hósdagur 9. oktober 2014síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
6 • 10. oktober 2014
23
hann, sjálvandi og tíbetur, og tó at tað
ikki tykist, sum at høvundurin sær sang
in sum tað absolutta høvuðsverkið hjá
Hermanni, so ger hann, tó, so mikið burt
urúr, at lesarin fær ta fatan, at tað var
við tí plátuni og lutvíst hesum sangi, at
sangarin og tónleikarin Hermann Jacob
sen gjørdi sítt meistaraverk.
Tá bókin var væl meiri enn hálvlisin,
og onki enn hevði staðið um Hermann
Jacobsen sum tónlistarligan handverk
ara, sum læt visjónir og nærlagni stýra
verkætlanunum, fór man at ivast. Jú,
tað var týðiligt, at hann elskaði tónleik
og vildi hava alt at sita, sum tað skuldi –
sum ein góður klædningur – men lesarin
fekk ikki ta fatan, at hann var maðurin,
sum skuldi frambera eitt megnarverk,
sum skuldi kunna teljast millum fremstu
og bestu og frægastu og mest sigandi og
gevandi tónlistarligu avrik yvirhøvur í
Føroyum.
So koma vit inn í 80 árini, tá Hermann
hevur lagt ungdómin aftur um seg. Tað
er týðiligt, at hann er slitin og troyttur.
Hann fer til skips og hevur gott av at
sleppa burtur frá øllum. Hann hevur
bandupptakara og gittara við og lurtar
eftir Evert Taube og spælir sangirnar
hjá honum og arbeiðir við umsetingum.
Hann hevur gott av at sleppa burtur.
Umborð er onki veitslulív, og hann fær
høvi at lurta og umseta. Og so spyr hann
eisini sjómenn um hugtøk í sangunum,
hvussu tey skulu umsetast til føroyskt.
Á síðu 237 í bókini stendur:
“Tíð var eisini til at skapa. Sum sagt,
hevði Hermann Evert Taube við sær
umborð, og onkra av vísunum týddi
hann umborð, m.a. Eldarvalsen. Hann
byrjaði týðingina uppi við Svalbard
og gjørdi hana lidna í Kanada ella
Vesturgrønlandi. Umborð fekk Hermann
stemningin av sjómanslívinum, men
Sólborg var nýtt skip. Har vóru ikki fýrar,
og mong orð, sum koma fyri í umseting
ini, sum raka, slagga, sleisa, vóru ikki í
brúki umborð har. Arbeiðsgongdirnar
vóru heilt aðrar við guvuskipum, og
skipanin í fýrrúminum var heilt øðrvísi.
Herman visti nóg illa, hvat tað var at
reinsa ketil; men har var hann so hepp
in, at ein av meistarunum umborð var
Jón hjá sýslumanninum, Jón Dahl Ol
sen. Hann kendi til alt hetta, og segði
Hermanni frá ymsum tilburðum og við
urskiftum umborð á dampskipum.”
Hetta sigur rættiliga væl, hvussu
nógv Hermann legði í at fáa sangin so
góðan, og hann hevur livað við hesum
leingi, og tí er tað ikki undarligt, at sang
urin hevur slíka dýpd og dygd.
Fyrstu ferð í maskinuni eg var til sjós,
tað var sum trimmari á Lady Eileen,
eg fór av einum trolara í Aberdeen,
og vit mynstraðu út sama dagin.
Á dekkinum seks mans og tveir við hvønn fýr,
og hvør fýrur var størri enn hús,
og tað mesta, vit førdu, var steinkol og grús
millum Sunderland og Santa Cruz.
Vit høvdu ringasta kokk, men ein óføran chief,
og vit trimmaðu steamin í toppin,
og vit fingu ein whisky hvønn fjúrtanda dag.
“Tað er gott” segði hann “fyri kroppin.
It’s very rude whisky, my boy” tók hann til,
og so fekk hann sær sjálvum eitt plir,
treiv so í eina vísu, sum byrjaði so:
“I was born by the side of the sea.”
