Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Samgongan heldur saman til val verður komandi heyst Semja um útlegging - ósemja um fígging Kommunurnar yvirtaka eldraøkið 1. februar. Løgtingið hevur við­ gjørt, hvussu hetta skal fíggj­ast og tað skapti drúgvt orðaskifti. Summi, til dømis Bill Justinussen, Mið­flokk­ur­ in, vístu á, at avgerðin um at leggja eldraøkið út til kommunurnar var tikin í vár. - Tí skal hetta bara fá­ ast at virka og tað ivist eg ikki í at tað fer at gera, segði hann millum annað. Onnur tingfólk hildu, at umleggingin fer at hava við sær, at eldrarøktin kann gerast uppá onkran snild­ari máta og bíligari. - Tað, at tað kostar 500-600.000 krónur at taka sær av einum eldri fólki, ljóðar ómetaliga nógv og eg vænti at tey eldru kunnu hava tað minst líka gott fyri min­ni pengar, tá ið nú kom­mun­ ur­nar yvirtaka økið. Eg veit tey, sum arbeiða við hesum, hava tað mang­ an hart, men tað ber til at gera tað bíligari, helt Jákup Mikkelsem, Fólka­ flokk­urin. - Tá ið vit hyggja eftir hes­um fíggjarleistinum, so ringja nógvar alarm­ klokk­ur. Tað segði Kristina Há­ foss, Tjóðveldi, tá ið hon tosaði um fíggingina, nú kommunurnar yvirtaka eldraøkið. Sjálvt um kommun­urnar hava sagt nei at leggja saman, so verð­ur hetta gjørt í størri eind­um. Andstøðan fanst at, at onki hoyringssvar var frá kommununum um fígg­ ing­ina og millum annað óttaðist Kristina Háfoss fyri, at hetta í seinasta enda fór at hava fleiri brúkar­gjøld við sær. Formaðurin í fíggj­ar­ nevndini, Bárður Nielsen, Sam­bandsflokkurin, helt at fyrstu árini fáa kom­ mun­ur­nar meira pening og tað fer at gera tað møgu­ligt at uppstiga tæn­ ast­ur­nar til tey eldru. Hóast ósemja um fígg­ing­ina, so er semja í tingi­num um, at tað er skila­gott at ábyrgdin av eldra­r­øktini verður latin kommununum. Kommunurnar fáa eftir uppskotinum, sum var beint í fíggjar­nevnd­ ina, 413 milljónir krónur at reka eldraøkið fyri. Het­ta er nakað meira enn upp­runa­liga ætla, men í pengunum eru eisini 15 milljónir krónur, sum skulu brúkast til út­líkn­ ing. Hesar milljónir fella burt­ur stigvís gjøgnum nøkur ár. Órógvin sum var í sam­ gonguni undan summar­frí­ tíð­ini hevur lagt seg. Orðaskiftið í seianstu viku vísti klárt, at bæði sam­ gongu- og and­støðu­tingfólk hava góðtikið, at sam­ gongan heldur fram til hetta valskeiðið er runnið. Sjálvandi kunnu ein­ stakar hendignar gera, at støðan broytist. Til dømis kann kanningarúrslitið í sam­band við kanningina av Skála­fjarðarmálinum gera, at politiska støðan broytist. Løg­maður hevur sagt, at kem­ur kanningarstjórin Hans Gammeltoft-Hansen til ta niðurstøðu, at løgmaður er farin út um sínar heimildir í máli­num og hevur framt brot á onkra lóg ella stýris­ skipan­ina, so leggur hann frá sær. Hinvegin hevur hann eisini sagt, at sjálvt um hann legg­ur frá sær, so er ikki neyðugt við løgtingsvali. Sam­gongan kann halda fram uttan hann. Hans Gammeltoft-Han­ sen, kanningarleiðari, kann­ ar leiklutin hjá løg­manni og hjá fyrrverandi lands­stýris­ manninum við inn­lendi­ smálum, Kára P. Høj­gaard. Avhoyringar eru gjørd­ar eianferð í Føroyum, men um mánaðarskiftið novem­ber/ desember hevur kanningar­ stjórin boðað frá, at hann ætlar at koma aftur til Før­ oyar at gera nakrar av­hoyr­ ing­ar afturat. Politisk mál Fíggjarlógin hevur fingið fyrstu viðgerð í Løgtinginum og er nú í fíggjarnevndini, har arbeitt verður. Tað vil siga, at nevndin fer ígjøgnum upp­skotið