Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 undir fýra eygum metrum til HM á stuttgeil í 2012. Støðan bleiv bert verri í desembur 2012, tá Paulus Wildeboer steðg­aði sum venjari hjá danska lands­lið­ inum og hetta órógvaði allan landsliðs­hópin. – Sum heild var 2013 var ikki eitt gott ár. Eg hevði ikki fastan venjara, og eg minnist í roynd og veru ikki, hvat eg gjørdi tað árið, sigur Pál hugsanarsamur. Eftir fleiri mánaðir í óvissu, fekk danska landsliðið loksins nýggjan venjara. Mæti av­ straliarin Shannon Rollason byrjaði í mars 2013, og júst hesin nýggi venjarin fekk stóran týdning fyri Pál. – Shannon minnir meg nógv um Jón. Hann hjálpti mær at arbeiða við sálarliga og taktiska partinum, og tað var júst tað, mær tørvaði, tá hann kom. Shannon lærdi meg at hugsa rætt og ikki hugsa ov nógv um fortíðina og fram­tíðina. Í desembur 2013 svam Pál seg silvur til EM í Herning á stuttgeil, og nú byrjaði veru­liga at ganga betur. Pál kendi á sær, at hugurin og viljin var til staðar, eins og at hann og Shannon høvdu fingið tekniska, sálarliga og tak­tiska partin í rættlag. Og hóast hann hevði fingið eitt silvur­heiðursmerki á stutt­geil, so var tað á EM á lang­geil í august 2014, at Pál skuldi vísa, at hann veruliga hevði rist OL-marruna av sær. Í svimji­heiminum er tað nevn­iliga týdningarmiklast at standas eg væl á langgeil, tí á OL verður bert svomið á lang­geil. Uppreisnin EM í august 2014 fekk eina keðiliga byrjan fyri Pál. Fyrsta kappingin var 5 km hav­svimjing, og í hesari grein tjóv­startaði Pál og varð disk­ aður. – Eg var ekstremt vón­ brotin. Eg ivaðist ikki í, at eg lá væl fyri at vinna heiðurs­ merki. Eftir dygga smeitin í hav­ svimjing, var innleiðandi svimj­ingin á 1500 metrum á skránni, og hendan kapp­ing­ in gekk heldur ikki væl. – Eg fekk eitt afturlit til OL. Eg svam illa, og eg var heppin at koma í finaluna, tí fleiri svimjarar høvdu ein ringan dag, eins og eg. Men eg hevði tikið við læru eftir OL. Eg dugdi at reisa meg aftur, tí eg visti, at eg var góður. Eftir miseydnaðu inn­leið­ andi svimjingina var finalan á skránni, og restin er søga. Við einum framúr taktiskum avriki, vann Pál bæði silvur á 1500- og 800 metrum og hevði svomið sína bestu kapp­ing síðan 2010. Og eins og ein røtt tjóðarhetja, fekk hann hetjumóttøku í Vági og í Tórs­havn. Eingin ivi er um, at bragdið og endurreisnin hjá Páli ikki kann sammetast við nakað annað, ið onnur før­oysk ítróttarfólk hava megnað – Pál er nakað heilt ser­ligt. – Eg eri heilt ótrúliga errin av úrslitunum til EM, tí kapp­ingin kundi lættliga endað eins og OL. Men hesu­ ferð dugdi eg at reisa meg, hóast havsvimjingin og inn­ leið­andi svimjingin ikki gekk eftir ætlan, sigur Pál. Eyguni lýsa, og hann sær veruliga errin út errin út. Tað hevur hann alla orsøk at vera. OL 2016? Næst á skránni hjá Páli er at svimja seg til OL í 2016 í Rio. Og Pál er ikki í iva um, hvussu hann skal loysa ta upp­gávuna hesuferð. – Eg hugsi um OL, tá tíðin er búgvin. Tað gongur best, um eg havi annað at hugsa um enn svimjing. Eg skal liva í løt­uni, so tað royni eg at