Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjóvinnuhúsið Jón Brian Hvidtfeldt Í ár og næsta ár skal Tórs­ havnar Havn gjalda tær 74 milliónir krónurnar, sum tað kostar at innrætta Sjó­ vinnuhúsið. Rokningin kem­ur oman á aðrar 20 milli­ónir, sum eru brúktar til at renovera fasadurnar á bygninginum. Og møgu­ liga kemur ein eyka­rokn­ ing afturat fyri grønu orkuloysnina á 4-5 milliónir, nú bygningurin skal hitast við sjóvarhitan. Sambært býráðspolitik­ arum og –samtyktum skulu pengarnir sum nevnt takast av íløgukonto hjá Tórshavnar Havn. Men hetta er, sambært Bjørn á Heygum, at pakka veruleikan dekan ov nógv inn. – Pengarnir eru partur av samlaðu puljuni, sum Tórs­ havnar Kommuna hevur at ráða yvir. Havnapengar eru ein kommunal inn­ tøka, staðfestir Bjørn á Heygum. Argumentið um at Tórshavnar Havn er ein eind við egnum roknskapi, sum sjálv skapar sínar inntøkur og eisini hevur rætt til at disponera yvir sínar íløgur, røkkur ikki langt í hugaheiminum hjá advokatinum. – Kommunan kann sjálvandi velja at lata Tórshavnar Havn hava sín innanhýsis roknskap, eins og ein dagstovnur ella annar kommunalur stovnur kann hava sín innanhýsis roknskap. Men kommunan skal roknast sum ein heild, og tí er diskusjónin óviðkomandi. Tað eru skattaborgararnir í Havn, sum í síðsta enda gjalda alla rokningina á 100 milliónir krónur. Alt annað tos er rein undanførsla, sigur Bjørn á Heygum. Skattalætti Tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fram fígg jarlógaruppskotið fyri 2015, eftirlýstu mong, hvar skattalættin til lægru inntøkurnar bleiv av. Landsstýrismaðurin sendi apuna víðari til komm­ unurnar, sum sam­bært honum fara avstað við at kalla øllum skatta­krón­un­ um hjá lægru inn­tøk­un­ um. Men á Vaglinum í Havn var eingin hjálp at heinta. Sama kvøld legði Tórshavnar Kommuna fram sína fíggjarætlan fyri 2015, ið hevur neyvt sama skattaprosent og barna­ frádrátt sum í ár. Í samrøðu við in.fo morg­unin eftir segði borg­ar­stjórin í Havn, sum eisini er formaður í Kommunufelagnum, at skulu kommunurnar veita skatta­lætta, so mugu tær fáa endur­gjald frá land­ inum. – Tað er fullkomiliga hol í høvdið at tosa um, at kommunur skulu lækka skattin. Landið krevur okkum at rinda bæði eitt og annað og tað ber ikki til, samstundis sum vit skulu lækka skattin. Skulu vit veita skattalætta, mugu vit eisini fáa part av inn­ tøkunum hjá lands­kass­ anum, segði Heðin Morten­ sen við in.fo 1. oktober. Tá fíggjarlógin fyri 2015 var til fyrstu viðgerð í løg­ tinginum nakrar dagar seinni, hevði løgmaður hug at harta Heðin Mortensen: – Javnaðarborgarstjórin í Havn, sum eigur øgiliga nógvar pengar, vil ikki geva teimum lágløntu skatta­ lætta, segði Kaj Leo Holm Johannesen í tinginum henda dagin. Bjørn á Heygum held­ur fast um, at tað eru skatta­ borgararnir í Havn, sum í síðsta enda rinda alla íløg­ una á stívliga 100 milliónir krónur, sum tað kostar at umvæla Sjóvinnuhúsið. – Havnapengar eru ein kommunal inntøka, og Tórs­havnar Kommuna eig­ur tí pengarnar. Tað er einki til hindurs fyri, at hesar 100 milliónirnar verða tiknar inn í komm­ unu­kassan og latnar út aftur í skattalætta til borg­ar­ar­nar í Tórshavnar Komm­unu, sigur Bjørn á Heygum. Advokaturin minnir á, at Tórshavnar Havn er óloysiliga knýtt at komm­ ununi. – Sostatt vil eitt undir­ skot ella ein ógoldin rokn­ing hjá Tórshavnar Havn í síðsta enda eisini enda býráðsskrivstovuni á Vaglinum, sigur Bjørn á Heygum. Sjálvt ikki ein møgulig býráðssamtykt um at lata inntøkur hjá Tórshavnar Havn vera verandi við havnalagið og virksemið har, hevur nakran yvir­ skipaðan týdning. – Eg kenni onga slíka býráðssamtykt. Men sjálvt um eitt býráð einaferð í