Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 ítróttur fótbóltsdysti, so tapur tú. Føroyar vóru næst bestar á øllum økjum á Windsor Park. Vit vunnu ikki nærdystirnar og vit tordu ikki at spæla bólt fyrr enn tað var og seint. Serliga í fyrra hálvleiki var tað undrunarvert, at okkara ikki komu í fleiri nærdystir og vunnu. Millum annað Pól Jóhannus Justinussen og Fróði Benjaminsen vóru langt frá tí besta. Báðir vóru væl undir vanligan standard. Í løtum sást eisini, at bæði Jóan Símun Edmundsson og Christian L. Holst eru fram­ rættaðir spælarar. Hetta út­ stillaði miðvøllin, sum end­ aði við at renna aftaná fleiri spælarum. Heldur ikki tordu okkara at spæla bólt í fyrra hálvleiki. Hetta fyribrygdið mugu vit sleppa av við sum skjótast. Vit hava tapt upp á forhond alíkavæl, so hví ikki tora at spæla. Harvið ikki sagt, at vit ikki skulu rudda vekk, tá tað er neyðugt. Alt við máta eftir føroyskum mátistokki. Tað góða – Brandur Í løtuni eftir tapið var lítið gott at taka við heim. Men sum tíðin gongur, so kunnu vit gleðast um, at vit hóast alt bara tapa 2-0 og enntá brenna brotsspark. 2-1 í hálv­leikinum og vit hava ein annan dyst. Vit eru fyrr blivnir koyrdir um koll av betri liðnum, men hava fingið mál, ið hava beint burtur keðiligu løturnar. Brandur Hendriksson Olsen fekk sítt debut á lands­liðnum, tá hann tíggju min­uttir fyri tíð kom inn fyri Christian L. Holst. 18 ára gamli miðvallarin hjá FCK vístihesar tíggju min­ uttirnar, at hann ikki smæð­ ist millum stóru dreingirnar. Hann tordi at biðja um bóltin og tóktist eisini veruliga vilja hava bóltin. Vónandi heldur menningin hjá Brandi sum fótbóltsspælara fram. Mugu tora móti Ungarn Vit mugu læra frá hesum dyst­inum. Tað verða óiva fleiri broytingar til dystin móti Ungran, men tað týdn­ ingar­miklasta er, at vit tora at vera á vøllinum. At vit veruliga vilja vinna nær­ dystir­nar. At vit tora at temja bóltin og spæla hann. At vit bjóða okkum fram á øllum vøllinum og veruliga vilja hava bóltin. Tað tók langa tíð at gloyma avrikið í Wien í Eystur­ríki. Tað kann koma at taka langa tíð, áðrenn vit gloyma sløgini vit fingu í fyrra hálvleiki móti Norður­ írlandi – alt eftir hvussu av­ rikið verður týskvøldið móti Ungarn. Belfast er ein fínur býur og at Brandur fekk sítt debut, nú hann hevur fingið trý ára sáttmála við FCK Fyrri hálvleikur. Útstillar allar trupul­leikarnar vit hava og kunnu renna okkum í. Ikki gott! Newcastle liðfelagir Jóan Símun Edmundsson spældi á høgra vongi yvirfyri Shane Ferguson. Teir vóru liðfelagir í Newcaslte á sinni. – Ja, vit plagdu at eiga vinstru síðu á eyka liðnum, sigur Jóan Símun Edmundsson. Eftir dystin avtalaðu teir at halda samband í framtíðini. Norðurírland Roy Carroll, Notts County England – Connur McLaughlin, Fleetwood England, Garet McAuley, West Bromwich Albion England (Luke McCullough, Doncaster England, 56.) Aaron Hughes, Brighton England, Shane Ferguson ■, Newcastle England – Niall McGinn, Aberdeen Skotland (Paddy McCourt, Brighton England, 67.), Steven Davis, Southampton England, Chris Baird, West Bromwich Albion England, Oliver Norwood, Reading England, Jamie Ward, Derby England - Kyle Lafferty, Norwich England (Josh Magennis, Kilmarnock Skotland, 84.) Á beinkinum: Michael McCovern, Hamilton Skotland, Alan Mannus, St. Johnstone Skotland, Ryan McGivern, Port Vale England, Ryan McLaughlin, Liverpool England, Corry Evans, Blackburn England, Sammy Clingan, Kilmarnock Skotland, Ben Reeves, MK Dons England, Billy McKay, Inverness Skotland Venjari: Michael O'Neill Føroyar Gunnar Nielsen, 23/0, Motherwell Skotland – Jónas þór Næs ■, 38/0, EB/Streymur, Atli Gregersen, 24/0, Víkingur, Sonni Ragnar Nattestad, 3/0, AC Horsens Danmark, Viljormur Davidsen,9/0, Vejle BK Danmark – Hallur Hansson, 14/2, Víkingur, Fróði Benjaminsen, 81/6, HB – Jóan Símun Edmundsson, 28/1, HB, Pól Jóhannus Justinussen, 19/0, NSÍ (Kaj Leo í Bartalsstovu, 2/0, Levanger Noreg, 90.+1.), Christian Lamhauge Holst, 43/4, Fremad Amager Danmark (Brandur Olsen, 1/0, FCK Danmark, 82.) – Páll A. Klettskarð, 11/0, KÍ (Arnbjørn Hansen, 17/3, EB/Streymur, 75.) Á beinkinum: Tórður Thomsen, 0/0, B36, Teitur Matras Gestsson, 0/0, HB, Alex Mellemgaard, 0/0, B36, Rógvi Baldvinsson, 19/2, Ålgård Noreg, Bárður Hansen, 0/0, Víkingur, Levi Hanssen, 3/0, HB, Gilli Sørensen, 2/0, AaB Danmark, Sølvi Vatnhamar, 1/0, Víkingur, Hans Jørgen Djurhuus, 0/0, Víkingur Venjari: Lars Olsen Norðurírland - Føroyar 2-0 EM undankappingardystur á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi leygardagin 11. oktober kl. 19.45 Dómarabólkur úr Ísrael: Alon Yefet, Danny Krasikow, Amihay Yehoshua Mozes, Sharon Eyal, Eli Hacmon og Daniel Bar Natan 10.000 áskoðarar Mynd: Tróndur Arge