mánadagur 13. oktober 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Fyrr í ár lat Bára Silvansdóttir
sítt fyrsta staklag úr hond
um, og í farnu viku kom
ein kykmynd til lagið. Bára
Silvansdóttir er 19 ára gomul
og er úr Kollafirði. Hon
hevur sjálv gjørt orð og lag
til sangin “Hugar um meg.”
Búgvi Hanusarson hevur
framleittt
sangin,
meðan
Benjamin
Hansen
hevur
framleitt kykmyndalagið.
Bára Silvansdóttir sigur,
at fólk hava tikið væl ímóti
sanginum, og serliga er hon
glað um, at fólk kenna seg
aftur í tekstinum.
– “Hugsar um meg” er ikki
beinleiðis persónligur. Tað
er ikki ein sangur um mína
egnu kærleikssorg á nakran
hátt, men hatta er kanska
veruleikin hjá nógvum øðr
um, og onkur kennir seg
kanska aftur í tekstinum.
Bára Silvansdóttir sigur,
at hon skrivar stórt sæð um
tað, hon sær. Sær hon eina
gentu í SMS, kann hon royna
at seta seg inn í, hvussu hon
hevur tað, hvat hon man
hugsa, hvørji støðu hon er í.
- Eg vil, at fólk skulu
kenna seg aftur í tekstunum
hjá mær, at tekstirnir skulu
hava nakað at týða hjá fólki.
Tí skrivi eg mest um lívið.
Eg vil ikki bara vera hon
sjálv, sum syngur, men at
fólk skulu verða nortin av
mínum sangum. Tað er sera
týdningarmikið fyri meg, at
fólk kenna seg aftur í tekst
unum, sigur Bára Silvans
dóttir.
Bára Silvansdóttir for
telur, at ein dagin, hon stóð
á einum almennum vesi og
sminkaði sær, hoyrdi hon
tveir smágentur aftanfyri
seg.
– Eg hoyrdi tær teskaðu
saman og skilti, at tað var
um meg. Tá eg vendi mær við,
gjørdust tær ordiliga flovar.
Onnur skundaði sær at siga,
at hon hevði sangin hjá
mær á ipadinum, meðan hin
hevði hann á telefonini, og
so runnu tær avstað. Tað var
spell, eg kundi hugsað mær
at tosa við tær, og kanska
tikið eina mynd saman við
teimum.
– Eg vænti ikki, at tær
báðar kenna seg aftur í
tekstinum ella nakað tílíkt,
men tað var stuttligt at
uppliva, at fremmand fólk eru
so glað fyri tað, eg havi gjørt,
sigur Bára Silvansdóttr.
Bára sigur, at íblásturin
kemur ofta nokk so brádliga,
gjarna meðan hon er upp–
tikin av onkrum øðrum.
– Tónleikur er altíð í
høvdinum, men tá íblásturin
kemur, má eg leggja alt
annað til viks, og fáa fest
tað, eg hugsi, niður á blað,
áðrenn eg missi tað aftur.
Hjá mær riggar illa at seta
meg niður og avgera, at nú
skal eg skriva. Tá kann eg
stríðast leingi við at finna
nakað, uttan at eg gerist nøgd
við tað, eg skrivi. Tónleikurin
kemur til mín, eg klári ikki at
tvinga hann fram, sigur hon.
Bára Silvansdóttir sigur,
at hon hevur sungið so gott
sum alt lívið. Familjan er
ikki serliga tónleikalig, sigur
hon, og hon heldur, at áhugin
fyri tónleiki allarhelst var
kveiktur í skúlanum.
– Eg havi altíð sagt, at eg
skuldi gerast sangari, líka frá
eg var lítil. Vit høvdu ongan
fløguspælara í bilinum, so
vit sungu altíð sjálvi. Tað
var allarhelst í skúlanum
í Kollafirði, at tónleikaligi
neistin bleiv kveiktur í okk
um báðum, beigga mínum og
mær. Vt høvdu tónleik, sang,
sangløtur og kór, og tað var
allarhelst har, vit lærdu at
syngja og elska tónleik.
– Eg havi framført til
ymisk høvi, síðani eg var 13
ára gomul, og tey seinastu
tvey árini, eri eg so farin undir
at skriva sangir sjálv. Hetta
var altíð tað, eg vildi, at fram
føra, men tað handlar nógv
um at tora. Eg var so bangin,
tá sangurin varð spældur
í útvarpinum fyrstu ferð.
Hvat um fólki ikki dámar
sangin, hvat halda tey so um
meg, hugsaði eg, greiðir Bára
Silvansdóttir frá.
Bára Silvansdóttir sigur, at
hon hevur leitað sær nógvan
stuðul frá tvíburabeiggja sín
um, Búgva, og frá mammu
síni.
– Búgvi og eg hava altíð
sungið nógv saman, og eg
vóni, at vit onkuntíð kunnu
útgeva okkurt saman, sigur
Bára. Hon sigur, at Búgvi
er sera raskur at siga sína
meining um tað, hon ger, og
tað eggjar hana at betra um
sangirnar hjá sær.
– Mamma mín er eisini
ein góður stuðul. Eg lati
hana lesa allar tekstirnar, eg
skrivi. Hon yrkir nógv sjálv,
so hon megnar at veita mær
góða hjálp. Tað er allarhelst
frá henni, at eg havi fingið
gávuna at yrkja.
Bára Silvansdóttir sigur,
at hon hevur fleiri sangir
klárar. Hon tosar við fólk um
at geva meiri út og væntar,
at okkurt verður klárt innan
langa tíð.
– Hevur ein fyrst sagt A,
so má ein eisini siga B, so tað
koma nøkur stakløg afturat,
inntil ein full útgáva er klár,
sigur Bára Silvansdóttir.
Tekstirnir skulu tala
Bára Silvansdóttir ynskir, at tekstirnir í sangunum hjá sær skulu tala til teirra, ið lurta
tíðindi
Tá
íblásturin
kemur, má
eg leggja
alt annað
til viks,
og fáa fest
tað, eg
hugsi, niður
á blað,
áðrenn eg
missi tað
aftur
Bára Silvansdóttir