hugsa um hvønn tað. Eg gangi í skúla, og so skal eg gift­ast komandi summar, sigur hann brosandi. Klokk­ an er 10:30, og Pál er ávegis heim at hvíla seg, tí í morgin er enn ein dagur fyri framm­ an á Bella­høj Svømme­ stadion. Fyri okkum føroy­ ing­ar er tað eitt bragd í sjálvum sær, at vit hava ein slíkan ítróttar­mann eins og Pál, ið megnar at svimja seg til eina OL-finalu ella vinna EM-silvur. Men Pál vil meira, og tað er júst slíkur hug­burður, ið myndar eina tjóðar­hetju. Um nógv ár fara vit tískil ikki at minnast Pál sum tjóðar­hetjuna ið snávaði á OL og gavst at svimja. Vit fara hinvegin at minnast hann sum tjóðar­hetjuna ið reistist og sýndi megi og? Hvørt annað verður lagt afturat síðsta setning­inum liggur í fram­tíðini, men undir­ritaða situr við teirri kenslu, at vit fara at eygleiða nógv stór úrslit frá unga vág­ bing­inum. Eisini í 2016 í Rio. marita@sosialurin.fo UM Pál Joensen Svimjarin Pál Joensen er 23-ára gamal og er ættaður úr Vági. Hann er sonur Kaj Joensen Thurid Kjærbo og hevur tveir beiggjar, sum eita Eyðbjørn og Elmar Joensen. Umframt at vera yrkissvimjari, lesur Pál Joensen Erhvervsøkonomi og projektledelse (HA pro) á CBS. Hann býr í Kastrup saman við unnustuni, Maluni Vitalis Bærendsen av Tvøroyri ið lesur til lækna. Eftir ætlan ganga tey saman í hjúnarlag í august 2015. Hvat er tað størsta, tú hevur avrikað? – At svimja móti streyminum. At gera tað ógjørliga. Mín svimjiyrkisleið er mítt størsta avrik. Um tú ikki vart svimjari, hvørja ítróttargrein hevði tú so valt? – Eg vænti, at eg hevði verið rógvari. Kappróður fellur mær natúrligt. Bóltspæl er ikki tað, sum eg dugi. Eg dugi væl at ímynda mær, at eg fari royna meg innan kappróður, tá eg flyti heimaftur um nøkur ár. Tilveran sum yrkissvimjari er óvanliga krevjandi. Vant verður fleiri ferðir um dagin nærum hvønn dag. Neyv ætlan er al­ neyð­ug, um úrslit skulu spretta úr hørðu venj­ing­ ini. Tað veri seg venjing, svøvn­ur, kostur og hvíld. Handan flestu ítróttarfólk standa makar, sum stuðla og viðvirka til, at gjør­ligt er at liva lívið sum yrkis­ ítróttar­fólk. Ein slíkan maka hevur Pál Joensen í Maluni Vitalis Bærendsen. – Malan veitir mær ógvu­liga stóran stuðul. Hon er jú fyrrverandi svimj­ari, og tí ber til at tosa við hana um alt, sum eg geri. Hon leggur næst­ an eins nógva orku í mína yrkisleið sum eg geri. Hon er við til flestu kapp­ingar­ nar, og hvørt kvøld stendur matur á borðinum. Tað er ein lætti at hava eina damu sum Maluna, sigur Pál. marita@sosialurin.fo Kvinnan handan Pál Merkisverd úrslit: 2008 EJM, Beograd: Gull í 400, 800 og 1500 metra frísvimjing 2010 EM, Budapest: Silvur í 1500 frí á langgeil 2012 HM, Istanbul: Bronsu í 1500 frí á HM á stuttgeil 2013 EM, Herning: Silvur í 1500 frí á EM á stuttgeil 2014 EM, Berlin: Silvur í 800 og 1500 frí á langgeil Kelda: http://www.svimjing.com/2014/09/05/story/merkisverd-urslit-og-met-hja-pali-joensen – Eg eri heilt ótrúliga errin av úrslitunum til EM, tí kappingin kundi lættliga endað eins og OL. Men hesuferð dugdi eg at reisa meg, sigur Pál Joensen Mynd: Marita á Rógvi