Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Klaksvík hækkar skattin til 22 Havnin lækkar til 20 prosent Gunvá við Keldu Býráðslimur Tað er alneyðugt fyri ein vinnu­lívsbý sum Klaksvík, at út­reiðslur verða tillaðagar inntøkurnar, ikki bara í bý­ ráðs­høpi, men eisini hjá hvørj­um einstøkum borgara. Tað er so umráðandi, at vit tryggja at skatturin ikki fer longur upp, tí fyri hvørt prosent skatturin hækk­ar, verður tað serliga tyngj­andi fyri miðal- og lág­ inntøkurnar. Sum býráð, eiga vit at halda aftur við at hækka skattaprosentið og heldur lækka tað, sum varð gjørt, tá ið fíggjarætlanin fyri inniverandi ár varð samtykt. Býráðslimir í samgonguni hava skotið eftir Fólka­flokk­ inum í sambandi við, at vit hækkaðu skattaprosentið, tá ið Heimið við Vágna varð bygt. Tað vita allir býráðslimirnir, at ein álvarsom orsøk var til hetta. Landsstýrið vildi 1% endin gjørdist 1/2% Sum eg fleiri ferðir havi greitt frá, so kravdi Føroya Landsstýri at vit hækkaðu skattin við einum heilum prosenti, um vit í heila tikið skuldu hugsa um at byggja nýtt ellis- og røktarheim. Hetta tí vit vóru so illa fyri fíggj­ar­liga og av tí at komm­ unu­skuldin var yvir einari álíkn­ing. Hóast hetta, so megn­aðu vit í samráðingum við landsstýrið, við Jó­ann­ esi Eidesgaard sum fíggjar­ málaráðharra, at fáa hetta lækkað til eitt hálvt prosent. Vit ivaðust ikki í, at vit fóru at megna tað, sum tíðin eisini vísti. Semja var síðani gjørd, ikki við okkara góða vilja, at hækka skattin við hálvum prosenti. Hetta er tað sum veruliga fór fram. Nú at fara at hækka skatt­ in, enntá ætlandi í fýra ár, nú øll tøl, bæði hækkandi fólka­ tal og skattainntøkur og lækkandi arbeiðsloysi peika rættan veg, er ikki gondin vit eiga at ganga, eisini serliga nú vit síggja aðrar kommunur ynskja at skattaprosentið verð­ur tað sama, og aðrar lækka tað. Fólkaflokkurin hevur tí skotið upp, at skattaprosentið verður tað sama komandi ár, ella møguliga lækkað, har vit vísa hvussu hetta kann fíggjast. Fleiri uppskot koma til 2. og 3. viðgerð av fíggjarætlanini. Tað er vágaverk at hækka skattaprosentið til 22%, nú vit síggja, at m.a. Havnin kanska leggur upp til at lækka skattaprosentið til 20%. Ein granat Heri Mohr Fyri nøkrum vikum síðani frættist, at ein rættiliga stór granat var funnin úti í Nóls­ oy. Serkunnleikin varð boð­ sendur og málið kannað. Tá ið Føroyar vórðu her­ settar av bretum 13. mai 1940, varð Havnar skansi tikin, og gjørdist hann sjálv mønan hjá hervaldinum. Nógvar og stórar íløgur vórðu framdar. Eitt nú vórðu duldar skot­ gravir gjørdar millum tær ymisku fyrisitingarnar inni í Skansanum; tvær stórar kanónir vórðu settar upp oman fyri Skarvhellu; nakað norðanfyri, Yviri við Strond, varð eitt elverk bygt, sum var í gongd uttan steðg (elverkið úti á Rundingi frá 1921 varð ikki ávirkað av hesum); ein ovurstórur ljóskastari við sterkari verju varð settur upp; har var ”Admiralty house” við fjarritarastøð og høgari jarnmastur og her­ manna­verju alt sam­døgrið; loft­verju­kanónir við mann­ ingar­skúrum vórðu settar upp ymsa staðni í og um Havnina. Og so allar ibúð­ irnar : fólkatalið í Føroyum øktist brádliga við 8000. Frá apríl 1940 til maj 1945 veittraði tað bretska her­ flotaflaggið á Skan­sanum. Tað kom næstan ikki fyri, at hesar báðar nevndu kanónirnar vórðu brúkt­ ar. Onkur royndar­skjót­ing kanska. Men loft­verju­ kanón­irnar – AKAK vórðu tær kall­aðar – skutu bæði dag og nátt eftir týskum bumbu­flogførum. Tær stóru kanónirnar vóru ikki heilt nýggjar. Onnur hevði verið á heimsins størsta slagskipi HMS Hood, áðrenn tað varð nýtíðargjørt gjørt við størri kanónum. Í sjóbardaga 24. maj 1941 varð skipið Hood søkt av tí týska slagskipinum Bismarck á havøkinum millum Ísland og Grønland. Av manningini, 1418, bjargaðust einans 3 mans. Tríggjar dagar seinri varð skipið Bismarck søkt av bretskum herskipum og flogførum. Næstan øll mann­ ingin, meira enn 2200, fóru í havið við skipinum. 