mánadagur 13. oktober 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
”Tað var ein føroyskur fólkatings
maður, sum fekk hetta málið upp
at koyra”.
Hetta segði Kaj Leo, løgmaður,
við KVF í gjár um rokið sum stóðst
av hansara vitjan í Moskva.
Tað er tvætl. Tann, sum hevur
fingið hetta málið “upp at koyra” er
Kaj Leo sjálvur.
Sum mong onnur stúrsaði eg
við tá eg – á forsíðuni á Sosialinum
– sá, at Kaj Leo hevði sitið í Moskva
og meirakallað gálvað eftir okkara
sameindu, sum hava tikið stig til
tess at royna at steðga russisku
aggressiónini í Ukraina. Tað var
ikki eg, sum fór í Sosialin við hesum
– tað var Kaj Leo sjálvur.
Tað, sum vestanlondini gera,
trúði hann ikki uppá, segði Kaj Leo
í Moskva – samstundis sum hann
tosaði um “strategiskt samstarv”
við Russland.
Hetta gjørdi Kaj Leo Holm Jo
hannesen stutt eftir at hópgravir
vóru funnar í økjum í Ukraina har
russiskt stuðlaðir uppreistrarmenn
høvdu havt ræðið.
Hann gjørdi tað samstundis
sum mannarættindafelagsskapir
fortaldu um ekstreman yvirgang,
framdur av hesum somu uppreist
rarmonnum.
Hann gjørdi tað stutt eftir at
eitt ferðamannaflogfar var skotið
niður.
Hann gjørdi tað sumstundis
sum NATO fyrireikaði verjuna av
teimum av eystastu limalondunum,
sum ræddust fyri at Putin fór enn
longur.
Og hann gjørdi tað beint eftir
at ein ES-samtykt, sum lat upp
fyri møguleikanum um herd tiltøk,
hevði verið við til at trýsta Russland
til vápnahvíld.
Føroyar skeivu
megin í stríðnum
Tá Kaj Leo – vegna allar føroyingar!
– segði seg ikki trúgva uppá tað,
sum Vesturheimurin ger, setti hann
okkara land á teirri skeivu síðuni í
hesum stríðnum.
Síðani hava russiskir myndug
leikar í rósandi orðum tosað um
tingingarnar við Føroyar – sum
eini argandi boð um, at her er eitt
vestanland, ið fer aðra leið enn USA,
ES og Norra.
Hevði ein leiðari í einum stórum
vestanlandi borið seg soleiðis at,
hevði tað verið ein altjóða skandala.
Vit eru – í hesum føri tíbetur – so
smá, at tað kann haldast nøkulunda
undir radaranum.
Men fyri tað kundi tað fingið
avleiðingar. Og fyri tað um vit eru
smá mugu vit royna at vísa eitt
sindur av ábyrgd í heiminum. Tá
eitt stríð millum mannarættindi og
imperialistiska aggressión leikar á,
mugu vit velja rætta síðu!
Tí rokni við, at Kaj Leo er samdur
í.
Tá hann ber seg at sum hann ger
má orsøkin vera, at hann ikki skilir
hvussu hann verður brúktur. Men
tá mann er løgmaður er tað eingin
undanførsla!
Frek skuldseting
Á facebook seinni í gjárkvøldið helt
Kaj Leo fram við at royna at flyta
fokus og geva mær skyldina. Har
skrivar hann soleiðis: “Syrgiligt at
fólkatingslimur okkara leggur seg
so skerflatan fyri donsku stjórnini
og ikki verjir okkara áhugamál”.
Hetta er óalmindiliga frekt sagt.
Og tað vísir betur enn nakað hvussu
desperatur maðurin er.
Eg havi ikki gjørt annað enn
vart føroysk áhugamál. Bæði rættin
at handla við Russland, og rættin at
føra egnan handilspolitikk.
Men tað størsta takið í hesum
døgum er at verja føroysk áhugamál
móti avleiðingunum av tí, sum
okkara løgmaður sigur og ger. Tað
er ikki lætt – men tað havi eg roynt
at gera, uttan at draga føroyskar
ósemjur út um landið.
Vit eiga rættin
At enda skal eg endurgeva nakað av
tí, sum eg segði um hetta á fólkatingi
í gjár – og so kunnu fólk sjálv meta
um, hvørt grova skuldsetingin hjá
Kaj Leo er røtt ella ei:
“Man skal huske på, at hvis
Færøerne havde boykottet Rusland
og dermed var blevet ramt af
Ruslands boykot, ville det blive et
langt hårdere slag for Færøerne
end for noget EU land. Færøernes
eksport til Rusland er forholdsvis
stor – og det skyldes ikke mindst
det folkeretligt ulovlige boykot,
som EU sidste år udsatte Færøerne
for. Det russiske marked blev en del
af Færøernes redning under den
konflikt.
Så selv om man kan være uenig
i de politiske udmeldinger fra
Færøernes lagmand, så kan hverken
EU eller EU-landet Danmark tillade
sig at kritisere Færøerne for den
handel der foregår og, det skal
indrømmes, er vokset lidt de sidste
uger. For EU har altså selv drevet
Færøerne ind i Ruslands favn.
Vi kommer dog ikke uden om,
at det at handle fødevarer med
Rusland som situationen er – det
er ikke bare handelspolitik; det er
også udenrigspolitik. Det er færøsk
udenrigspolitik som i dette tilfælde
– som det er sket før – kommer på
tværs at Danmarks udenrigspolitik.
Og med lagmandens politiske ud
meldinger har vi ikke bare mangl
ende overensstemmelse mellem
Danmarks og Færøernes internatio
nale ageren, men direkte modstrid.
Moskvabesøget skabte natur
ligvis presseomtale i både Norge,
Rusland og Danmark, samt kritiske
bemærkninger fra politisk hold.
Det er helt på sin plads – danske
politikere og dansk presse er
naturligvis i sin fulde ret til at have
sin mening om sagen.
Men jeg var en smule nervøs da
udenrigsministeren blev spurgt
om sin holdning. For ville han,
presset af EU, sige noget der kunne
fortolkes som en begrænsning
af Færøernes ret til at føre egen
handelspolitik?
Det ville i så fald tippe balancen
i kompetencefordelingen mellem
Færøerne
og
Danmark
den
forkerte vej.
Men ministeren gav heldigvis
det eneste kloge svar: ”Færøerne
kender situationen”, sagde han, ”og
jeg vil ikke gøre mig selv til over
dommer over, hvad de skal gøre”.
Sådan må det være. Færøernes
økonomi er Færøernes ansvar,
og vores erhvervsliv og vores
myndigheder må have friheden
til at træffe alle beslutninger
desangående. Jeg er meget langt
fra altid enig i de beslutninger der
rent faktisk træffes – men hvis
Rigsfællesskabet skal fungere,
så må der ikke herske tvivl om,
hvem der skal træffe dem. Heller
ikke når Færøernes fiskeri- og
handelspolitik kommer på tværs
af Danmarks udenrigspolitik.”
Sjúrður Skaale
Kaj Leo er bæði frekur
og ábyrgdarleysur
tíðargrein
Løgmaður kastar mær fyri ikki at verja føroysk áhugamál í málinum um Russland.
Sannleikin er, at bæði føroysk áhugamál og føroyskt umdømi mugu verjast móti Kaj Leo