týsdagur 14. oktober 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsstýrið sendir greiðan boðskap út um,
at tað er í lagi at skerja ferðslutrygdina í
Føroyum, halda tey á Ferðslutrygd
ferðslutrygd
Vit hava ikki
missa fleiri í
Eirikur Lindenskov
Játtanin til Ferðslutrygd skal
lækka 20 prosent – hon skal
minka úr 1.000.000 krónum
niður 800.000 krónur.
Tað eru boðini úr lands
stýrinum, nú fíggjarlógar
uppskotið fyri 2015 er til við
gerðar.
Á Ferðslutrygd halda tey,
at landsstýrið við hesum inn
trivi sendir ein greiðan boð
skap um, at tað er í lagi at
minka stigini at skapa trygg
ari ferðslu. Hetta í eini tíð,
har munandi fleiri doyggja
í føroysku ferðsluni enn í
grannalondum okkara, sam
stundis sum ferðslutrygdar
ætlanin gongur út og má
verða dagførd í 2015.
– Vit eru bilsin um hesa
raðfesting. Talið á deyðum
í
ferðsluni
er
munandi
hægri í Føroyum enn í
okkara grannalondum fyri
2012 og 2013. Í Danmark,
Noregi og Svøríki doyggja
3-3,7 fyri hvørjar 100.000
íbúgvar í ferðsluni um ár
ið, sum hevur verið støðugt
lækkandi seinnu árini. Í 2012
og 2013 doyðu ávíkavist 4
og 6 í føroysku ferðsluni,
sum gevur gott 8 og gott
12
fyri
hvørhar
100.000
íbúgvar.
Verður
roknað
5 ára miðal – tað vil siga
miðaltalið av deyðum í hes
um árinum og teimum fýra
undanfarnu – sum sæst
í prikklinjuni – liggja vit
eisini ovarlaga og oftast
oman fyri norðurlendsku
grannar okkara næstan øll
undanfarnu 12 árini, sum
sæst í talvuni, greiðir Bryn
hild Høgnadóttir, stjóri í
Ferðslutrygd frá.
Skeivar menniskjans
ligar avgerðir
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd
hevur til endamáls at gera
ferðsluna tryggari við at
betra ferðsluvanarnar í før
oysku ferðsluni.
– Í umleið 90 prosentum
av
deyðsvanlukkum
eru
skeivar menniskjasligar av
gerðir fremsta orsøkin til
vanlukkurnar,
til
dømis
avgerðin um at koyra ov
skjótt, at koyra ávirkaður
ella at brúka fartelefon með
an tú koyrir. Tí hava vanar
í ferðsluni nógv at siga, tá
talið á álvarsligum ferðslu
vanlukkum skal skerjast,
sigur Brynhild Høgnadóttir.
Hetta er ein av fremstu
orsøkunum til, at Ráðið fyri
Ferðslutrygd varð stovnað
fyri skjótt 40 árum síðani.
– Av teimum 281, sum eru
deyð í føroysku ferðsluni,
eru tað í mestan mun fólk í
aldrinum 15-24 ár, sum farin
eru. Hetta ger tað ikki minni
viðkomandi at arbeiða mót
vegis málinum at eingin skal
doyggja í ferðsluni. Vit meta
hvønn einasta deyðan føroy
ing í ferðsluni sum ein ósigur
fyri landið, vísir Brynhild
Høgnadóttir á.
Ferðslutrygdarætlanin
gongur út
Í Føroyum hava vit eina
ferðslutrygdarætlan,
sum
gongur út nú í 2015. Tann
upprunaliga varð gjørd í
2008 í samstarvi millum
løgreglu, Akstovuna, Lands
verk, kommunur og Ráð
num fyri Ferðslutrygd sum
samskipara.
Spurningurin er, um tað
er so umráðandi hjá okkum
við eini ferðslutrygdarætlan.
– Í eini ferðslutrygdarætl
an verður greinað, hvørji stig
loysa seg best at taka, fyri at
færri skulu doyggja ella fáa
álvarsligt mein í ferðsluni.
Støði verður tikið í nýggjastu
vitan og gransking hjá okk
ara grannalondum og í ES, og
mett verður um, hvørji mál
vit eiga at seta okkum fyri
í Føroyum. Hava vit onga
dagførda
ferðslutrygdar
ætlan, hava vit eingi ítøkilig
mál at miða eftir á leiðini at
røkka nullhugsjónini. Vit
høvdu sum givið væntað, at
landsstýrið eisini vildi hava
ferðslutrygdarætlanina dag
førda, sigur Brynhild Høgna
dóttir.
Kann Ferðslutrygd ikki
sjálvt
dagføra
ferðslu
trygdarætlanina?
– Ferðslutrygdarætlanin
er ein yvirskipað ætlan
hjá
øllum
pørtum,
sum
arbeiða fyri færri skulu
doyggja í ferðsluni. Tað er
ikki ein ynskilisti hjá
Ferðslutrygd.
–
Harnæst
er
tað
ikki
ásett
í
viðtøkum okkara, at vit
skulu gera ferðslutrygdar
ætlan. Við eini so skerdari
játtan kann Ferðslutrygd
ikki fara at taka hond um
annað virksemi, enn tað er
sett til. Í triða lagi gevur tað
ikki meining, at vit av okkara
eintingum fara at gera eina
ferðslutrygdarætlan,
um
landsstýrið ikki vil seta tað
í verk og lata neyðugt til
feingi til verkætlanina. At
hetta eftir játtanini at døma
ikki verður, meta vit vera
eitt álvarsligt bakstig og eina
vandamikla
undirmeting
av týdninginum at skapa
størri ferðslutrygd, greiðir
Brynhild Høgnadóttir frá.
Fakta:
281 fólk eru deyð í ferðsluni
– flestu teirra millum 14 og 24 ár
Fyrsta ferðsluvanlukka, sum kravdi
mannalív, var á Varmakeldueiði 2.
september í 1928, tá ein lastbilur
fór út av vegnum
Tað er væl og virðiliga prógvað,
at økt trygd bjargar mannalívum.
Landslæknin hevur skrivað í
síni ársfrágreiðing, at helvtin av
teimum deyðu í ferðsluni kundu
verið bjargað, um tey høvdu nýtt
trygdarseðlarnar.
Tað er eitt álvarsligt afturstig
og ein vandamikil undirmeting av
týdninginum at skapa størri ferðslu
trygd, at játtanin verður skerd
Hava vit onga dagførda ferðslutrygdar
ætlan, so hava vit eingi ítøkilig mál at miða
eftir á leiðini at røkka nullhugsjónini
– Vit eru sera bilsin um, at játtanin
til Ferðslutrygd verður skerd við 20
prosentum. Talið á deyðum í ferðsluni
er munandi hægri í Føroyum enn í
grannalondum í 2012 og 2013, sigur
Brynhild Høgnadóttir, stjóri á Ferðslutrygd