Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Í annaðkvøld mugu okkara tora at vera á vøllinum. Vit kunnu ikki hava fleiri hálvleikir, har okkara goyma seg. 18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen byrjar inni Nú skulu Tróndur Arge – Tórsvøllur 18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen byrjar inni móti Ungarn. Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur á tíðindafundi boða frá, at 18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen byrjar inn á framrættaða mið­vøll­ inum móti Ungarn í annað­ kvøld. Føroyska liðið hevði í dag tíðindafund undan venj­ingini, sum byrjaði klokkan 10.30. Við sær á tíðinda­fundinum hevði Lars Olsen 18 ára gamla FCK spælaran, Brandur H. Olsen. Hann staðfesti eisini, at mið­ vallarin byrjar inni. – Ja, eg kann siga so mikið sum, at Brandur byrjar inni í annaðkvøld. Hann kemur at spæla á framrættaða mið­ vøll­inum, sigur Lars Olsen. Brandur fekk debut á A-landsliðnum, tá hann kom inn í seinna hálvleki móti Norðurírlandi í Belfast. – Eg eri ótrúliga spentur og gleði meg at sleppa at hjálpa landsliðnum, sigur Brandur, ið ikki tykist fjáltur­stungin av støðuni. Lars Olsen hevur ikki endaliga gjørt av hvør byrjar inni, men sigur at tað verða tvær til tríggjar broytingar á liðnum. Hans Jørgen farin heim Tað kom óvart á tey flestu, tá Lars Olsen sendi boð eftir 35 ára gamla Hans Jørgen Djurhuus fyri fyrstu ferð nakran­tíð. Hann kom ikki inn á vøllin í Belfast og nógv bendir á, at hann ikki verður við móti Ungarn. – Hans Jørgen hevur trupul­leikar og fær ikki vant við í dag. Hann hevur fingið eina, sum ávirkar balansuna. Vit vistu av støðuni áðrenn, men hon er blivin verri í nátt og hann hevur einki fingið sovið. Eg vænti at vit senda hann heim, sigur Lars Olsen. Sostatt verður einki dreyma debut fyri 35 ára gamla Hans Jørgen, sum aldrin hevur verið í lands­ liðs­hópinum fyrr. Tvey ella tríggjar broytingar Á tíðindafundinum boðaði Lars Olsen frá, at tað verða tvær ella tríggjar broytingar á liðnum til dystin móti Ungarn. – Tað verða helst tvær ella tríggjar broytingar á liðnum frá dystinum seinast. Eg havi ikki tikið endaliga avgerð enn, men vit hyggja uppa tað til venjing, sigur Lars Olsen landsliðsvenjari. Hann váttar, at verjan helst verður tann sama, og at broytingarnar helst verða longur frammi á vøllinum. Lands­liðsvenjingin gav ikki nógvar ábendingar, men okkurt bendir á, at Pól Jóhannus Justinussen og Páll A. Klettskarð detta úr lið­num, meðan Brandur H. Olsen saman við eitt nú Gilla Sørensen ella Sølva Vatnhamar á øðrum vong­ inum. Ungarn í skiftistíð Støðan hjá Ungarn er skift­andi. Teir hava skift lands­liðs­venjara frá fyrsta dystinum í bólkaspælinum móti Norður­írlandi. Nýggi lands­liðs­venjarin hevur bara tríggjar spælarar við frá tí fyrsta dystinum, sum Ungarn tapti 2-1 á heima­ vølli fyri Norður­írlandi. Í Rumenia eydnaðist tað Ungarn at fáa eitt stig og vónin um at røkka EM enda­ spæl­inum er tendrað aftur. Málið er óiva at røkka triðja pláss­inum, sum gevur at­ gongd til play-off dyst. – Vit hava viðgjørt sjón­ Hópurin hjá Ungarn: Málverjar: Király (Fulham FC), Megyeri (Olympiacos FC) og Dibusz (Ferencvárosi TC) Verjuspælarar: Juhász (Videoton FC), Korcsmar (SpVgg Greuther Fürth), Vanczák (FC Sion), Varga (Debreceni VSC), Krisztián Simon (Újpest FC), Kádár (Diósgyőri VTK), Tamás (AS Varese 1910) Miðvallarar: Elek (Diósgyőri VTK), Ádám Simon (Videoton FC) , Gera (Ferencvárosi TC), Tőzsér (Watford FC), Kalmár (RB Leipzig), Kovács (Videoton FC) Framherjar: Priskin (Győri ETO FC), Nikolic (Videoton FC), Stieber (Hamburger SV), Dzsudzsák (FC Dinamo Moskva), Varga (Győri ETO FC), Gyurcsó (Videoton FC), Szalai (TSG 1899 Hoffenheim), Lovrencsics (KKS Lech Poznań) Týsdagin 14. oktober, kl. 19.45 Undankappingardystur - Tórsvøllur, Tórshavn Føroyar vs ungarn fótbóltur