Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Umboð fyri samskiftisfyri­ tøk­una Sansir vóru um viku­ skiftið í Kekkia fyri at taka móti altjóða filmsprísi á Karlovy Vary International Tourism Film Festival. Nýggja ferðavinnubrandið og filmurin, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands í 2013, fekk fyri fjórðu ferð á ár ein altjóða prís. – Tá vit fingu boðini um, at vit høvdu vunnið prísin í kapping við 217 aðrar film­ar, vóru vit overfegin, sigur Tór Verland Johansen, kunda­ stjóri á Sansum. – At filmurin og kon­septið fýra ferðir hevur vunn­ið heiður á altjóða films­festi­ val­um, eru vit sjálvandi ógvu­liga errin av. At fáa tílík herða­klapp er avgjørt nakað, sum hevur týdning. Tað vísir millum annað, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði og at filmurin skarar framúr. Filmurin hevur fyrr vunn­ ið prísir innan katagori­ir­nar editing, eco-tourism og out­ door tourism. Nýggjasti heið­ urin, sum føroyskt fram­leiddi filmurin hevur vunnið, er aðru virðisløn í kata­gori’ini filmar yvir tríggjar minuttir, sum millum annað marknaðarføra lond, økir og býir. – Vit fingu nógv rós fyri bæði stórslidnu myndirnar og tónleikin, men tað var tað serliga Un-koncept og hátt­ urin, sum tað verður brúkt uppá, sum hugtók dóms­ nevndina, greiðir Tór Verland Johansen frá og heldur á fram: – Tá vit fóru inn í kapp­ ingina um at branda Føroyar, vistu vit, at vit máttu skapa eitt sterkt og serstakt konsept – okkurt óvanligt. Uppgávan var – og er framhaldandi – at Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum, sigur Tór Verland. Sansir gjørdi millum ann­að eina stóra kanning í jan­uar 2013, har fleiri enn 5.000 fólk vóru spurd um teirra uppliving av Før­oy­ um. Sambært Tór Ver­land Johansen avdúkaði kann­ ingin nógv áhugavert. Eitt nú sást eitt mynstur, har fleiri av orðunum, sum fólk brúktu fyri at lýsa Føroyar, vóru sokallað un-orð. – Júst hetta, at Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí mest áhugaverda, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leið­ir, heldur enn at fylgja fóta­spor­ um, sum onnur longu hava traðkað, sigur Tór Verland Jo­hansen. Við orðunum »Unspoiled, Unexplored, Unbelievable« og við einum »un« framm­an fyri í lyklaorðum í lýs­ingar­ tekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr. – Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum »størri og betri«. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðr­ vísi enn øll onnur, sigur Tór Verland Johansen. Konseptið vann ársins marknaðarátak í Føroyum í fjør. Tað eru føroysku Sans­ir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquid­minds hava staðið fyri fram­leiðsl­ uni av prísvinnandi summar­ filminum. tíðindi Altjóða prísur til føroyskan film – fyri fjórðu ferð Í kapping við 217 aðrar filmar vann filmurin hjá Sansum, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands í fjør, virðisløn í Kekkia Tór Verland Johansen og Bogi Henriksen frá Sansum taka ímóti virðislønini á hátíðarhaldi í Kekkia um vikuskiftið Fakta um filmin: • Fyrst vann filmurin gull á altjóða filmsfestivalinum »On the East Coast of Europe« í Bulgaria innan kategoriina »Nature & Ecotourism«. • Síðani var tað »Zagreb Tourfilm Festival« sum heiðraði filmin við »Best Editing«. • Stutt eftir var tað »Baku International Tourism Film Festival« í Aserbadjan sum heiðraði filmin. Nýggjasti heiðurin, sum føroyskt framleiddi filmurin hevur vunnið, er aðru virðisløn í Karlovy Vary International Tourism Film Festival í katagori’ini filmar yvir 3 minuttir, sum m.a. marknaðarføra lond, økir og býir.