tíðini skuldi havt samtykt tað, so broytir tað ikki veru­leikan, at allar inn­ tøkur hjá Tórshavnar Havn eru inntøkur hjá Tórshavnar Kommunu. Tí kann býráðið til dømis brúka inntøkurnar til at lækka kommunuskattin, staðfestir Bjørn á Heyg­ um. Innballað rokning til skattaborgaran Hóast býráðssamtyktir og politikarar leggja stóran dent á, at íløgan í Sjóvinnuhúsið verður fíggjað av Tórshavnar Havn, so er tað sambært advokatinum Bjørn á Heygum ein sannleiki við modifikatiónum Nielsen, stjóri á Um­hvørvis­ stovuni. Kommunan kundi við øðrum orðum latið onkra privata fyritøku bygt ein vinnuligan bygning á leigu­ grund, har sum gamla salt­sølan stendur í dag. Møgu­leikin er tó als ikki um­ røddur í frágreiðingini hjá Tórshavnar Kommunu til Kommunala Eftirlitið. Lógloysi Advokaturin hevur fylgt málinum um Sjóvinnuhúsið, og hansara niðurstøða er greið: – Tórshavnar Kommuna er farin út um alt mark fyri, hvat ein kommuna hevur heimild til, sigur Bjørn á Heygum. Hann reisir tí spurningin, hvat vit hava skrivligar reglur og eitt eftirlit til, um so er at slíkt ber til. Tórshavnar Býráð játt­ aði fyrst 20 milliónir krón­ ur til at renovera fasad­ urnar á bygninginum. Síð­ani tók býráðið undir við einum tilmæli frá havna­ meistaranum um at brúka 4,2 milliónir krónur til ráðgeving og projektering, ið skuldi liggja til grund fyri at bjóða arbeiðið út. Havnameistarin roknaði tá við at bygningurin kundi innrættast fyri 58 milliónir. Men tá avtornaði bleiv kostnaðurin 74 milliónir krónur. Og tá er framvegis óvissa um rokningina fyri sjóvarhitan, sum er ein íløga á 4-5 milliónir krónur. – Býráðspolitikararnir eru allir involveraðir í málið, og tí mutar eingin ímóti ídag. Ert tú ósamdur, so ert tú ósamdur við tær sjálvum, og tað er sjáldan gott fyri ein politikara, sigur Bjørn á Heygum. sína uppgávu fyri fult: – Tá ein kommuna brúkar sum høvuðsargument, at hon noyðist at brúka 100 milliónir krónur fyri at verja eina 20 ára gamla íløgu á 1,5 millión, so má onkur ávaringarlampa fara at ringja hjá einum eftirlitisstovni, argumenterar Bjørn á Heygum. Annað argument hjá Tórshavnar Kommunu er, at talan verður bara um at leiga út yvirskotskapasitet. Eitt argument, ið Kommunala Eftirlitið tekur til sín í síni niðurstøðu. – Tórshavnar Kommuna má tí ongantíð taka kommunalt virksemi út úr bygninginum fyri at geva privatu vinnuni betur pláss í Sjóvinnuhúsinum. Tað er sostatt ikki áhugin fyri leigumálum frá privatum, sum skal verað avgerandi fyri, hvør húsast í bygninginum, men heldur tað kommunala virksemi, segði Kommunala Eftirlitið í síni niðurstøðu. Í samrøðu við Sosialin 6. oktober hevði Hilmar Høgenni tó sera trupult við at greiða frá, hvussu eftirlitið ætlar sær at hondhevja hesa niðurstøðu. Við øðrum orðum setir Kommunala Eftirlitið Tórshavnar Kommunu krøv, sum eftirlitið sjálvt ikki dugir at definera. Tann støðan byggir undir uppáhaldið hjá advokatinum um eitt meiningsleyst eftirlit: – Hvat hava vit eitt eftirlit til, um tað so sjónliga ikki røkir sína uppgávu. Tá kann eftirlitið tað sama fara til hús, sigur Bjørn á Heygum. Niðurstøðan hjá Hilmari Høgenni í málinum um Sjóvinnuhúsið var somikið bleyt, at Tórshavnar Komm­ una aftaná alment boð­aði frá, at Kommunala Eftir­ litið hevði ”blástemplað Sjó­ vinnuhúsið.” – Tað sigur væl alt, stað­ festir Bjørn á Heygum. taru vág – Tá ein kommuna brúkar sum høvuðsargument, at hon noyðist at brúka 100 milliónir krónur fyri at verja eina 20 ára gamla íløgu á 1,5 millión, so má onkur ávaringarlampa fara at ringja hjá einum eftirlitisstovni, argumenterar Bjørn á Heygum. Sambært advokatinum er stóra íløgan í Sjóvinnuhúsið beinleiðis í stríð við kommunustýrislógina.