Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Rík søga – men bleik nútíð Ungarn hevur nógv avrik at vísa á í fótbóltssøguni við tveimum HM-silvurmerkjum, trimum olympiskum gullmerkjum, og einum HM-metsigri, tá teir vunnu 10-1 á El Salvador í HM- endaspælinum í Spania í 1982. Men síðani 1986 hevur gamla stórliðið ikki vunnið seg í eitt endaspæl. Tað er tí eitt lið undir trýsti, sum spælir ímóti Føroyum týskvøldið Heri Simonsen Ungarn fær ikki so nógvar klokkur at ringja hjá teimum yngru fótbóltsfjepparunum, men hjá okkum, sum eru í góðum árum, og ikki minst hjá teimum eldru fót­bólts­ fjepp­arunum fær Ungarn nógvar klokkur at ringja. Søgu­liga er talan um eitt stór­lið, men hyggja vit eftir av­rik­unum seinastu 30 árini hevur verið talan um eina sovandi kempu. Gamla stór­ lið­ið hevur nevnliga ikki vunn­ið seg í eitt endaspæl síðani HM-endaspælið í Meksiko í 1986. Hesaferð hevur Ungarn fingið eina heldur slaka byrjan uppá EM-undan­kappingina við bert einum stigi aftaná tveir dystir ímóti Norðurírlandi heima (1-2), og Rumenia úti (1-1). Tað er tí eitt lið, sum er undir trýsti, sum Føroyar møtir á Tórs­vølli týskvøldið klokkan 19.45. Landsliðssøgan byrjaði í 1902 Ungarn er millum tey eldru landsliðini í heiminum. Longu í 1902 spældi Ungarn fyrsta landsdystin. Hesin var leiktur á útivølli í Wien í Eystur­ríki, sum Ungarn var í ríki saman við fram til 1918. Hendan heystardagin 12. oktober tapti Ungarn 0-5 ímóti Eystur­ríki. Ungarn tók fyrstu ferð lut á olympisku summarleikunum í 1912. Á summar­leikunum, sum vóru í Stockholm var liðið tó útsligið í fyrsta um­far­inum. Undir fyrra heims­bar­daga (1914-1918) spældi Ungarn heilar 19 landsdystir ímóti Eysturríki. Aftaná krígslok kravdu tey bretsku fót­bólts­ sambondini, at Ungarn varð tveitt úr altjóða fót­bólts­ sam­gonguni, FIFA, sum revsing fyri lutin Ungarn hevði undir fyrra heims­bar­ daga. Hetta gekk FIFA ikki við til, og úrs­litið varð, at Ongland, Skotland, Wales og Írland tóku seg úr FIFA i 1919. Seinast i 1920-unum byrj­aði ungarskur fótbóltur at mennast, og í 1927 vann Ungarn ein metstóran 13-1 sigur á Fraklandi. Hesi árini spældi Ungarn nógvar lands­ dystir ímóti mið- og eystur­ evropeiskum lands­liðum. HM-silvur í 1938 Fyrsta framúrskarandi úrs­ litið hjá Ungarn kom í HM- endaspælinum í Fraklandi í 1938. Ungarn vann í fjórð­ ings­finaluni 2-0 á Sveis, og í hálvfinaluni vunnu teir heili 5-1 á Svøríki, og vónirnar í heimlandinum, at Ungarn fór at vinna HM-gull vóru ikki heilt sørar. Í finaluni møtti Ungarn tó teimum tá ver­andi heimsmeistarunum úr Italia. Ungarar gjørdust ov stuttir í finaluni. Italia vann finaluna á tí olympiska leik­vøllunum í París við 4-2. Talan var tó um besta avrikið hjá Ungarn nakrantíð, og HM-silvurmerkið boðaði frá bjørtum framtíðarvónum. Taptu ein dyst i seks ár Ungarn hevði eitt ótrú­ ligt lið í fyrru helvt av 1950-árunum. Serliga vóru tað fýra spælarar, sum øll fót­bólts­áhugað í heim­inum kendu. Talan var um fram­ herjarnar, Ferenc Puskas og Sándor Kocsis, framrættaði half-backurin, József Bozsik og hangandi framherjin, Nandór Hidegkuti. Talan var um eitt ótrúliga evna­ ríkt lið, sum var ein sonn fót­ bólts­opinbering við nógvum tekniskum snildum, og væl grunaðum taktikki. Í seks ár millum 14. mai í 1950 fram til 19. februar í 1956 tapti Ungarn bara ein dyst, men sigast má, at teir valdu løtuna illa, tá teir taptu tann eina dystin í hesum tíðar­ skeið­num. OL-gull og minnilig løta á Wembley Í 1952 eydnaðist tað Ungarn at vinna sítt fyrsta heitið á teimum olympisku summar­ leikunum í Helsinki. Í fjórð­ ingsfinaluni vann Ungarn 7-1 á Turkalandi, og í hálv­ final­uni vunnu teir 6-0 á Svøríki, sum hevði vunnið OL-gull á summarleikunum í London í 1948. Ungararnir hugtóku øll við sínum berg­takandi spæli, og í finaluni vann Ungarn 2-0 á Jugoslavia. Àrið eftir framdi Ungarn enn eitt minniligt avrik. Ongland hevði fram til 1953 ongantíð tapt ein lands­dyst á heimavølli. 