Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. oktober 2014 · Nr. 116 S o fekk landsliðið aftur ein upp á kjaftin, sum fær primitivu røddurnar at spýta í lógvan, tendra telduna og oysa útspillingar yvir føroyska landsliðið. Til deils, so er tað eisini í lagi, tí avrikið í Belfast var væl undir miðla. Serliga fyrri hálvleikur var vánaligur. Eins og móti Finnlandi, so fingu vit ein gyltan møguleika. Skoraðu vit upp á brotssparkið í Belfast, so var bara eitt mál á muni í hálvleikinum. Tað hevði nú ikki verið so gali. Munurin millum tapið fyri Finnlandi og Norður­ írlandi er, at vit í fyrra dystinum vóru á odda í hálv­ leikinum, meðan vit í Belfast fingu mønustingin longu í fyrra hálvleiki. Annars er afturgangandi fyri báðar dystirnar, at vit tora ella duga ikki at gera nakað skila­ gott við bóltin. Eg meini ikki við, at vit skulu spæla Barcelona, men sjálvt tá vit skulu gyppa vekk, so er ongin ætlan. Nú eru fyrstu nervarnir farnir av hesi undan­ kappingini. Vit hava gjørt okkara feilir og tað er eisini í ordan. Vit koma eisini at tapa fleiri dystir í hesi undan­kappingini, men skulu vit ikki siga, at hetta er seinastu ferð, at vit tapa upp á handan mátin? Ynski er, at vit til dystin í annaðkvøld tora at spæla og vera á vøllinum móti Ungarn. Tora at skumpa aftur, og tora at biðja um bóltin, so viðspælararnir ikki verða kroystir fastir. Tora at geva okkum 100 prosent? Hví fylgja tit ikki upp? Vit hava ikki skapt ein stóran málmøguleika í 180 minuttir. Ikki ein gongd upp á deyðbóltar hótta vit. Ájú – brotssparkið í Belfast. Men hví eru menn ikki til reiðar at fylgja upp, eftir at Fróði hevur skotið? Sum myndin vísir, so stendur Jóan Símun einsamallur millum fleiri norðurírar. Teir eru eisini fyrstir at fáa returin. Eitt er at trúgva upp á, at Fróði skorar – men vit mugu eisini søkja tað óvæntaða – also trúgva upp á at vit kunnu fáa gagn av tilvildini og støðum, sum vit ikki avgera sjálvir. Vit hava havt nakrar deyðbóltsstøður, har bólturin er komin inn í brotsteigin, eftir at onkur hevur fingið fótin á ella høvdið á áðrenn. Vit søkja ikki møguleikan, men bæði tey fyrstu málini hjá Finnlandi og Norðurírlandi koma eftur støður, har teir søkja møguelikan og trúgva upp á tað. Lat okkum nú spæla ein landsdyst, har vit eisini søkja møguleikan í brotsteiginum. Ein landsdyst har við ikki er fjálturstungnir frá byrjan, men har vit hava yvirskot og dirvið til at bjóða av á fleiri økjum. Lærupengi til U19 Føroyska U19 landsliðið fekk ein ordans umgang í fyrsta dystinum í U19 kappingin í Norðurírlandi í hesum døgum. Teir taptu heili 7-0 fyri Russlandi í fyrsta dystinum, og 2-0 fyri Kekkia í dystinum eftir. Serliga var tapið fyri Russlandi ein ámining um, at vit ongantíð skulu verða bangnir fyri at fara á vøllin. Bæði tá tað kemur til at stríðast, men eisini tá vit skulu spæla. Dysturin var ein lektión í fótbólti, sum dreingirnir vónandi aldrin gloyma, men heldur taka við læru. Tað er í ordan at spæla í bestu deildini í Føroyum, men ætlar tú nakað her í stóru verð, so er vegurin langur og ikki minst harður. Læri meðan tit kunnu! Føroyar framá Vit mugu tora Ítróttar klumman Jákup Mørk ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Tað sigur Oddmar Selfoss, formaður í B71, sum fekk eina stóra gávu frá debutantinum, Brandi Hendriksson Olsen Troyggjan skal hanga í B71 húsinum Skulu vit taka tað róligt í dag? Tróndur Arge Ungi miðvallarin, sum er uppvaksin í B71, men í dag spælir við FCK í Danmark, handani nevniliga Oddmari Selfoss og B71 troyggjuna, sum hann spældi við í fyrsta lands­dystinum. – Hendan skal upp at hanga í B71 húsinum, sigur Oddmar Selfoss stoltur á mál­inum, tá hann hevur fingið handað troyggjuna á flog­vøllinum í Belfast. Brandur er í dag 18 ára gamal og hevur seinastu árini spælt við FCK. Hann er tó uppvaksin á sandoynni og hevur sína fótbóltsuppaling í B71, har hann spældi til hann var 15 ára gamal. – Hesa troyggjuna gevi eg fegin til barndómsfelagið, sigur Brandur, sum ongantíð náddi at spæla á besta lið­ num. – Eg haldi eg spældi ein venjingar­dyst við besta lið­ num, sigur Brandur, með­an hann og Oddmar tosa um gamlar tíðir í B71. – Hetta er ein áminning og staðfesting av, at tú kanst koma langt. Heilt úr B71 til FCK og landsliðið, sigur Oddmar Selfoss , sum hevur úr at gera sum formaður hjá B71 nú liðið aftur er í 1.deild. Føroyska lands­liðs­ troyggj­an við 18 talinum og Olsen á rygginum verð­ur ramma inn og skal í fram­tíð­ ini hanga í B71 húsinum. trondur@sosialurin.fo Stóri framherjin hjá Norður­ írlandi, Kyle Lafferty, hevði ikki gloymt teir nógvu innan­ hýsis dystirnar, sum hann og Atli Gregersen høvdu. – Tá vit høvdu spælt í nakrar minuttir spurdi hann meg um vit ikki skuldu slappa eitt sindur meiri av í dag í mun til seinast. Eg svar­ aði nú vóru vit nakað eldri, so tað fór nokk at ganga, sigur Atli Gregersen. Sum dysturin útspældi seg, so endaði tað við, at tað serliga var Sonni Ragnar Nattestad, ið skuldi halda fast í Kyle Lafferty. Tað gjørdi hann somikið oftani, at norðurírski framherjin í seinna hálvleiki argandi spurdi Sonna Ragnar um hann vildi býta um troyggju. Helst hugsaði Sonni Ragnar, at tað kann gott vera at Kyle er stóri drongurin í Belfast – men í støðan er ein onnur í Føroyum, tá Norður­ írland kemur hendan vegin. trondur@sosialurin.fo Mynd: Tróndur Arge ítróttur