Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 ítróttur fótbóltur agur og nátt í 1. hálvleiki. Vit fingu ikki fatur í spælinum, tí ferðin var ov høg, og tað stemmaði ikki millum keturnar. Tað var harmuligt, at vit misnýttu brotssparkið. Hetta var átta minuttir undan steðginum, og tá haldi eg, at vit raknaðu við. Tað var einki annað at gera enn at fokusera upp á næsta bólt og so aftur upp á næsta bólt. Tit skriva iva­ leyst, at vit lyftu okkum, tí leik­ferðin hjá teimum ikki var so høg, sum hon var fyrsta stóra hálva tíman, men eg haldi, at tað var ikki bara tí. Eg fegnist um, at vit ikki troytt­aðust, og at vit aftur vístu, at vit duga væl at spæla saman. Harmuligt var tað, at vit ikki megnaðu at spæla okkum til upplagdar málmøguleikar. Vit kunnu hyggja hvønn annan inn í eyguni, tí vit góvu okkum fult og heilt, heldur Atli Gregersen. Gamal kenningur Jóan Símun Edmundsson var í sínum 28. landsdysti fyri tað mesta í høgra borði. Hann tiltuskaði sær brots­ spark­ið átta minuttir undan steðg­inum: – Tað var eingin ivi um, at tað var brotsspark. Hallur Hansson legði góða diagonal­ sending, og eg var leysur í brotsteiginum, tá ið eg varð steðgaður. Eg veit ikki, um eg hevði rokkið bóltin aftur, men hann tók í meg, og so var tað brotsspark. Merkisvert var tað, at Jóan Símun Edmundsson spældi yvir fyri gomlum kenn­ingi og liðfelaga: – Hetta var Shane Ferguson úr Newcastle United. Hann var eisini í felag­num, tá ið eg var í Newcastla. Tá spældu vit nógv saman. Hann var vong­ verji í vinstru, og eg var mið­ vallari í vinstru á næstbesta liðnum, og vit funnu væl út av tí saman. Nú vóru vit mótstøðumenn, og hann brokkaði seg ikki nakað serligt, tá ið dómarin bríksl­ aði fyri brotssparki. Tað var eingin broddur í álopspartinum? – Serliga í 1. hálvleiki vóru vit kroystir langt – kanska ov langt – aftur á vøllin. Tað kendist sum um, at vit vóru ræddir, og tað bar við sær, at tað var sera toført hjá teimum fremstu. Tað minti nógv um tað, sum vit upp­ livdu ímóti Finnlandi, men tíbetur reistu vit okkum væl, uttan at tað eydnaðist at spæla okkum til upplagda mál­møgu­leikan, sum vit ofta plaga at fáa, sigur Jóan Símun Edmundsson. Jóannes Jakobsen er hjálpar­venjari hjá Lars Olsen. Jóannes var liðformaður og aftasti verjuskansi, tá ið Føroyar í 1990 og 1991 royndu seg fyri fyrstu ferð í EM undan­kapping: – Um vit skulu flyta okk­um nakran veg, so er neyðugt, at vit tora at spæla og ikki bara oysa bóltin fram á vøllin. Í 1. hálvleiki var trongin stórur, vit vóru fjálturs­stungnir, og tá bar tað lítið til við fótbóltsspælinum. Eftir steðgin varð roynt at spæla saman, spælararnir bjóð­aðu seg til, og teir tordu. Um vit ikki vísa henda hugburðin, so fara vit ongantíð at flyta okkum, sigur Jóannes Jakobsen, og hann heldur fram: Brandur H. Olsen var fyrstu ferð á landsliðnum, og Kaj Leo í Bartalsstovu var fyri fyrstu ferð á liðnum í undankappingardysti: – Tíbetur er tað kapping um plássini, og tað er so upp­lagt, at ungu menninir fáa høvi at vísa, hvussu væl teir standa seg. Vit høvdu vónað, at úrslitið fór at verða betri í Belfast enn 2-0 tap, so kenslurnar eru bland­ aðar. Annar hálvleikur var so avgjørt betri, tí tá megnaðu hinir at flyta seg væl betri fyri honum, sum hevði bóltin. Brandur H. Olsen var avgjørt partur av glott­ unum. Hann fekk gott pláss á sentrala miðvøllinum, og tað gekk væl hjá honum. Nú royna vit at lyfta okkum ímóti Ungarn, sigur Jóannes Jakobsen um avrikið í Belfast, ið var sum dagur og nátt. joannes@sosialurin.fo 4 Gunnar Nielsen Dagsins spælari Kann einki gera við málini og hevur eina bjarging í heimsflokki. Annars sleppur hann væl frá tí mesta, sum hann tekst við. Spælir sjálvandi undir øðrum umstøðum sum málverji, men avrikið nokk til at gera hann til dagsins spælara á Windsor Park. 2 Jónas Tór Næs Úr at gera við at renna aftaná Shane Ferguson og verður upp til fleiri ferðir yvirspældur. Fær eisini gult kort tíðliga í dystinum. Kemur fram við til onkur álop, men innleggini eru alt ov vánalig og uttan adressu. 