Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Um 100 fólk møttu á Hotel Før­oyum til framløguna av forvitnisligu flogoynni, sum Air­port 19 toymið skipaði fyri. - Ætlanin er at knýta allar Føroyar saman við allari verðini, segði Jóannes Peter­ sen, høvuðsmaður handan ætlan­ina. - Føroyar eru væl plaser­ að­ar á heimskortinum. Vit ligg­ja millum Europa og Amerika. Heimspartarnir, ið saman við Kina, eru teir størstu og ríkastu ríkis­ part­ar­nir í heiminum. Helst einki land í heiminum hevur so strateg­iskt hepna plasering við so mongum møguleikum inn­an handil, samvinnu og sam­ferðslu, skriva fyrireikararnir í arkitektafrágreiðingini. -  Høvuðsvinna okkara fer við flogoynni at kunna senda stórar nøgdir av fiski til marknaðin og verða á mark­naði­num við fiskinum inn­an fáar tímar. Fiskurin skal kunna umskipast bein­ leið­is frá fiskiskipum og upp í flogførini. Síðani kun­nu vørur­nar sendast til fjar­ skot­n­ar marknaðir í Kina, Japan, Korea, Avstralia og Amerika upp á nakrar tímar. Skjóta og trygga atgongdin til mark­nað­in fer at hava við sær hægri prísir fyri okkara fiska­vør­ur. Flogoyggin fer somu­leið­is at hava týdning fyri ferðavinnuna og før­oy­ ing­ar sum heild, skriva fyri­ skipar­ar­nir. Fyrireikararnir vísa tó á, at fyri at náa hes­um mark­ naðunum, er neyðugt við góð­um flog­vallar­um­støð­um, og tað er júst hetta, teir vóna at skapa við hesi nýggju flog­oynni. - Teir stóru flogvøllirnir í Lo­n­d­on, Frank­furt og Keyp­ man­na­havn og eisini í Reyk­ ja­vík kun­nu verða okkara lop­fjøl út í stóru verð, nú flog­vallar­fasilitetir­nir verða mun­andi betri við nýgg­ ja flog­vølli­num, siga fyri­ reikar­a­r­nir. Tann 19. oyggin Ætlanin er at oyggin skal liggja oman á Flesjunum í Tanga­firði. - Hetta er en staðseting, sum gevur okkum góðar operatio­nellar karmar at virka undir, sigur Rúni Høj­ gaard, flogskipari. Flog­ oygg­in liggur lutfalsliga langt frá fjøllum, soleiðis at turbulensur ikki verður nakar trupulleiki og teir fýra inn­flúgv­ingar­møguleikarnir geva møguleika at lenda í al­ skyns veðri. Rúni Højgaard sigur, at longri vøllurin eftir ætlan verð­ur 3300 metrar og styttri verður 2500 metrar. Hetta gevur møguleika hjá teimum allarstørstu flog­ førunum at lenda í Før­ oy­um. Og tey allarstørstu flog­før­ini eru eisini tey, sum røkka teir mest fjarskotnu mark­nað­ir­nar. Rúni Højgaard segði eisini, at á eini tílíkari oyggj skal vera møguligt at lenda í mjørka, og flogoyggin fær somu góðkenning sum flog­ vøll­urin í Kastrup. Fylla út við gróti - Vit hava valt at fylla út við gróti heldur enn at nýta eina súlu­konstruksjón ella gera ein flótandi flogvøll. Vit hava eisini valt at leggja vøllin við Flesjarnar. Har er ein grynna, og tískil verður minni hjá okkum at fylla út við gróti. Hetta verður tan bíligasta loysn­ing, segði Albert Isfeld. Ætlanin er eisini at undir­sjóartunnilin undir Tanga­firði skal knýtast í flogoynna, soleiðis at koyrandi verður til og frá flogvøllinum og havn­ar­ økinum. Hósdagin í farnu viku var stóra avdúkingin á Hotel Føroyum. Airport 19-toymi avdúkaði ætlanirnar um nýggjan flogvøll í Føroyum, ella rættari sagt, nýggja flogoyggj flogoyggj Oyggin skal eftir ætlan umfata tvær flogbreytir, havnarøki, goymsluhøli, parkeringshús og uppíknýtan í undirsjóartunnil. Tvær flogbreytir geva fýra innflúgvingarmøguleikar og tískil skal regulariteturin vera nærum 100%. Oyggin skal vera hin 19. oyggin í Føroyum, harav navnið Airport 19, og fer at liggja oman á Flesjunum í Tangafirði, miðskeiðis millum Eysturoynna, Streymoynna og Nólsoynna. Talan er um eina risaverkætlan, við eini fyribils prísmeting á 5,6 milliardir krónur. Poul Michelsen, løgtingslimur Poul Michelsen løgtingslimur fegnast um, at fólk tora at koma við nýggjum hugskotum. - Tað er altíð spennandi við nýggjum tankum og perspektivum, sigur hann. Hann er tó ivasamur um fíggingina av ætlanini og hevur ikki sæð ella hoyrt um nakra fíggingarætlan. - Hvar kemur fíggingin frá? Hetta er ein risastór íløga, og eg dugi ikki at ímynda mær annað, enn at inntøkugrundarlagið er nakað avmarkað. Tískil verður allarhelst neyðugt hjá tí almenna at traðka til, um verkætlanin skal gerast veruleiki. Og kemur tað hartil, so komi eg í tankar um nógvar aðrar íløgur, sum skulu raðfestast fremri, sigur hann. Torbjørn Jacobsen, havnameistari - Tað er torført at taka ætlanina fyri fult, tá hon er so leys. Eingin fíggingarleistur er lagdur fram, ongar mátingar og royndir annars gjørdar. Tað heldur Torbjørn Jacobsen, havnameistari. Torbjørn Jacobsen saknar at síggja eina burðardygga fíggjarætlan fyri verkætlanina. - Hatta er ein stór íløga, og ein vónar, at inntøkurnar frá ferðsluni fara at fíggja bæði bygging og rakstur, men eg loyvi mær at ivast, sigur hann. Torbjørn Jacobsen sigur eisini, at hann ivast í, um verkætlanin yvirhøvur letur seg gera. - Eg havi ofta siglt framvið Flesjunum, og sum har hevur sæð út seinastu dagarnar, hevði ikki verið hugsingur um at lent á teimum, sigur hann. - Tó so, tað er gott, at fólk ikki eru givin at koma við hugskotum. Viðmerking: At sambinda allar Føroyar við allan útheimin