mánadagur 13. oktober 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Tað ljóðar kring landið, at
menn lata ymiskt at slakti
num. Summastaðni siga teir,
at lombini eru miðal - og
kanska eitt sindur betri enn
miðal. Aðrastaðni lata teir
verri at og siga, at lombini
eru lakari enn miðal.
Heystfrítíðin,
tá
fleiri
hava frí, og nógv fjøll verða
gingin, er júst byrjað, og tí er
trupult at taka saman um.
Men,
í
Nólsoy
letur
Mikkjal Holm ikki serliga væl
at og heldur, at lombini sakt
ans kundu verið betri.
Úr Stóru Dímun sigur Óla
Jákup úr Dímun, at har eru
øll fjøllini longu gingin.
Hann dylur ikki, at fyrsta
fylgið, teir róku, royndist illa.
Hinvegin hava hini fylgini
- tey eru fýra í tali - roynst
rímiliga væl, kanska miðal
ella heldur betri enn tað.
- Hví hetta fyrsta fylgið
royndist so illa, er trupult
at siga. Áseyðatalið í hesum
fylgi hevur verið tað sama í
nógv ár.
Sjálvur hevur hann hugs
að um, hvørt hetta kann hava
nakað við tað at gera, at so
lítil lundi hevur verið í fleiri
ár. Nevnda fylgið gongur á
landnyrðingssíðuni á oynni,
har nógvur lundi var áður.
- Eg havi tí sett mær
spurningin, um hetta kann
hava nakað við vantandi
tæðing av lendinum at gera.
Hinvegin var seinasti vetur
ógvuliga vátur og lýggjur, og
tí kundi hugsast, at seyðurin
í ár kanska ikki fór at gerast
so góður.
Óla Jákup úr Dímun sigur,
at hann ongantíð hevur upp
livað, at hetta fylgið, sum tel
ur umleið 125 áseyðir, hevur
verið so vánaligt áður.
- Men, hini trý fylgini á
oynni royndust munandi
betri enn hetta fyrsta, og
samanumtikið eru vit nøgd
við slaktið, sum helst man
liggja um miðal - ella kanska
eitt sindur betri enn tað, sig
ur hann.
Vilmund Jacobsen
Tá Fiskamarknaður Føroya
fríggjadagin gjørdi sínar
metingar
um
landingar
hesa vikuna, vóru bara trý
línuskip til fiskiskap. Eitt
skip var undir Íslandi, og
eitt var undir Føroyum.
- Skipini undir Føroyum
fiska mest tosk og hýsu,
meðan skipið, sum fiskar
undir Íslandi, fær blandaða
veiði, tó mest av toski. Vit
vænta, at hesi trý skipini
landa fyrst í hesi vikuni.
Eitt annað línuskip, sum
frystir
veiðina
umborð,
fiskar eisini undir Føroyum
í løtuni.
Fríggjadagin
væntaði
Fiskamarknaður Føroya, at
fleiri skip fóru at loysa um
vikuskiftið.
Útlitini til útróður eru
góð, tí bæði streymur og
veðurútlit eru til vildar.
- Vit vænta tí nakað av
útróðrarfiski hesa vikuna,
og
talan
verður
helst
um tosk og hýsu, sigur
marknaðurin.
Útlitini til útróður eru
góð, tí bæði streymur og
veðurútlit eru hampilig
Slaktið roynist ymiskt
Trý línu
skip landa
hesa vikuna
Í morgun varð
grind funnin tríggjar
fjórðingar eystur úr
Svínoynni. Seinast,
vit vistu, var ætlanin
at reka grindina á
Hvannasund
Væntandi
landa
fleiri par
trolarar
hesa
vikuna
Vilmund Jacobsen
Á Fiskamarknaði Føroya
vænta tey, at eitt par
trolarapar kemur inn at
landa í dag, og væntandi
koma fleiri, sum vikan
gongur.
Sagt verður, at fiski
skapurin hjá partrolaru
num sum heild er smál
igur.
Lítil drift er hjá djúp
vatnstrolarunum
og
fríggjadagin,
tá
Fiska
marknaður Føroya gjør
di sínar metingar fyri
vikuna, var bara ein djúp
vatnstrolari til fiskiskap.
- Ivasamt er, um hesin,
sum fiskar svartkalva,
kemur inn at landa hesa
vikuna.
Teir smáu trolbátarnir
ávirkast skjótt av veðri,
og hóast líkindini hava
verið hampilig seinastu
dagarnar, var bara ein
trolbátur
til
fiskiskap
fríggjadagin.
Væntandi fóru tó aðrir
út um vikuskiftið.
Fiskamarknaður Før
oya visti eisini at siga
fríggjadagin, at trý garna
skip eru til fiskiskap.
- Eitt skip landar vænt
andi í dag, og eitt kemur
inn at landa seinni í hesi
vikuni.
Lagt verður aftrat, at
eitt triðja garnaskip fiskar
havtasku.
Sambært norskum og
donskum
veðurstovum
verður veðrið hampiligt
teir næstu dagarnir, men
sum vikan gongur, veksur
hann vindin nakað.
Høgættin fánar burtur,
og seinni í vikuni fáa vit
vind av eystri ella land
synningi.
Línuskipið Kambur var á
Kollafirði mikudagin við 150
tonsum undan Føroyum.
Tað er ein góður túrur. Í dag
fer Kambur avstað aftur.
Fyrst í hesi vikuni koma væntandi trý línuskip inn at landa
Mynd: Dávur Winther
Tað er ymiskt, sum menn lata at slaktinum
higartil í heyst, men enn eru ikki øll fjøll gingin
Ymiskt er, sum menn lata at slaktinum higartil í heyst
Mynd: Vilmund Jacobsen