mánadagur 13. oktober 2014síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge – Windsor Park
Føroyar vóru ikki meiri enn
komnir í ringin, so lógu vit
niðri fyrstu ferð. Eitt Mike
Tyson slag beint í høvdið, og
so í gólvið longur aftaná sjey
minuttir. Í tjúgu minuttir
royndu vit at standa í móti,
meðan Muhammed Ali í
samfullar
tjúgu
minuttir
dansaði rundan um okkum
og sendi eitt jab avstað fyri,
og annað eftir.
Júst sum trýstið minkaði
og okkara hómaðu ein veg
aftur í dystin, kom avgerandi
slagið beint í solarpleksus.
Fyri aðru ferð var talan um
deyðbóltsstøðu, har okkara
ikki megna at verja fyri.
2-0 til Norðurírland og
dysturin er so gott sum
taptur. Vit fingu ein gyltan
møguleika at minka um
munin upp á brotsspark,
men heldur ikki tað eydn
aðist í einum hálvleiki, sum
var einki minni enn ein
marra.
Æran verður til deils
bjargað í seinna hálvleiki, ið
endar málleysur. Føroyska
liðið kemur ikki til teir heilt
stóru møguleikarnar, men
spælið er á eini góðari leið.
Marru hálvleikurin
Tað besta við fyrra hálvleiki
var, tá dómarin bríkslaði
fyri seinastu ferð. Føroyska
liðið bleiv frá byrjan til enda
spælt og spulað umkoll á
Windsor Park. Norðirírarnir
gjørdu júst sum teir vildu,
og kundi havt verið á odda
við upp aftur fleiri um teir
vóru neyvir, ella um Gunnar
Nielsen
ikki
stórbjargaði
einu ferðina.
Munurin á hesum dyst
inum og dystinum móti Finn
landi er, at Gunnar Nielsen
ikki gjørdi eina meistarliga
bjarging fyrr enn støðan
var 2-0. Í so máta er verju
spælið yvir alt liðið í báðum
dystunum ov vánaligt.
Longu
áðrenn
Gareth
McAuley legði Norðurírland
á odda eftir horna í sjeynda
minutti ánaði tú ilt. Okkara
megnaði ikki so mikið sum at
raka hvønn annað – fyri ikki
at tosa um at fáa bóltin frá
norðurírunum, sum sikkurt
kundi vunnið HM hesa løt
una, so lætt teir høvdu tað.
Eitt hornaspark verður
sent
innfyri
og
longt.
Við handari stong missir
Fróði Benjaminsen Gareth
McAuley, ið kann seta fótin
á og skora.
Miðskeiðis í hálvleikinum
gongur aftur gali. Eftir fleiri
villur á føroyska liðnum
verða vit revsaðir. Shane
Ferguson sendi ein bólt inn í
brotsteigin, har Kyle Lafferty
leikandi lætt kundi stýra
bóltin í málið úr stuttari
fjarstøðu. Alt tað føroyska
liðið stendur og svevur, og so
megnar Atli Gregersen ikki
at fylgja stóra áleyparanum,
sum skoarar. Í løtuni aftaná
málið hevur hann tríggjar
møguleikar afturat.
Brendu brotsspark
Tíggju minuttir fyri hálvleik
fingu okkara ein gyltan
møguleika at fáa eitt sindur
av uppreisn. Fyri aðru ferð
megna vit at hava fleiri enn
tvær samanhangandi av
leveringar. Hallur Hansson
leggur ein góðan bólt inn til
Jóan Símun Edmundsson,
sum bleiv hálaður niður. Væl
runnið av Jóan Símuni, sum
spældi yvir fyri fyrrverandi
liðfelagnum úr Newcastle,
Shane Ferguson.
Fróði Benjaminsen tók
ábyrgdina á seg, men ólukku
tíð, so valdi fyrrverandi Man
chester United málverjin,
Roy Carroll, røttu síðu og
bjargaði. Eftir bókini, so er
brotssparkið
væl
skotið.
Tað er hart og heilt út í
høgru síðu hjá Roy Carroll,
men er ein tonn ov høgt, so
málverjin fær hondina á.
Tíggju minuttir seinni
kom størsti lættin í fyrra
hálvleiki, tá dómarin bríksl
aði fyri seinastu ferð. Ein
marru hálvleikur.
Góðkendur
seinni hálvleikur
Í seinna hálvleiki riggaði
nógv betri. Okkara reistust
og tordu nú at spæla bólt, og
odaðu seg inn á norðurírsku
hálvuna. Verjan fekk fatur
á stóra framherjanum, Kyle
Lafferty, ið gav verjuni grá
hár í høvdið í fyrra hálv-
leiki.
Alíkavæl vóru tað vert
irnir, ið vóru nærri við at
fáa mál, tá ein teirra kom at
standa púra leysur í brots
teiginum, men rakti ikki
málið.
Tað eru ymiskar meining
ar um hví seinni hálvleikur
spældi av sum hann gjørdi.
Úr føroysku leguni verður
sagt, at tað er tí at vit spæla
væl. Onnur meta, at tað eru
norðurírar, sum taka ferðina
úr dystinum, og hugsa um
teirra komandi dyst nú týs
kvøldið.
Sum skilst, so hava fólk úr
norðurírsku leguni sagt, at
teirra spælarar vóru troyttir
og kendu seg hóttar í seinna
hálvleiki. Helst er sannleikin
ein blandingur av øllum.
Koma ikki til
møguleikar
Føroyska liðið kom til tríggj
ar royndir á mál, sum eru
verdar at tosa um. Allir í
fyrra hálvleiki. Jóan Símun
Edmundsson og Christian L.
Holst høvdu hvørtsítt skot
uttanfyri brotsteiginum, um
framt brotssparkið.
Afturgangandi fyri bæði
hendan dystin og dystin móti
Finnlandi er, at okkara ikki
megna at hótta mótstøðu
liðið nóg nógv. Tað ber ikki til
at leggja alt á Páll Klettskarð,
tí hann fær heldur ikki nógv
at arbeiða við.
Dagarnir
við
Toda
Jónsson ella Rógva Jacobsen
í álopinum og frísparks
snillinginum
Súna
Olsen
á miðjuni eru vekk. Vit
fingu einki burturúr okkara
deyðbóltum og samanlagt
framrættaði
parturin
av
spælinum hjá okkum av
tannleysur.
Næst bestir
Tá tú ert næst bestur í einum
fótbóltur
Brandur og Kaj Leo debut Brandur Hendriksson
Olsen og Kaj Leo í Bartalsstovu komu inn til fyrstu
minuttirnar á A-landsliðnum. Kaj Leo hevur tók
spælt við eina ferð fyrr, men dystur móti U23
landsliðnum hjá Teilandi er ikki FIFA skrásettur.
Leygardagin 11. oktober, kl. 19.45
Undankappingardystur - Windsor Park, Belfast
N.írland
vs føroyar
(2-0) 2-0
1-0: Garet McAuley 6.
2-0: Kyle Lafferty 20.
í Belfast
Føroyku spælararnir blivu spældir og skumpaðir av Windsor Park í
ferðmiklum fyrra hálvleiki. Tá vit komu fyri okkum í seinna hálvleiki var
spælið spilt. Vit fingu eina lívlinju, men hetta var bara ikki dagurin
Boksaðir
og bukaðir