mánadagur 13. oktober 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undir fýra eygum
Marita á Rógvi Johansen
Klokkan er 9:30 á Bellahøj
Svømmestadion í Brønshøj,
og her byrjaði dagurin klokk
an 07:00. Inni í teirri kókandi
svimjihøllini kann ein hóma
donsku
svimjistjørnurnar
– Jeanette Ottosen, Rikke
Møller Pedersen og Pernille
Blume. Men millum hesar
stjørnurnar,
svimur
Pál
Joensen. Einsamallur hani
millum hønurnar. Okkara
Pál Joensen, ið hevur sett
Føroyar á heimskortið. Tá
Pál verður spurdur um, hvør
drívmegin er handan hørðu
venjingina í løtuni, er svarið
greitt: OL 2016 í Rio.
– Tað gongur øgiliga væl,
sigur kendasti vágbingur í
Føroyum, ið er bæði lítillátin
og eyðmjúkur. Vágbingurin,
ið júst hevur vunnið tvær
EM-silvurmedaljur og er væl
ávegis at svimja seg til enn
eina OL-luttøku. Hesuferð í
Rio. Vit sessast við eitt borð
í forhøllini. Tey 27-hitastigi í
sjálvari svimjihøllini var ein
alt ov heitur biti at gloypa
hjá undirritaðu. Vit spola
tíðina tvey ár aftur – til OL-
vónbrotið í 2012.
OL, OL, OL
Tað sæst væl á Páli, at OL
2012 ikki er tann hendingin,
honum dámar best at tosa
um. Hann heldur ein steðg,
áðrenn han byrjar at greiða
frá tíðini uppundir kapping
ina.
– Eg hevði øgiliga góða og
miðvísa venjing í 2012, men
sálarliga brúkti eg øgiliga
nógva orku at hugsa um OL.
Eg hugsaði óvanliga nógv um
at kýta meg til venjingarnar
uppundir kappingina. Eg
kýtti meg so nógv, at eg
enntá byrjaði at hugsa, at
eydnaðist OL ikki til fulnar,
fór alt arbeiðið at vera til
spillis. Eg haldi, at tað bleiv
ov nógv,
Umframt, at Pál nýtti
nógva orku at hugsa um OL
og framtíðuna, fóru aðrar
broytingar eisini fram. Pál
fór frá at venja einsamallur í
svimjihylinum í Vági saman
við Jón og einum stoppuri
til at venja saman við danska
Mads Glæsner og tunesiska
Oussama Mellouli á longum
venjingarlegum. Mellouli var
enntá fyrrverandi heims
meistari og OL-vinnari, og
tískil fekk Pál harða mót
støðu til hvørja venjing.
– Mær dámdi væl at venja
saman við øðrum, sum nýttu
eins nógva orku at venja og
eg. Eg sá alt frá einum øðrum
sjónarhorni. Men møguliga
hendu ov nógvar broytingar
í einum, sigur Pál, meðan
hann leggur armarnar aftur
um høvdið. Undir høgra armi
hómar mann fimm ringar, ið
mynda teir fimm heimspart
arnar. Eisini kendir sum OL-
ringarnir.
Vónbrotið í London
Nærum
hvørt
húsarhald
í Føroyum sat til reiðar
frammanfyri
skerminum,
tá
tjóðarhetjan
skuldi
svimja innleiðandi umfarið í
London, eins og tað hoyrdist,
at Summarfestivalurin fór
at senda beinleiðis, um Pál
svam seg í OL-finaluna.
Hóast stuðulin frá føroya
fólki hevur verið treytaleys
ur í mong ár, kendi Pál einki
trýst, hóast hann fyri langari
tíð
síðani
varð
skýrdur
tjóðarhetja.
– Eg kendi ikki stuðulin
sum eitt trýst. Kanska kendi
eg økta áhugan, tí eg skuldi
svimja í eini OL-kapping,
men eg haldi ikki, at hetta
ávirkaði meg neiligt.
Eftir fyrstu 500 metrarnar
í innleiðandi umfarinum á
1500 metrum, kendi Pál á
sær, at hann hevði tamar
hald á støðuni. Men eftir
500 metrar hevði hann ikki
styrkina at fylgja við Sun
Yang, sum var favorittur at
vinna
1500-metra
teinin.
Men tá so Mellouli eisini fór
framvið, brast vónin.
– Eg var skelkaður, og eg
misti evnini at kýta meg til
fulnar. Tá eg kom á mál var
eg harmur um úrslitið.
Pál og Jón vóru ikki teir
einastu, ið vóru skelkaður.
Donsku
miðlarnir
borð
reiddu stundisliga við einum
dómi:
– Pál skuffede fælt
– Pál floppede fælt
Hvussu
kundi
hetta
henda? Var spurningurin,
donsku
miðlarnir
settu.
Júst tíðindaflutningurin hjá
donsku miðlunum var ikki
nakað, sum Pál hugsaði um
tíðina eftir vónbrotið.
– Eg vildi bert skola hesa
upplivingina av mær og
koma víðari. Eg trongdi til
hvíld, tí eg kendi meg út
brendan. Eftir OL svam eg
ikki í tríggjar vikur, og tað er
longsti steðgurin, eg nakran
tíð havi hildið.
Eftir
ein
uppibornan
steðg fór Pál beint í hernað
við at skola OL-upplivingina
av sær og reisa seg. Hann
flutti til Keypmannahavnar
og byrjaði at venja fast við
danska landsliðinum, men
hugurin at svimja var ikki
hin sami eins og áður.
Vegurin til uppreisnina
Tíðin eftir OL var eitt tungt
tíðarskeið fyri Pál. Hann
hevði mist hugin at svimja,
og yvirskotið var ikki at
hóma hjá arbeiðssama vág
binginum. Tó megnaði hann
at gerast nummar trý á 1500
Skulu vit steðga við grindadrápi?
Nei! Eg elski at eta grind, og
grindadráp er ein góð siðvenja.
Hvør er størsta fyrimyndin?
– Norski heimsmeistarin í bringusvimjing Alexander Dale Oen, sum doyði fyri tveimum
árum síðani av einum hjartatilburði. Eg kendi hann væl, og hann var sera áhugaður
í mínari svimjing. Alexander veitti mær íblástur um, hvussu mann sum svimjari
kann njóta lívið samstundis sum mann er yrkissvimjari.
ið snávaði
og reisti seg
Tjóðarhetjan
3 august 2012, London. Hann var til reiðar – tjóðarhetjan Pál Joensen. Til reiðar at gera størsta
bragdið í føroyskari ítróttarsøgu. Hetta var løtan, Pál, Jón Bjarnason og føroya fólk høvdu
bíðað eftir í fleiri ár – løtan, tá hann skuldi svimja seg í OL-finaluna á 1500-metrum. Men
tjóðarhetjan snávaði. Pál bleiv nummar seytjan. Langt frá einari finalu og heiðursmerki. Tvey ár
seinni stendur Pál við tveimum EM-silvurheiðursmerkjum. Tjóðarhetjan hevur reist seg