114 vórðu bjargað. Fyrst undir krígnum búðu vit Yviri við Strond. Hað­ ani høvdu vit frítt útsýni bæði eystur og suður í allan Nólsoyarfjørð. Tað mundi vera orsøkin til, at okkara hús gjørdist Admiralty house í 1942, og vit noyddust at flyta heim í býin. Ein dagin í 1941 komu nakrir trolarar, fýra ella fimm, siglandi eystanífrá inn í Nólsoyarfjørðin. Hesir trol­ arar, vanliga kallaðir ”Aber­ deenarar”, trolaðu í stórum tali í føroyskum sjógvi. Tá var fiskimarkið 3 fjórðingar. Um trolini vóru úti, sá eg ikki, til tað var eg ov langt burturi, men tað er ikki óhugsandi, at teir trolaðu í Nólsoyarfirði. Alt í einum byrjaði Skansin at skjóta eftir trolarunum. Um skotið varð við aðrari ella báðum kanónunum, veit eg ikki. Trolararnir tyktust ikki at látast um vón, teir sigldu bara. Ikki fyrr enn tá ið teir vóru komnir millum Borðuna og Glyvursnes, løgdu teir stilt eina løtu, og so hvurvu teir suður í hav. Millum manna varð sagt, at skiparar vóru ávirkaðir, og at myndugleikin á Skans­ anum hevði eingi boð fingið frá hesum skipum. Tað skuldi vera orsøkin til, at Skansin fór at skjóta. Um nú hendan granatin funnin í Nólsoy hevur kalibur passandi til kanónirnar á Skansanum, er tað ikki óhugsandi, at hon hevur verið eitt av ávaringarskotunum frá skansanum, tá ið ”Aber­ deen­ararnir” komu (trolaðu?) í Nólsoyarfjørð ófráboðaðir við ávirkaðum skiparum á brúnni. Nú er langt fráliðið, síðan henda hendingin fór fram, og fá eru kanska eftir á lívi, ið minnast hana. Undir krígnum var Nólsoyggin mest mannað við konufólki, tí at flestu menninir arbeiddu í Havn hjá bretska hervaldinum. Hvønn morgun og hvørt kvøld sigldi eitt 10-mannafar menninar aftur og fram til og frá arbeiði. Hetta farið varð skemtiliga millum manna (havnarfólk) kallað ”Troppa­ skipið úr Nólsoy”. Viðvíkjandi Skansanum er at siga, at tá ið hervaldið í 1945 var farið av landinum, gingu nøkur ár, áðrenn ein nevnd gjørdi av, at Skansin skuldi setast í sama stand, sum hann var í fyri hersetingina. Allar skotgravirnar og tann nógva betongverjan av ym­ iskum slagi vórðu beind burtur. Í 1945 handaði bretska her­ valdið hátíðarliga umboðum fyri løgtingið, Tórshavnar bý­ráði og amtmanninum báðar kanónirnar sum gávu til Føroyar. Kanónirnar vórðu tíverri ikki ”innistongdar” ella á annan hátt vardar. Stutt tíð gekk, áðrenn alt tað nógva, sum hoyrdi til hesar væl­ virk­andi og vælhildnu søgu­ ligu kanónir, hvarv. Um tað horvna er í varðveitslu hjá tí almenna (løgtingi ella komm­unu), áttu kanónirnar at verið settar i sama stand, sum tær vóru í í 1945 og fingið hóskandi tak og verju. Vit kunnu ímynda okk­ um eina vælvirkandi og væl­ hildna kanón við søgu í stoltu bretsku marinuni: H.M.S. HOOD live á okkara fleiri hundrað ára gamla redoubt in the Faroe Islands. Á den lokkudorg til okkara turismu. Seinastu býráðssetu tilrættaløgdu vit eina vakstrarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu. Henda ætlanin varð framd júst meðan fólkatalið øktist, skattainntøkurnar hækkaðu og arbeiðsloysið lækkaði, fyri at fáa enn meira ferð á góðu gongdina og dynamikkin í býnum og í kommununi allari