Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Her er heilt galið. Her hong­ ur als ikki saman. Bjørn á Heygum er av­ gjørdur í síni niðurstøðu um stórslignu ætlanina hjá Tórshavnar Kommunu at brúka smáar 100 milliónir krónur til at umvæla gomlu saltsøluna, soleiðis at hesin gamli bygningur á Vest­aru vág í Havn sambært komm­ ununi sjálvari kann vera við til at stmbra og menna vinnulívið í býnum. Higartil hevur Tórshavnar Kommuna samtykt at brúka 94 milliónir krónur til at umvæla bygningin, ið hevur fingið navnið Sjóvinnuhúsið. Harafturat er sannlíkt, at ein eykarokning kemur seinni, nú bygningurin skal hitast við sjóvarhita. Sambært skjølunum í málinum verður bygningurin innrættaður í neyvum sam­ starvi við ávísar vinnu­ fyri­tøkur í býnum, sum eftir ætlan skulu flyta inn í nýumvælda bygningin. Sam­ bært kommununi sjálvari leggur hon við íløguni lunnar undir eitt virkið og vakið vinnulív. Kommunala ætlanin fær allar ávaringarlampur at blinka hjá advokatinum Bjørn á Heygum. – Tað er ikki ein kommunal uppgáva at byggja við tí endamáli at leiga út til vinnu­ lívið, sigur Bjørn á Heygum avgjørdur. Tórshavnar Kommuna hevur ført fram, at talan er um at leiga út ein yvir­skots­ kapasitet í einum bygn­ingi, sum kommunan framm­an­ undan eigur. – Um hugt verður eftir teimum ætlanum, ið alment eru komnar fram um bygn­ ingin, so er hetta í besta føri ein undanførsla. Við has­um leistinum kanst tú mani­ pulera við hugtakinum yvir­ skotskapasitetur, júst sum tú vil, sigur Bjørn á Heygum. Sambært advokatinum er nakað grundleggjandi galið, tá ein kommuna velir at brúka 100 milliónir krónur til vinnuligt virksemi av hes­ um slag. Bjørn á Heygum vísir serliga til grein-50 í kommunustýrislógini, ið ásetir kommunala leiklutin mótvegis vinnulívinum. Grein-50 sigur, at ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinn­ ing fyri eyga. Víðari sigur stk.2 í somu grein, at kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru. Víðari ásetir sama grein, at kommunustýrið skrivliga skal boða landsstýrismanninum frá, um nakað slíkt virksemi fer fram. – Ætlanin við Sjó­vinnu­ hús­inum á Vestaru Vág fer út um alt mark og spreingir allar karmar í kommunalu lóggávuni. Her hongur snøgt sagt ikki saman, ljóðar avgjørda niðurstøðan hjá Bjørn á Heygum. Advokaturin tekur fram høvuðsargumentið hjá Tórshavnar Kommunu, sum mótvegis Kommunala Eftir­ litinum vísir á, at kommunan má viðlíkahalda ein bygning, sum annars hevði farið fyri skeytið. – Hvussu kunnu fólk í ramasta álvara siga seg noyðast at verja eina íløgu á 1,5 millión við at brúka aðrar 100 milliónir, spyr Bjørn á Heygum og heldur fram: – Gongur hetta ígjøgnum, so skapar tað fordømi fyri aðrar, framtíðar íløgur. Kommunan hevur víst á, at hon afturi í 1994 keypti bygningin frá einum trota­ búgvi fyri 1,5 millión krónur. Endamálið við keypinum var at tryggja sær, at onkur annar ikki fór avstað við bygninginum og møguliga fór at brúka hann til annað endamál enn tað, sum komm­u­nan ynskir skal vera á havnalagnum. Hesi 20 árini hevur kommunan lut­víst brúkt bygningin til verk­stað, smiðju, goymslu og starvs­fólka­høli hjá nøkrum av starvs­fólk­un­ um hjá Tórshavnar Havn. Somu­leiðis er ein partur av bygninginum leigaður út til nakrar vinnufyritøkur. – Hóast bygningurin er gamal, so kundi tú óivað fing­ið somu upphædd fyri hann í dag sum í 1994, ljóð­ar metingin hjá Bjørn á Heyg­ um. Sølan Í síni frágreiðing til Kommu­nala Eftirlitið