Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað var sum d Í føroysku leguni í Belfast vóru kenslurnar blandaðar, tí alt mis­ eydnaðist fyrsta hálva tíman, og tað mesta eydnaðist eftir steðgin Jóannes Hansen Tað vóru blandaðar kenslur í føroysku leguni, tá ið ísraelski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð í norður­írska heystar­veðr­ inum á Windsor Park. Talvan segði 2-0, og lands­ liðs­venjarin ásannaði, at fyrstu løtuna sá tað ikki gott út: – Vit høvdu roknað við, at teir fóru at leggja bragdliga fyri, og tað gjørdu teir. Ferðin og neyvleikin vóru stór og góð, og teir dugdu væl at toga spælið út í borðini. Hóast trýstið var stórt, so haldi eg, at vit vardu væl í opnum spæli. Í deyðbóltsstøðunum sá tað ikki gott út, og longu eftir stívliga tjúgu minuttir høvdu teir tvær ferðir sektað okkum eftir horna, og so var alt avgjørt. Vit høvdu vónað, at tað fór at bera til at halda tørn inntil steðgin, men longu eftir seks min­uttir fór tann planurin í vaskið. Vit vita ongantíð, hvssu tað hevði tørnað út, um vit høvdu fingið úrtøku úr brots­spark­inum, men tá ið hálvur tími var farin, varð spælið munandi betri, sigur landsliðsvenjarin, sum á seks stiga skalanum metir fyrra hálvleik at vera 1-2 og seinna hálvleik 4-5. Hetta var sekstanda ferðin, at Lars Olsen hevði ábyrgd­ina av føroyska lið­ num. Fyrsti sigurin bíðar fram­vegis. Fimtan ferðir eru Lars Olsen og hansara menn farnir av vøllinum við ongum. Einasta stigið higar­ til var fyri einum ári síð­ani, tá ið tað á heimavølli ímóti Kasakhstan endaði 1-1. 2-0 tapiði í Belfast var tíggjunda ferðin, at Lars Olsen og lands­liðið fóru av vøllinum við ongum máli. – Í steðginum varð avrátt, at vit í hvussu so er ikki skuldu tapa 2. hálvleik. Tað eydn­aðist, og vit vóru væl meiri á teirra hálvu enn í 1. hálv­leiki. Men vit mugu ásanna – tá ið vit síggja burtur frá brots­sparkinum – at vit ikki megnaðu at spæla okkum til nakran upplagdan málmøguleika, sigur Lars Olsen: – Fyrsta hálva timan høvdu vit trupulleikar alla staðni. Eisini á sentrala mið­vøll­inum sum skal seta spælið hjá okkum í senu. Teir vóru skjótir og limkamliga betri fyri enn vit, og vit mugu bara ásanna, at tað er stórur mun­ur á at spæla í Onglandi og so í føroysku kappingini. Droymir um størri leiklut 18 ára gamli Brandur H. Olsen úr FCK varð skiftur inn á føroyska miðvøllin, tá ið tað restaði eitt korter. Hetta var fyrsta ferðin, at Brandur var á A-landsliðnum. Tá ið van­liga leitíðin var farin, varð Kaj Leo í Bartalsstovu skiftur inn. Hann var framman­undan skrásettur fyri ein landsdyst. Tað var 21. februar í 2013, tá ið Føroyar í Bang­kok taptu vinardyst ímóti Teilandi 2-0. Dysturin ímóti Teilandi var FIFA góðkendur. Tá var Kaj Leo í Bartalsstovu á vølll­inum, inntil tað restaði eitt korter. Í Norðurírlandi vóru seks spælarar á dómaraseðlinum, sum framvegis bíða eftir fyrsta altjóða skrásetta lands­dystinum. Talan var um málverjarnar Tórð Thomsen og Teit Matras Gestsson og um Alex Mellemgaard, Sølva Vatn­hamar, Hans Jørgen Djur­huus og Bárð Hansen. Lars Olsen úthýsir ikki, at Brandur H. Olsen aftur týs­ kvøldið fer at fáa møgu­leik­ an ímóti Ungarn, og at hann verður millum teir fyrstu ellivu: – Brandur stóð seg væl ta løtuna, sum hann var á vøll­ inum. Hann venur í størsta felagnum í Danmark, og tá ið teir í FCK kunnu brúka hann, so hevði tað verið undar­ligt, um tað ikki var brúk fyri honum á føroyska lands­lið­ num. Brandur H. Olsen er fegin um, at hann nú hevur spælt fyrstu minuttirnar á lands­ lið­num: – Eg eri fegin um at fáa møgu­leikan at hjálpa liðnum, og eg vóni at fáa nýggjan møguleika ímóti Ungarn. Mín styrki er at fáa spælið á mið­vøllinum at glíða. Eg kom beinanvegin inn í spælið, og sendingarnar vóru í lagi. Hornaspørkini vóru ikki neyv, men tað verður vón­ andi betri næstu ferð, sigur Brandur H. Olsen úr FCK. Tað snýr seg um næsta bólt Atli Gregersen var hesa ferð miðverji undir liðini á Sonna Ragnar Nattestad. Hetta var 24. ferðin, at Víkinga lið­for­ mað­urin var á lands­lið­num. Tað vil siga, at talan verður um silvurbrúdleyp, um Atli verður á vøllinum týs­ kvøldið. – Teir hølvaðu okkum av