mánadagur 13. oktober 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
ítróttur
fótbóltur
André Olsen
Nú 2 umfør av EM undan
kappingini eru leikt, er tað
heldur
óvæntað
Norður
Írland, ið er oddalið í bólki F.
Tað vóru annars ikki mong,
ið høvdu serliga stóra trúgv
uppá norðurírar, tá luta
kastið var í vár, og Norður
Írland var mett sum eitt av
teimum liðunum, ið tað før
oyska liðið skuldi seta nøsina
upp ímóti, at fáa stig ímóti.
Men Norður Írland hevur
víst seg at vera nógv sterkari,
enn tey flestu høvdu givið
sær far um. Serliga fótbólts
spælið hjá norðurírum hevur
bergtikið fleiri, og fyrsta
hálva tíman móti Føroyum
leygarkvøldið, vístu norður
írar beinleiðis stórspæl.
Norður Írland kemur tó at
fáa munandi størri mótstøðu
týskvøldið, tá teir á útivølli
skulu spæla móti Grikklandi
í Athen.
Undan undankappingini
vóru tað fleiri, ið høvdu
Grikkaland sum størsta favo
rittin í bólki F, men grikkar
hava higatil skuffað. Í fyrsta
dystinum tapti Grikkaland
á heimavølli móti Rumenia,
meðan teir leygarkvøldið
spældu 1-1 javnleik á útivølli
móti Finnlandi. Tí er tað
veruliga trýst á Grikkalandi
týskvøldið, tá teir skulu
spæla
móti
oddaliðnum
Norður Írlandi.
Á øðrum plássi í bólk
inum, koma Finnland og
Rumenia. Tey bæði liðini
hittast í Helsinki týskvøldið
til ein spennandi oddadyst.
Hóast Rumenia má metast
sum ein lítil favorittur, hóast
teir eru á útivølli, so hevur
Finnland tó víst, at teir hava
fleiri dygdir at spæla við.
Nakað, ið vit millum annað
sóu á Tórsvølli, tá Finnland
vann ein greiðan 3-1 sigur
fyri einum mánaða síðani.
Seinasta liðið í bólkinum
er Ungarn, ið Føroyar skal
spæla
móti
týskvøldið.
Ungarn hevur ikki fingið tí
bestu byrjanina, tí í fyrsta
dystinum
tapti
Ungarn
óvæntað móti Norður Írlandi
á heimavølli. Ungarar reistu
seg tó leygarkvøldið, tá teir á
útivølli móti Rumenia fingu
flottan 1-1 javnleik.
Tí er einasti møguleiki hjá
Ungarn, um teir skulu spæla
seg við aftur í kappingina í
bólkinum, ein sigur á Tórs
vølli týskvøldið. Men trýstið
á Ungarn kann eisini vera ein
fyrimunur fyri tað føroyska
liðið týskvøldið.
andre@sosialurin.fo
Komandi dystir
týskvøldið:
Føroyar – Ungarn
(Tórsvøllur, 19:45)
Finnland – Rumenia
(Olympic Stadium, 20:45)
Grikkaland – Norður Írland
(Georgios Karaiskakis, 20:45)
Bólkur F støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
Norðurírland
2
2
0
0
4
1
3
6
2
Finnland
2
1
1
0
4
2
2
4
3
Rumenia
2
1
1
0
2
1
1
4
4
Ungarn
2
0
1
1
2
3
-1
1
5
Grikkaland
2
0
1
1
1
2
-1
1
6
Føroyar
2
0
0
2
1
5
-4
0
Heldur óvæntað, er tað Norður Írlandi úr næstniðasta seedingslagið,
ið er oddalið í bólki F, nú 2 umfør eru leikt til EM undankappingina
Grannarnir fyri norðan vunnu fríggjakvøldið aftur ein sannførandi sigur í bólki A, og hava nú fult
stigatal. Stóra royndin bíðar teimum tó í kvøld, tá Holland kemur á vitjan í Reykjavík.
Sum heild var talan eisini um eitt vikuskiftið fyri øll tey norðurlendsku londini, ið vóru í dysti
NorðurÍrar eru oddalið
Sannførandi íslendarar
André Olsen
Fyri gott og væl einum ári
síðani vóru íslendarar so
nær sum ongantíð áður, til at
spæla seg til tað fyrsta enda
spælið hjá Íslandi nakrantíð.
Íslendarar ruku út í playoff
dysti móti Kroatia, og vóru tí
akkurát ov stuttir.
Ósigurin móti Kroatia
hevur tó ikki tikið mótið frá
íslendarum, tí í EM undan
kappingini er Ísland komið
flúgvandi frá byrjan í bólki A.
Í fyrsta dystinum vann
Ísland 3-0 á heimavølli móti
Turkalandi, og fríggjakvøldið
vann Ísland 3-0 á útivølli
móti Lettlandi. Felags fyri
báðar dystirnar er tó, at
Ísland hevur spælt síðsta
hálva tíman í báðum dyst
unum við einum manni í
yvirtali.
Í kvøld skal Ísland veru
liga standa sína roynd, tí tá
fær Ísland vitjan av Hollandi,
ið vann bronsu undir HM
endaspælinum í Brasil fyrr í
summar.
Øll fingu stig
Felags fyri norðurlondini í
vikuskiftinum, var tað, at
øll liðini fingu stig í sínum
dystum.
Danmark
spældi
á
útivølli móti Albania. Hóast
Albania leingi sá út til at fara
avstað við teimum trimum
stigunum,
eydnaðist
tað
Danmark at fáa javnleik
heim við. Danir javnaðu ikki,
fyrrenn 10 minuttir restaðu
av dystinum í Albania. Mál
skjútti hjá Danmark var
Lasse Vibe, ið dagliga spælir
fyri IFK Gøteborg í Svøríki.
Svøriki hevur um viku
skiftið spælt 2 dystir. Hós
kvøldið hevði Svøríki vitjan
av Russlandi, og sunnu
kvøldið
hevði
vitjan
av
Liechtenstein.
Hóast
stóra
stjørnan
á
svenska
landsliðnum,
Zlatan
Ibrahimovic
ikki
spældi við í báðum dyst
unum, so eydnaðist tað tó
Svøríki at fáa stig í báðum
umførunum. Dysturin móti
Russlandi hóskvøldið endaði
við 1-1 javnleiki, meðan sviar
sunnukvøldið
vunnu
2-0
móti Liechtenstein. Svøríki
er tó ósigrað eftir 3 umfør
í bólki G við 5 stigum fyri
tríggjar leiktar dystir.
Noreg vann fríggjakvøldið
ein sokallaðan plikt sigur, tá
teir á útivølli spældu móti
Malta. Dysturin endaði við
einum sannførandi 3-0 sigri,
eftir at hálvleiksstøðan var
2-0.
Noreg hevur tískil 3 stig
eftir tveir spældar dystir.
Fyrsta dystin í bólkinum
tapti Noreg á heimavølli
móti Italia.
andre@sosialurin.fo