vísir Tórshavnar Kommuna á týdn­ingin av at kommunan sjálv hevur tamarhald á, hvat virksemi fer fram við havnalagið. Sambært komm­ ununi er tí ikki skilagott at selja gamla saltsølubygningin, sum kommunan keypti í 1994. Verður bygningurin seldur, so fylgir lendið undir bygninginum við. Og tá kann kommunan við tíðini missa tamarhaldið á økinum, til dømis um keyparin einaferð í framtíðini velur at brúka økið til okkurt annað. – Hetta er ein rættuliga tápulig undanførsla og enn eitt dømi um, hvussu tú kanst manipulera, júst sum tú vil. Kommunan kann antin selja bygningin ella lata vinnulívið byggja sær bygningar á hesa leigugrundina, ynskir man tað, sigur Bjørn á Heygum. Við Sosialin 3. ok­tob­ er upplýsti stjórin á Um­ hvørvisstovuni, at hetta er ein vanligur framferðar­hátt­ ur: – Tað er einki, sum forðar vinnu­lívinum at byggja bygningar á leigugrund. Tað er ein vanligur háttur at brúka, um kommunur ikki vilja spæla sær av við lendi við havnaløg, sigur Petur sjóvinnuhúsið – Tað kann ongantíð vera ein kommunal uppgáva at byggja til at leiga út til vinnulívið. Tvørturímóti er hetta í stríð við kommunulóggávuna, sigur Bjørn á Heygum. Advokaturin heldur sera lítið um avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu at brúka smáar 100 milliónir til Sjóvinnuhúsið Jón Brian Hvidtfeldt Advokaturin Bjørn á Heygum hevur við áhuga og undran lisið niðurstøðuna hjá Kommu­nala Eftirlitinum, sum herfyri fór inn í málið um ætlanina hjá Tórs­havn­ ar Kommunu við Sjó­vinnu­ húsinum. Hansara niður­ støða er greið: – Her er snøgt sagt einki høpi ella skil í niðurstøðuni, ljóðar skotsmálið frá Bjørn á Heygum. Sosialurin viðgjørdi um dagarnar niðurstøðuna hjá Kommunala Eftirlitinum. – Okkara niðurstøða byggir á ta frágreiðing, sum kommunan sendi okkum, segði Hilmar Høgenni, sum samstundis váttaði, at eftir­ litið sjálvt hevur einki upp­ søkjandi arbeiði gjørt. Leiðarin fyri Kommunala Eftirlitið váttaði, at eftir­litið hevur ikki hugt í bý­ráðs­ sam­tyktir, hevur ikki hugt eftir tí stóru framløgu, sum Tórshavnar Havn í august í fjør hevði um fram­tíðar­ ætlanirnar við bygninignum. Og eftirlitið hevur heldur ikki hugt eftir nøkrum av tí, sum eitt nú býráðspolitikarar alment hava sagt um bygn- ingin. – Nei, okkara niðurstøða byggir á frágreiðingina hjá Tórshavnar Kommunu, segði Hilmar Høgenni við Sosialin 6. oktober. Far heim Sambært Bjørn á Heygum er eftirlitsarbeiðið so illa úr hondum greitt og eftir­lits- uppgávan somikið misrøkt í málinum um Sjóvinnuhúsið, at tað má fáa avleiðingar. – Tá Kommunala Eftirlitið vísir ein slíkan holdning, so kann eftirlitið tað sama pakka saman og fara heim, ljóðar uppgevandi niður­ støðan hjá Bjørn á Heygum. Sambært advokatinum kundi eftirlitið byrjað við at hildið ítøkiligu ætlanina við Sjóvinnuhúsinum upp ímóti grein-50 í kommunulógini, sum definerar kommunala leiklutin í vinnuligum virk­ semi. – Sama grein sigur enntá, at eitt kommunustýri skriv­ liga skal boða lands­stýris- manninum frá, áðrenn farið verður undir nakað virksemi, ið kann metast at vera av vinnuligum slag. Mær vitandi er tað ikki gjørt, og eftirlitið tykist ikki so frægt spyrja eftir tí, sigur Bjørn á Heygum. Advokaturin eftirlýsir snøgt sagt, at eftirlitið tekur Eftirlitið spælt fallit Advokaturin Bjørn á Heygum hevur so lítið til yvirs fyri niðurstøðuni hjá Kommunala Eftirlitinum í málinum um Sjóvinnuhúsið, at eftirlitið eftir hansara tykki tað sama kann avtakas Lógloysi á Vesta