Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 ítróttur vit tora banda­upptøkur frá dyst­ inum millum Rumenia og Ungarn. Í tí dystinum verjur Ungarn langt afturi á vøll­ inum, men tað vænti eg ikki at teir gera móti okkum, sigur Lars Olsen, sum hevur ringt við at avlesa gestirnar. – Teir hava bara tríggjar spælarar við frá byrjarn, sum eisini spældu móti Norður­ írlandi. Nýggi venjarin hevur gjørt nógvar broytingar, so tað er ein møguleiki at hann eisini ger nógvar broytingar til dystin móti okkum, sigur Lars Olsen, sum eisini hevur lagt merki til, at Ungarn í dystinum móti Rumenia skifti millum tvær upp­ stillingar. Mugu vinna nærdystirnar Ein av spurningunuma tíðinda­fundinum var hví føroyska liðið ikki fekk fleiri gul kort í dystinum. Skilt á tann hátt, at tað avspeglar at okkara ikki komu á kroppin á norður­írsku spælarum. – Nú er tað ikki so, at vit skulu hava premiu fyri at fáa gul kort, men tað vit skulu vinna fleiri nærdystir. Vit eru í eini prosess og spæla væl í løtum móti Norðurírlandi, sjálvt tit fjølmiðlarnir kanska ikki halda tað. Vón­ andi endar prosessin hjá okkum við at vit avrika í dyst­inum í annaðkvøld, sigur Atli Gregersen, sum tykist hava vunnið sær fast pláss á lands­liðnum aftur. Hava hvílt seg Føroyska liðið kom ikki til Føroyar aftur fyrr enn á miðjari nátt eftir dystin. – Nú hava vit hvílt okkum og hugt eftir dystinum móti Norðurírlandi aftur, sigur Lars Olsen. Aldursforsetin á liðnum, Fróði Benjaminsen, heldur ikki tað er ein trupulleiki, at okkara komu heim so seint. – Ungarn hevur akkurát spælt í Rumenia, so tað er eins fyri øll, sigur Fróði Benjaminsen, sum hóast síni 36 ár tykist væl fyri hóast tað er stytt millum lands­ dyst­irnar. So er at vóna, at vit ikki enn eina ferð gera feilin við at spæla ov nógv troyttar spælarar. Hetta hevur fyrr kostað okkum dýrt, men vón­andi hava vit lært tað, sum vit skulu læra í hesi undan­kappingini. trondur@sosialurin.fo Fróði Benjaminsen brendi føroyska brotssparkið í Belfast. Hóast Roy Carroll bjargaði, so er Fróði ikki ónøgdur við brotssparkið – Eg haldi eg skjeyt tað væl, men tað er ikki nóg gott, tá málverjin bjarg­ar, sigur Fróði. So er spurningurin um Fróði tekur brotssparkið um vit fáa eitt í annað­ kvøld? – Nei, tað vænti eg ikki at eg geri, sigur Fróði Benjaminsen við einum smíli. Lars Olsen hevur ikki sett ein ávísan spælara at skjóta. – Eg havi onkrar í tonkunum, men vit hava ikki sett ein ávísan á uppgávuna, sigur Lars Olsen. trondur@sosialurin.fo Fróði tekur ikki brotsspark Myndir: Álvur Haraldsen fótbóltur