Tað var oftani strævið, vit gingu seks-seks,
og viðhvørt var tað fýra og fýra,
og tú klænkar av te og konserves og keks,
tí bert tvey pund var okkara hýra;
so eg meldaði pass í Newcastle-On-Tyne,
og har gekk eg ein mánað og mól,
til eg fekk eina hýru við Stevenson Line,
og í Spania hildu vit jól.
Skipið nevndist “Bermuda”, tað var fimm túsund tons,
við seks fýrum og trongt millum skotta,
tað var ofta eg helt, at vit fóru til botns,
og vit kyndarar riddust sum rotta,
og kolið var verri enn nýmalið krút,
har varð rakað og sleisað í senn,
og vit slaggaðu tvær ferð á hvørjari vakt,
eg sveitti í huganum enn.
Ja, tað krevur sín mann, og so nógv meir aftrat
til at banna og lempa og fýra,
og sum frá líður, fært tú eitt innarligt hat
til matrósar, sum ússaligt stýra.
Tað var sjask í Biscaya, og slørut varð stýrt,
vit svóru at geva aftur dýrt,
tí í fýsinum eldur og gløðandi slagg
brendi hol á hvørt einasta plagg.
Í Valenca fingu vit last av farin
og olivengløs fylt í kartengur;
men eg rýmdi við klæðsekki og mandolin,
eg var leiddur, eg var móður, eg var svangur.
Eg var sum eitt barberblað, men riggaði væl,
og ein barrfrøkun vøkur og litt
gøddi upp meg við hønum og víni og spritt,
ja, hon var heilt óvanliga fitt.
Ja, eg sigldi við bretum um Los Panamas,
og við týskarum og portogisum.
Uttan hýru í Amsterdam eg gekk uppá nass,
og eg bleiv bukaður av servitrisum.
Men tað versta var, einaferð vit gjørdu reint
í Bordeaux, ja, hvat hendi mær tá:
eg í ketlinum sovnaði, vardi ov seint,
at nú lúkan varð fast skrúvað á.
Og eg vaknaði, tá ið teir vatn lótu á,
og kammeratarnir teir fýrdu undir.
Tað var bølmyrkt í ketlinum, einki eg sá,
og eg flotnaði upp sum eitt tundur,
og við mannholið skoraður, kroystur eg lá,
og eg tonkti: tað besta tú gert,
Sofus Barr fer at biða skjótt faðirvár,
tú skjótt livandi kókaður ert.
Og eg bað mína bøn, tá eg hoyrdi eitt ljóð.
Bønin hjálpti, tað hevði eg prógvað,
tí at lúkan fór upp, og onkur rópti: “Hey, ok!
tí Sofus Barr hevur hamarin krógvað!”
Tað var donkeyman self, hann var skotti, you know,
og hann hevði mist hamaran vekk.
Tað var gírigheit, sum nú at leita hann fekk,
so eg hesaferð slapp við ein skrekk.
1
Andrias Andreassen (1957). Verkið er gjørt í 2007
2
Eli Smith (1955). Verkið eitur Á fjøllum og er gjørt í 2004
3
Rannvá Mortensen (1950). Verkið eitur Communication og er frá 2006
4
Tita Vinter (1941). Verkið eitur Vetrarlíð og er gjørt í 2002
5
Zacharias Heinesen (1936). Verkið eitur Bøgras og er frá 2005
6
Jóna Rasmussen (1946). Hetta verkið eitur Várregn, 2006
7
Frits Johannsesen (1945). Verkið eitur Út gjøgnum listamansins glugga, 2008
8
Hansina Iversen (1966). Verkið er gjørt í 2007
9
Tummas Jákup Thomsen (1962). Verkið er gjørt í 2010
10
Torbjørn Olsen (1956). Verkið eitur Útsýni og er gjørt í 2006
Kyndaravalsurin
Orð og lag: Evert Taube
Týtt: Hermann Jacobsen
kviss
Lista
Svar
til
kviss
síða
10
Bambus Foto