mánadagur 13. oktober 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hóast vit høvdu buldrasligt
veður onkra løtu í endanum
av september, er veðrið
blíðkað aftur.
Javndøgurstormar, sum
tey gomlu plagdu at rópa
tað, er ikki ókent fyribrigdi.
Vit kunnu siga, at soleiðis
var eisini í september í ár.
Í morgun var ivaleyst
fyri fyrstu ferð í heyst frost
á onkrum bilrúti og kanska
á onkrum vegastrekki eisini.
Vit kunnu tí siga, at frostið
kom áðrenn píkarnir, tí pík
ar eru ikki loyvdir fyrr enn
15. oktober. Tað er ikki fyrr
enn mikudagin.
Sambært Landsverki var
minsti vegahitin seinasta
samdøgnið niðri á -0,8 stigum.
Enn bendir tó einki á, at
vit fáa nakran kava, tí sam
bært yr.no fer hitin næstu
dagarnar at liggja millum 4
og 9 stig.
Hyggja vit eftir, hvat
danska veðurstovan - DMI
- sigur um veðrið teir næstu
dagarnar,
verður
veðr
ið morgin millum lot og
andøvsgul av norði, sum
lækkar niður í ein eystan,
tríggjar til átta metrar um
sekundið. Tað verður turt og
nakað av sól. Hitin um dagin
fer at liggja um átta stig og
um náttina millum tvey og
sjey stig.
Mikudagin verður gul til
stívt andøvsgul av eystri,
fimm til tíggju metrar um
sekundið, og sum náttin
gongur verður hann upp í
strúkur í vindi, 8-13 metrar
um sekundið. Hitin fer alt
samdøgnið at liggja um átta
stig.
Veðrið hósdagin verður
nakað sum mikudagin, 8-13
metrar um sekundið, og hós
dagin kemur hitin upp í eini
10 stig.
Fríggjadagin verður sami
hiti, men meira vindur, uppí
eini 13-18 metrar um sekund
ið av eystri ella landsynningi.
Sambært
veðurstovu
num fáa vit ongan kava enn,
og roknast kann heldur ikki
við, at trupulleikar verða við
frosti teir næstu dagarnar.
Hóast frost var á onkrum bilrúti í morgun, bendir einki á, at vit fáa nakran kava teir næstu
dagarnar. Heldur verður hitin veksandi og kemur upp í eini 10 stig, sum vikan gongur
Eingin kavi á hesum sinni
Martin fyri seinastu ferð
Vilmund Jacobsen
Í samband við, at sóknar
presturin gevst, bjóðaði
kirkjustýrið í Nes kirkju
sókn øllum til morgun
matar fyri gudstænastuna.
Hetta var ein altarguds
tænasta, har eisini kirkju
kórið
í
Fríðrikskirkjuni
luttók.
Í út við 40 ár hevur
Martin Restorff Jacobsen
røkt embætið sum sóknar
prestur, seinastu 13 árini í
Nes prestagjaldi.
Eftir trúgva tænastu
hevur hann nú avgjørt at
gevast sum sóknaprestur.
Nes kommuna veit at
siga, at tey 40 árini, sum
Martin Restorff Jacobsen
hevur starvast sum prestur,
hevur hann arbeitt í fýra
ymiskum prestagjøldum.
- Hann var fyrst í fýra
ár í Suðuroyar sunnara
prestagjaldi við bústaði í
Vági, trý ár í Fredericia í
Danmark, 21 ár í Norður
streymoyar
prestagjaldi
við bústaði í Hvalvík, og
seinastu 13 árini hevur
hann so verið sóknar
prestur í Nes prestagjaldi
- við bústaði í prestagarði
num á Nesi, sigur kommun
an.
Um dagarnar
verða flestu fjøll
gingin. Skúlabørnini
hava heystfrí, og
mongum dáma væl
at vera við, tá flett
verður
Veðrið í morgun - stilt og blítt, men eitt sindur kaldari, enn tað hevur verið. Enn kemur eingin kavi.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sjó
menn
hittast
Vilmund Jacobsen
Annar kemur aftur. Tað
er Kim Nolsøe. Hin fer
avstað við kufferti. Tað er
Anfinn Nielsen, kendur
úr bólkinum Anfinn & Co.
Soleiðis er sjólívið.
Myndin, sum er løgd út
í gjár, liggur á facebook-
síðuni - Nólsoy í myndum.
Sunnudagin hevði Martin R. Jacobsen sína seinastu
gudstænastu sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi
Martin Restorff Jacobsen hevur verið prestur
í Nes prestagjaldi seinastu 13 árini
Mynd: nes.fo
Tær eru óførar og lata
ongan sunnumorgun fara
afturvið - uttan saltan
sjógv. Í gjár vóru tær sjey
í tali, sum lupu á bláman
á Malarenda í Nólsoy