25. november í 1953 sendi Ungarn alt Ongland í koma, tá teir ógvu­liga sannførandi vunnu heili 6-3 á Onglandi framman­fyri 105.000 gapandi áskoðarum á kenda Wembley leikvøllinum. Ítróttar­skrivarnir hjá The London Times vóru so óðir um úrslitið, at teir prentaðu dystar­frásøgnina millum minningar­orðini í blaðnum. 23. mai í 1954 møttust liðini í Budapest, og tá vann Ungarn ein lemjandi 7-1 sigur á Onglandi, sum enn í dag er størsta tapið hjá Onglandi nakran­tíð. Tað var eingin ivi millum fót­bólts­ser­frøð­ingar í heiminum, Ungarn varð stór­favo­rittur til at vinna HM-endaspælið, sum skuldi verða í Sveis á sumri í 1954. »Undurið í Bern« Ungarn legði út sum eitt ódnar­veður í HM-enda­spæl­ inum í 1954. Fyrst vunnu teir 9-0 á Suðurkorea, og so enn ein knúsandi sigur, hesaferð 8-3 á Vesturtýsklandi. Í fjórð­ ingsfinaluni vann Ungarn 4-2 á Brasil, og í hálvfinaluni vunnu teir á teimum tá ver­ andi heimsmeistarunum úr Uruguay. Dysturin endaði 4-2 til Ungarn eftir longda leik­tíð. Nú varð dúkað til final­una, og nærum øll vóru vís í, at Ungarn fór at sigra á Vestur­týsklandi í finaluni á Wankdorf leikvøllinum í Bern, Longu aftaná átta minuttirs spæl varð Ungarn á odda 2-0 við málum hjá Puskas og Zoltán Czibor, men longu í 18. minutti hevði Týskland javnað við málum frá Max Morlock og Helmuth Rahn. Í seinna hálvleiki søkti Ungarn nógv at tí vestur­ týska málinum, men verjan og frálíki málverjin, Toni Turek hildu málið reint í seinna hálvleiki. Í 84. minutti hendi tað, sum eingin trúði fór at henda, Helmuth Rahn legði Týskland á odda 3-2. Puskas beindi bólti í vestur­ týska málið áðrenn leik­ lok, men málið varð mett at verða offside, og tá William Ling bríkslaði var eitt risa­ stórt undur nevnt »Undurið í Bern« veruleiki. Ein ógvuliga beiskur biti hjá Ungarn, men í hjørtunum hjá øllum fót­ bólts­fjepparum var eingin ivi um, at heimsins besta lið hevði tapt HM-finaluna. Seinni er borið uppá mál, at vestur­týska liðið varð dopað, men tað er ikki endaliga prógvað. Tvær OL-gull og málmet Aftaná uppreisturin í 1956 flýggjaði Ferenc Puskas til Spania, har hann fór at spæla við Real Madrid, og gjørdist spanskur ríkisborgari. Ungarn gjørdi tó nakrar skreytir í 1960-árunum. Bæði í summar­leikunum í Tokyo í 1964, og í Meksiko býi í 1968 eydnaðist tað Ungarn at vinna OL-gull. Í 1960 vann liðið eisini eitt OL-bronsu­ merki. Í 1964 vann Ungarn 2-1 á Kekkoslovakia í final­ uni, og í finaluni í 1968 vann Ungarn 4-1 á Bulgaria. Í 1972 gjørdi Ungarn tann higartil sein­asta stóra vørrin. Tað eydnaðist Ungarn at vinna seg í EM-hálv­finaluna, har teir møttu Sovjet. Ungarn tapti 0-1, og dystin um bronsuna, sum spælt varð um til EM tá, tapti Ungarn 1-2 ímóti verts­land­inum, Belgia. Á olympisku summar­ leikunum í München vann Ungarn seg aftur í OL-finaluna, men hesa­ ferð gjørdist talan um tap. Í finaluni tapti Ungarn 1-2 ímóti Póllandi. Talan er um higartil seinasta heiðurs­ merki Ungarn hevur vunnið í fótbólti. Ungarn spældi seg í HM-endaspølini í 1978, 1982 og í 1986. Á hvørjum sinni vóru teir útslignir í bólka­spæl­inum. Ungarn megnaði tó at seta eitt met í HM-enda­spælinum í Spania í 1982. 15. juni á Neuvo Estadio leik­vøllinum í Elche vann Ungarn heili 10-1 á El Salvador, sum er størsti skrá­ setti sigurin í einum HM- enda­spæli nakrantíð. Síðani 1986 hevur gamli fótbólts­ risin ikki vunnið seg í eitt endaspæl. Nú halda ungarar, at tað er uppá hægstu tíð, og Føroyar eiga ikki at verða ein forð­ing á vegnum. Men kanska eitt undur hendir á Tórs­vølli 60 ár aftaná undur­ ið í HM-finaluni í Sveis? fótbóltur