2 Atli Gregersen Eigur sín lut í 2-0 málinum, har hann ikki megnar at dekka Kyle Lafferty, sum eisini kundi fingið bæði tvey og trý mál afturat í fyrra hálvleiki. Ein av teimum fáu, sum faktist leitaði eftir einum spælimøguleika heldur enn at gyppa bóltin vekk. Spældi seg ikki av og spældi seg heldur ikki á landsliðið. 2 Sonni Ragnar Nattestad Somuleiðis stórar trupulleikar av Kyle Lafferty og sendur í onkrum støðum illa plaseraður til at taka móti innleggunum. Er ungur enn og skal læra, so tað er týdningarmikið at Lars Olsen finnur útav hvørjum hann helst vil hava hann at spæla saman við í miðverjuni. 2 Viljormur Davidsen Byrjar dystin við at blíva taklaður og gera umkast. Stutt eftir 2-0 málið gera hann eina vandamikla feilavlevering, sum er um at kosta, men Gunnar bjargar. Viljormur hevur verið millum teir sterkastu á bóltinum – vónandi var hatta bara ein marru hálvleikur og einki annað. Spældi fínt í øðrum hálvleiki. 2 Fróði Benjaminsen Missur mannin, sum skorar til 1-0. og kundi fingið fyrsta gula kortið, tá hann misti bóltin á miðjuni. Spældi sín ringasta landsdyst síðani 6-0 tapið fyri Eysturríki. Afturgangandi er, at tá spældi Holst eisini fammanfyri og arbeiddi ov lítið. Samansetingin á miðjuni gagnaði ikki Fróða. Brotssparkið er væl skotið, men bara enn betri tikið av málverjanum. 2 Hallur Hansson Rennur aftaná allan fyrra hálvleik í verjustøðu og tóktist hava stórar trupulleikar av miðvøllinum hjá vertunum. Átti tó bestu avleveringina, tá hann legði upp til brotssparkið, men sum heild var talan um eitt avrik langt undir miðal. Skal nokk fram á framrættaða miðvøllin aftur. 2 Christian L. Holst (Út 81.min) Fekk ikki fatur á nøkrum í fyrra hálvleiki og arbeiður og lítið í verjustøðu til at fleiri av hansara slag eru á liðnum í senn. Plagar vera tryggur á bóltinum, men sjálvt einfaldar avleveringar riggaðu illa. Við røttu samansetingini er han góður, men dettur langt niður í millum, tá samansetingin er skeiv. 2 Pól Jóhannus Justinussen (Út 90.min) Spælir annaðhvørt ein góðan landsdyst og annaðhvørt ein ringan landsdyst. Kom inn við kropsligustyrkini, men vann so at siga ikki ein nærdyst, fyrr enn hann aftaná ein tíma fekk bandana á høvdið. Tykist ikki hava somu orkuna, sum tá hann spældi í Íslandi og í AaB. 3 Jóan Símun Edmundsson Fær bestu metingina av útispælarunum, men tað er ikki uttan álvars orð á vegnum. Skal hann spæla á vonginum ella miðvøllinum, so má hann arbeiða harðari og ikki bara í einstøkum støðum. Hevur eisini til tíðir ein keðiligan kropsburð á vøllinum, sum vit ikki hava ráð til. Spældi væl, tá hann fekk bóltin. Tordi at temja og taka hann niður, og so finna ein hjá okkum. Fekk brotssparkið og vann nakrar sjónligar taklingar. 2 Páll Klettskarð (Út 75.min) Spældi fyrst og fremst illa. Serliga fyrsta hálva tíman riggaði einki. Til hansara verju, so skal sigast at hann hevur ótrúliga torførar umstøður, sum einsamallur fremsti maður, tá okkara ikki so mikið sum sikta eftir honum, tá vit sparka langt. Páll má blíva meiri frekur og fylla meiri í myndini, sum hann skal halda upp á plássið. Kyle Lafferty vísti hvussu tað skal gerast – ella spyr Rógva Jacobsen. 2 Arnbjørn Hansen (Inn 75.min) Fekk akkurát líka lítið at arbeiða við sum Páll. Okkurt hissini smáspæl og tvey ella trý innlegg, sum ongantíð funnu vegin fram. Er ikki í landsliðsform og vónandi tekur Heðin Askham sær væl av honum í HB komandi árini. Hetta er seinasti møguleiki hjá Arnbjørni at koma í gongd. Brandur H. Olsen (Inn 81.min) Bjóðaði seg fram á miðvøllinum og vildi veruliga hava bóltin. Er ein spennandi spælari, sum ikki smæðist millum stóru dreingirnar. Hevði tó tvey vánalig hornaspørk, men tað veður helst betri næstu ferð. Kaj Leo í Bartalsstovu (Inn 90.min) Kom inn til sín fyrsta undankappingardyst á landsliðnum. Tekur seg vónandi fram sum spælara í Noreg, men tað var hann ov stutt inni til at gera eina meting um. Spælarametingar 1 Vánaligt avrik 2 Undir miðal avrik 3 Miðal avrik 4 Yvir miðal avrik 5 Gott avrik 6 Avbera gott avrik Tróndur Arge Myndir: FSF