týsdagur 14. oktober 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
– Vit vóna sjálvandi, at
politikarar fara at meta
støðuna
av
nýggjum,
so
skerjingin
ikki
gerst
veruleiki. Men verður hetta
endaliga játtanin, merkir tað
minni virksemi frá okkara
síðu.
Tað sigur Brynhild Høgna
dóttir, stjóri í Ferðslutrygd,
tá vit spyrja hana, hvussu
skerjingin
í
játtanini
til
Ferðslutrygd fer at síggjast.
– Tað kann hava við sær,
at fólk í minni mun fara at
geva sær far um tryggar
vanar í ferðsluni. Inntøkug
rundarlagið er nú á so lágum
støði, at tað verður mett
trupult hjá Ráðnum at vera
við til at økja um ferðslu
trygdina við Nullhugsjónini
í hondini.
– Tað er greitt, at vit koma
ikki sovandi til tryggari
ferðslu. Skulu vit bjarga fleiri
lívum, krevur tað, at fleiri
partar áhaldandi arbeiða
við nullhugsjónini fyri eyga.
Tað vil siga økt politieftirlit,
tryggari vegir, tryggari bilar,
kunningarátøk
og
undir
vísing, har millum annað
Ferðslutrygd arbeiðir við
teimum báðum seinastu.
– Sum er samstarva vit
við tryggingarfeløgini bæði
um átøk, og vit vilja fegin
samstarva við aðrar fyritøk
ur eisini um átøk, vísir Bryn
hild Høgnadóttir á.
Munar Ferðslutrygd?
Tit hava skjótt 40 ár á baki,
og enn doyggja fólk í ferðslu
ni. Vísir hetta ikki, at tit ikki
levera vøruna?
– Eg skilji væl, at tað er
ørkymlandi, um fólk føla, at
okkara átøk ikki muna. Men
við fyribyrgjandi átøkum er
tað so, at tey virka sum frá
líður. Tað krevur eitt miðvíst
áhaldandi arbeiði frá fleiri
síðum at broyta hugburð til
ferðslu. Og hugburðurin í
ferðsluni er batnaður, um vit
bara fara nøkur fá ár aftur í
tíðina.
– Eg hugsi til dømis, at
tey flestu munnu vera samd
um, at eitt nú nýtslan av
trygdarbelti
er
munandi
betrað, frá tá lógin kom
í 1986. Tað sama við rús
drekkakoyring. Har vita vit,
at tað í dag eru munandi
færri, ið koyra ávirkað og
munandi fleiri, ið siga frá,
um onnur koyra ávirkað. Og
hetta er orsakað av tí saml
aða arbeiðnum, sum er gjørt
innan hesi øki.
– So vil eg fegin skoyta
uppí, at vit eru greið um,
at ikki øll verða ávirkað av
okkara átøkum – summum
røkka vit ikki, viðgongur
Brynhild Høgnadóttir.
Minimal sparing
200.000 krónur er ein lækk
ing á 20 prosent, sum er eitt
ómetaliga stórt inntriv hjá
einum lítlum ráði.
Øll mugu spara – er tað
ikki rímiligt, at Ráðið fyri
Feðslutrygd eisini sparir?
– Jú, tað er rætt. Men
hesin brestur er so dyggur
hjá Ferðslutrygd og stendur
als ikki í mát við ta minimalu
sparing, sum landið fær
burturúr. Vit halda hinvegin,
at landið missir munandi
meira, enn tað sparir, sigur
Brynhild
Høgnadóttir
at
enda.
Ein dyggur smeitur
fyri ferðslutrygdina
ferðslutrygd
– Sjálvandi mugu øll spara. Men
hendan skerjing stendur als ikki
í mát við ta minimalu sparing,
sum landið fær burturúr. Vit
halda hinvegin, at landið missir
munandi meira, enn tað sparir,
heldur Brynhild Høgnadóttir,
stjóri í Ferðslutrygd
Tað gevur onga mein
ing hjá Ferðslutrygd at
gera eina ferðslutrygdar
ætlan, um landsstýrið ikki
vil seta hana í verk