mánadagur 13. oktober 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
flogoyggj
Fyrsta byggistig er longri vøllurin, annað byggistig er
styttri vøllurin; og triðja byggistig er havnabyggingin. Prísurin
er mettur at verða 2,4 milliardir krónur fyri fyrsta byggistig, 2
milliardir fyri annað byggistig og 1,2 milliardir fyri triðja byggistig.
Heimsins størstu flogfør skulu lenda á flogoynni.
Við tað, at oyggin liggur so lágt standast eingir trupulleikar
av mjørka, og við tað, at eingi fjøll eru nærindis oynni verða
eingir trupulleikar av turbulensi, siga fyriskipararnir.
Albert
Isfeld,
verk
frøðingur greiddi frá, at
undir
vøllinum,
framvið
bryggjukantinum, skal vera
møguligt at byggja vøruhús
og annað líknandi virksemi.
Eisini
skal
havnaøkið
byggjast, bæði til fiskiflota,
ferðamannaskip, supplyskip
og farmaskip. Skrivstovu-,
avgreiðslu- og hotellbygn
ingar fáa eisini pláss á oynni.
-
Ikki
minst
verður
hugsað um fiskivinnuna,
sum her kann umskipa
vøruna beinleiðis frá fiski
skipum, virkjum og upp í
flogførini og soleiðis fáa
vøruna so nýggja sum gjør
ligt til teir fjarskotnu mark
naðirnar í Asia, Australia og
Amerika.
Fýra byggistig
Fyrsta stig fevnir um tann
stóra vøllin upp á 3.300
metrar,
terminaløki
við
minni terminali á 7.000 m²,
verkstaðsbygning
og
til
hoyrandi parkeringsøki og
uppkoyring frá tunnli til
flogvøllin. Mettur kostnaður
er 2,4 mia. krónur.
Annað stig fevnir um
tann minna vøllin upp á
2.500 metrar, størri ter
minal (+ 10.000 m²), størri
parkeringsøkið, verkstaðs
bygning og byrjan upp á
havnarbygging.
Mettur
kostnaður er 2,0 mia. krónur.
Triðja stig fevnir um
størri havnarbygging, størri
terminal, størri verkstaðs
bygning og størri parker
ingsøkið. Mettur kostnaður
er 1.2 mia. krónur.
Samlaði byggikostnaður
in er tískil 5,6 mia krónur.
Jákup Sverri Kass,
stjóri Vága Floghavn
- Tað er torført at fyrihalda
seg til verkætlanina, uttan
neyvari tøl og greiningar,
sigur Jákup Sverri Kass, stjóri
á Vága Floghavn. Hann vísir á,
at tá talan er um at fylla upp
við gróti, eru tað kolossalar
mongdir talan er um.
- Fyri at leingja flogvøllin í
Vágum máttu vit eisini fylla
upp. Til tess nýttu vit heili 1,4
milliónir tons av gróti, og tað
hevði munað sera lítið úti í
Tangafirði, sigur Jákup Sverri
Kass.
Airport 19-toymið tosar um
ein regularitet upp á nærum
100 prosent. Vága Floghavn
hevur ein regularitet upp á
yvir 99 prosent.
- Betranin er rættiliga
avmarkað og hvat viðvíkur
prátinum um bogaðar
innflúgvingarmøguleikar, so
hava vit sjálvandi eisini tann
møguleikan í Vágum, sigur
Jákup Sverri Kass.
Viðmerking: