vísir seg at vera vónleyst at finna útgávuna til keyps. Tiltrongd justering Tá Hermann Jacobsen doyði um summ­ ar­mála­dag í 1988, var eg ikki fyltur 17. Hann var havnarmaður, og eg var á bygd, so vit høvdu onki við hvønn ann­an at gera. Tað hevur verið beint eftir páska­ feriuna í fyrsta G, at Bjarki, før­oyskt­ lærarin, setti tíð av at tosa um sang­ar­ an og undirhaldaran, sum vit øll kendu frá útvarpinum, og nú var hann deyð­ur, fyri egn­ari hond. Eg síggi mynd­ir­nar fyri mær enn, men minn­ist tað í minn­in­um – skeivt – sum søg­una um ein mann, sum fór inn í bil­skúr­in og setti seg í bil­in og start­aði mot­or­in. Nú havi eg lis­ið bók­ina hjá Tórði Jo-hann­es­ar­syni, og tað var ein tiltrongd just­eri­ng av øllum teim­um mynd­un­um av og søgu­num um Hermann Jac­ob­sen, sum man hev­ur tilognað sær gjøgn­um ár­ini. Áhugin hevur ár­ini síðan ikki ver­ið tann stóri. Mær hevur dámt hann væl, og al­tíð av og á hava vit lurtað eftir hon­ um heima. Børn­un­um dám­ar eisini væl onkr­ar sangir, og tað hava vit verið glað fyri. Tí var tað eisini stuttligt fyri okkum, at “Rulla pásk­ar­egg” fekk sítt heiðurliga pláss í bókini. Mangl­andi áhugin hevur helst við tað at gera, at tónleikurin hjá Hermanni er ikki tann, sum man lurtaði eftir tá í tíðini. Tað er komið seinni. Men røddin hevur altíð staðið púra klár, sum fuglalát á nátt í hag­anum eitt summarkvøld. Viðhvørt er onki annað til í verðini. Tá bókin hjá Tórði kom út fyrraárið, hugs­aði eg, at eg átti at lisið hana, men eg for­sømdi at keypa hana, og onkur gloymdi at geva mær hana í jólagávu. Nú havi eg fingið hana frá høvundanum um­veg­is konu hansara. Bókin bleiv lisin fyrstu vikuna, hon kom í húsið, og alt annað bleiv forsømt. Hetta er besta føroyska musikkbók, sum hevur lig­ið í hesum hondum (vónandi verða tær fleiri). Tað merkist, at Hermann stend­ur Tórði nær, men hann er fakligur og inni­ liga áhugaður og málar ikki eina mynd av einum pápabeiggja, sum hann vil sleppa at varðveita barnsins hugmynd av. Sumt er lakoniskt, og tað skal tað eis­ ini vera. Tað andaliga mót­ vegis tí verðsliga Tað verður altíð – og tað verður tað eisini í bó­kini – mint á, at Hermann Jacobsen hoyrdi til brøðra­sam­kom­una. Hann var bab­tist. Hetta legði hann av eftir roynd­ ir at fara tann veg­in í álv­ara, men tað eru tekin um, at hann slepti tí ikki heilt. Bók­in fyri­ held­ur seg lít­ið til tað gud­frøði­liga, men hon mál­ar eina mynd av ein­ um manni, sum tíð­liga gjørd­ist verðs­lig­ur, sum tað hevði itið í Eben­ez­er. Und­ir­hald og veitslur blivu meg­in­tætt­ir í til­ ver­uni, og, sum eg lesi bók­ina, so fylti tað evan­gel­iska ikki nógv hjá hon­um. Hann tyk­ist at hava ver­ið sera góð­ur við for­eldr­ini og systk­ini og síni ann­ars, og hann verð­ur lýst­ur sum ein trúgv­ur vin­ur, og har eru mong vøk­ur brot at lesa. Fyri meg er hesin part­ur­in um tað anda­liga mót­vegis tí verðs­liga áhuga­ verd­ur, tí at tað hev­ur altíð verið eitt mara­ton sjó­mans­tak mill­um tey bæði í før­oysk­um tón­leiki. Tað er møgu­ligt, at tey dugdu bet­ur at stovns­gera tað fyrr – alt­so, áðr­enn vek­ing­ar­rørsl­ur­nar – tá vit høvdu dansin og vísurnar og so Kingo og sálma­sang ann­ars. Men stovnsgerð merk­ir ikki, at øll eru líka at­skild sum ein kal­endari. Tað vóru fleiri sendingar í “Áðr­enn Elvis” um hetta, tí at blues og gos­pel hjá teimum svørtu og so kirkju­ sang­ur og verðs­ligt coun­try, t.d., hava tog­tog­ast sum leyg­ar­kvøld við sunnu­ morg­un. Mynd mín av Hermanni Jacobsen eft­ ir at hava lis­ið bók­ina er, at hann sang og und­ir­helt nógv og hevði eitt langt arb­ eiðs­lív, har sum hann royndi alt møgu­ ligt. Hann ferðaðist og hevði fleiri vinir enn tey flestu, og hann dugdi væl at lata seg í (tað eru nógvar vakrar mynd­ir av hon­um og kon­uni Dagmar, sum bæði síggja út sum móta­ikon), og hann var góð­ur við mammu sína, og hann hevði nógvar dead­lines, ser­liga tá hann sendi live í út­varp­inum og gav bløð út í 70un­ um. Føroyar eru lítlar, og tí er tað ikki und­ar­ligt, at Hermann Jacobsen kenn­ ist nærri, nú bókin er lisin. Hann hevur røt­ur í Norðra­gøtu, nær við hjá okkum, og hann er systk­ina­barn og í nærmastu fam­ilju ann­ars við vinfólk, grannar og fólk, man er svágdur við. Tá pápi mín sigldi við týsk­um trolara fyrst í 60­un­ um, greip­aðu teir upp í nógvar sekkir, og inn­komn­ir á Havnina, fóru teir niðan til for­eldrini hjá Hermanni at geva teimum ein sekk av røstum fiski. Hetta tí at pápi Her­mann og Sofus á Toft, sum eisini var við skipinum, vóru svágdir. Hetta stend­ ur ikki í bókini, men tað kundi tað fyri tað sama. Man fær nemliga eina kenslu av gerandislívi, serliga í Havn. Eitt av absoluttu meistaraverkunum í føroysku sang­ skattakistlinum At “Kyndaravalsurin” beit so fast á, tað havi eg roynt at greinað fyri mær sjálv­ um, tí at tað er sjáldsamt, at man tímir at lurta so nógv upp í saman eftir tí sama. Tað er sum hjá børnunum. Einaferð aftr­ at. Einaferð aftrat. Sum tá Gud biður sól­ ina rísa, og hon ikki orkar upp klokkan seks ein leygarmorgun, og hann sigur “Eina­ferð aftrat. Einaferð aftrat.” Ikki tær at siga, so hvørt sum bók­ini leið, bleiv tað spennandi, um “Kynd­ara­ vals­urin” fór at verða nevndur. Tað varð M Hetta er eitt seinkað ummæli av bókini Hermann hjá Tórði Johannesarsyni. Tað er eisini eitt fororð til eina viðgerð av sanginum Kyndaravalsurin, sum Hermann týddi eftir Evert Taube og gav út á plátu og bandi í 1984. Henda sang meti eg at vera eitt av absoluttu høvuðsverkunum í føroyskum tónleiki. Meinhard Jensen UMMÆLI Hermann Jacobsen og Kyndaravalsurin