frá landsstýrinum við fíggjarmálum, Jørgen Niclas­sen. Fyrsta viðgerðin var ikki hvassorðað og sjálv við­gerðin er broytt nakað, síða­ni broytingarnar vóru gjørd­ar, so ein karmur fyri fíggj­ar­lógini skal gerast um várið. Hetta hevur við sær, at orða­skiftið í veruleikanum er býtt í tvey: um várið verður kjak­ast, tá ið karmarnir verða ásettir og so verður farið meira í smálutir, tá ið fíggjar­lógaruppskotið sjálvt kemur í tingið. Á ein ella annan hátt ger hetta orðaskiftini eitt sindur meira tom, enn tey annars hava verið, tá ið alt hevur verið samlað til viðgerðina av fíggjar­lógini um heystið. Góð orðaskiftir Hóast orðaskiftið um fíggjar­ lóg­ina ikki var serliga hvast, so hevði seinasta vika fleiri onnur ­góð orðaskiftir. Tilfeingisgjaldið og av­ gjald fyri landing av sild og makreli fekk drúgva við­ gerð. Lógin er løgd fram nú, tí hon er ein partur av inn­ tøku­grundarlagnum undir fíggjar­lógini. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jørgen Niclas­ sen, Fólkaflokkurin, legði málið fram og legði dent á, at hetta er framlagt, tí hetta er ein partur av fíggj­ar­lógini, men hann gjørdi greitt, at hetta ikki er nakað sum smakk­ar honum og Fólka­ flokki­num væl. Við tølum vísti hann á, at hygg­ur ein eftir, hvussu tað hev­ur gingið hjá fiskivinnuni saml­að mong tey seinastu árini, so hevur yvirskotið bert verið góðar 100 milljónir krón­ur. Inntøkulógaruppskotini eru mett at geva einar 170 milljónir krónur tilsamans. - Tí er neyðugt, at vit fáa avgreitt lógina um vinnu­ ligan fiskiskap, sum skjótast, segði landsstýrismaðurin við fíggjarmálum. Andstøðan er eisini ónøgd við fyribilsloysnirnar. Páll á Reynatúgvu, Tjóð­ veldi, undrast yvir, at sam­ gongutingfólk fram­vegis, eftir trý ár í samgongu, hal­ da fram at spyrja hví onki hendir. - Ongin veit hvar bólturin er, segði hann. Hann mælti til at vit royna at sleppa undan fyri­ bilsoysnum og heldur, at flokk­arnir eiga at seta seg sam­an og finna eina varandi loysn. - Eg vil heita á sam­gongu­ na at melda út um man ætlar at fáa andstøðuna við til at gera eina nýskipan av fiski­vinnuni. Tað minsta vit kunnu krevja er eitt svar uppá hendan spurningin, segði Páll á Reynatúgvu. Kári P. Højgaard, Sjálv­ stýris­flokkurin, segði, at and­støðan hevur meldað út, at flokkarnir í samgonguni skulu semjast áðrenn 1. febru­ar, men onki er nevnt um, at andstøðan skal vera við. Skúlin Eitt uppskot til samtyktar frá Gunnvør Balle, Tjóðveldi, um at eftirmeta fólkaskúlan, fekk tingfólk úr stólinum og orða­skifti vardi einar fýra tímar. Gunnvør Balle skeyt upp, at vit fáa ein før­oysk­an fólkaskúla, sum er grund­ festur í føroyska sam­felag­ num. Hon heldur, at vit mugu av­gera, hvat vit vilja hava, at ein føroyskur fólkaskúli skal brúkast til. - Vit liva við og av havi­ num. Tað sæst ikki nóg væl aftur í skúlanum, segði hon. Samgongan luttók eisini í orða­skiftinum. Millum ann­að Edva Jacobsen, Sam­ bands­flokkurin. Hon segði, at eftir henn­ ara meting, so eru ov fáir møguleikar hjá teimum sum fara úr fólkaskúlanum at finna aðrar møguleikar enn mið­náms­skúlar. - Tað ber til at velja einstøk fak og so kortini sleppa víð­ ari á útbúgvingarleiðini. Eitt slíkt yvirlit, haldi eg vit mang­la, segði Edva Jacobsen. Uppskotið var til sam­ tykt­ar og var beint í mentun­ nar­nevnd­ina. Orðaskiftið í tinginum undan heystfrítíðini bendir á, at samgongan hevur valt at halda saman til valskeiðið er runnið Politiska støðan: