týsdagur 14. oktober 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ikki vardi tað okkum fyri hálvum
øðrum ári síðani, at vit skuldu
missa bæði okkara kæru foreldur
innan so stutta tíd.
Ættarbondini hjá mammu vóru
úr Fugloy. Foreldur hennara vóru
Malena Kirke úr Hattarvík og Isak
Esbern Kirke av Kirkju. Tey vóru
gift og fluttu til Vágs í 30´unum,
tí har var nógv virksemi hesa
tíðina. Abbi okkara var skipari og
sigldi við ymiskum skipum úr Vági.
Tey bygdu hús í Toftalíð og fingu
trý børn. Mamma var yngst av
systkinum. Johan, sum er elstur, er
føddur í 1936, Álvur er føddur í 1939
og mamma varð fødd 8. juli 1941.
Pápi teirra vanliga nevndur Ebbe
var skipari á sluppini “Milly”, og
vóru teir farnir til Onglands at selja
fisk undir krígnum, og sjólótust
teir á heimleið úr Onglandi í mars
mánaði 1941. Sostatt sá mamma
ongantíð pápa sín.
Malena omman sat eftir við
tveimum smábørnum, og tað triðja
var ikki føtt. Fyri at fáa endarnar at
røkka saman, fekk hon sær handil í
einum parti av húsinum. Hon hevði
kúgv í kjallaranum og keypti eina
maskimaskinu, so hon kundi maska
sokkar fyri fólk. Mangar kvinnur
í Vági hava fingið maskað sínar
sokkar hjá Malenu ommuni.
Undir hesum truplu umstøðum
vaks mamma upp við eini sterkari
mammu, sum tók mangt eitt takið,
tí tíðirnar vóru torførar. Eitt trygt
og gott heim, har umsorganin fyri
hvørjum øðrum var í hásæti, og
hjartarúm var fyri øllum.
Pabba var næstelstur av seks
systkjum. Foreldur hansara vóru
Karin Høgnesen av Norðoyri í
Klaksvík og Mathias Petersen
av Selatræ. Tey búsettust uppi á
Heygum í Klaksvík. Børn teirra eru
Kirstin fødd í 1937, pabba føddur í
1939, Malan fødd í 1945, Torbjørn
føddur í 1948, Sólbjørg fødd í 1954
og Rúna fødd í 1958.
Mamma og pabba møttust
sum 16 og 18 ára gomul. Tey vóru
gift 15. apríl 1961 og náddu tey at
hava gullbrúdleyp í 2011, har vit øll
høvdu ta gleði at halda henda stóra
dag saman vid teimum á hotelli.
Mamma og pabba fluttu inn í
barnaheimið hjá mammu í Toftalíð,
og omman búði saman við okkum
til miðskeiðis í 70´unum. Tey fingu
6 børn. Tann fyrsta dóttirin doyði
fáar tímar eftir, at hon varð fødd.
Síðan komu Isak Esbern, nevndur
Ebbe, føddur 11. desember 1962,
Karin, fødd 11. juni 1964, Lív, fødd 25.
apríl 1971, Vivie, fødd 20. september
1976 og Britt, fødd 11. apríl 1981.
Pabba var sjómaður og var nógv
burtur, har hann var motorpassari
á ymiskum skipum. Tá tey elstu
børnini vóru smá, var hann ofta
leingi burtur. Onkran túrin var
hann burtur meir enn 6 mánaðir í
Grønlandi. Seinni sigldi hann eisini
út frá Bornholm. Tá hann kom
heim, hevði hann altíð spennandi
leikur heim við. Dukkuvognar,
fjarsýrdar bilar, walkie-talkie og
annað, sum vit gleddu okkum til.
Tey yngru systkini minnast betri,
at hann sigldi styttri túrar, og tískil
var meiri heima.
Heimkomin av túri var altíð
nokk at gera við hús. Súkkluslangur
skuldu
lappast,
vaskimaskinan
umvælast ella nógv annað, sum
hann dugdi so sera væl til. Tá varð
einki koyrt burtur, tí alt kundi
gerast aftur.
Pabba gjørdist álvarsliga sjúkur
sum 50 ára gamal, og eftir hetta
legdist hann uppá land. Fyrsta tíðin
var ikki løtt hjá honum, men so fór
hann at fáast við seyð og fekk sær
ein bát saman við Ebba, sum honum
dámdi væl at fara út at fiska við.
Mamma tók sær av okkum børn
um og yvirtók handilin so við og
við, sum omman eldist. Handilin
var miðdepilin í Toftalíð. Her møtt
ist grannarnir og fingu eitt gott
prát, meðan vørurnar vóru hand
aðar yvir diskin. Góði angin av kaffi
og te, sum var selt í leysari vekt,
bróstsukurini, sum omman kókaði,
nýbakaðu breyðini frá bakaranum
og nógvu søgurnar, sum vóru for
taldar, var partur av okkara upp
vøkstri. Mamma var altíð fyri
komandi og blíð. Hittinorðað var
hon eisini, og nógv stuttligt kom
burturúr samskiftinum við kund
arnar.
Samstundis ansaði hon okkum
børnum, gjørdi døgurða klokkan
tólv, tá vit høvdu døgurðasteðg
úr skúlanum, og drekkamunn
klokkan trý, tá vit komu úr skúla.
Ringiklokku høvdu vit í køkinum, so
vit kundu renna niður trappurnar,
um hurðin gekk í handlinum.
Ofta høvdu vit vinfólk heim
við, og vóru tey altíð vælkomin, og
hevur mangur fingið drekkamunn
og skons frá mammu. Gestablíð var
hon altíð. Onkuntíð, tá vit høvdu
gestir, kundi hon kundi finna uppá
at baka bollar mitt um náttina.
Í Toftalíð vóru nógv børn, og
spældu vit úti bæði um dagin og
kvøldið. Var veðrið gott, varð ofta
røvara og politi, blikkað ella skipa
nøvn spælt ímillum húsini. Tá kavin
kom, skreiddu vit børn oman longu
brekkuna, og onkuntíð komu tey
vaksnu uppí. Tá filmstólini komu
fram, fór pabba at vísa teknifilm
nýggjársaftan út ígjøgnum køks
vindeygað yvir á hvíta veggin hjá
grannanum. Hetta samlaði bæði
børn og vaksin í grannalagnum. Ja
samanhaldið var gott, og nógvar
stuttligar løtur og góð minni eiga
vit í Toftalíð.
Mammu dámdi best at hava
nógv fólk rundan um seg og helst
heima hjá sær sjálvari. Hon var
sera heimkær. Hon kundi fara ein
túr norður eftir við Smyrli um
summarið. Vitjaði familju og vinir
og gleddi seg at sleppa heimaftur.
Tá vit bóðu hana koma at ferast,
segði hon skemtandi: ”Farið tit
nakrar dagar norðureftir, so fái eg
eina fína feriu”. Pabba har aftur
ímóti dámdi sera væl at ferast,
men strilti gekk at fáa mammu
við. Hann settist ikki aftur fyri
tað, men var fleiri túrar uttanlands
saman vid beiggja sínum Tórbjørn.
Hesum túrum hevur hann mangan
greitt frá, tí teir høvdu nógv at týða
fyri hann.
Mamma og pabba hava altíð
verið sera góð við hvørt annað.
Hetta hava vit sum børn týðiliga
merkt. Mamma gjørdi drekkamunn
fleiri ferðir um dagin, sum tey bæði
hugnaðu sær við, og kundu tey
eisini sita uppi langt út á náttina
og práta saman, meðan tey hugdu
at bilum, sum koyrdu framvið hús
inum. Pabba dámdi væl at koyra
biltúrar um kvøldarnar út til
seyðin, ella yvir í hylin at pumpa
bátin, og sjáldan fór hann avstað,
uttan at mamma var við honum.
Ein legði ofta merkið til, hvussu
bangin mamma var, um at nakað
skuldi henda pabba, tá hann var
úti við bátinum, og ofta kom seint
aftur. Ja, tey vóru sera góð, og vit
minnast tey sum eitt par, ið hevur
verið nógv saman.
Teimum dámdu sera væl sam
komulívið í Bethel í Vági. Mamma
hevði so góða sangrødd, og sang
hon nógv heima við hús, og sum
yngri sang hon eisini á møtinum.
Kórsangurin, tá Betesta- ella Ebe
nezerkórið komu á vitjan á sam
felagsmøtum, var hæddarpunktið
fyri hana. Sjálvt um hon var vorðin
sjúk, var hon sera glað fyri at sleppa
á samfelagsmøtið á Hvítusunnu í
ár, har Ebeneserkórið sang. Eisini
dámdu mamma og pabba væl at
fara við okkum børnum og ommu
børnum til útferðirnar hjá sunnu
dagsskúlanum, har nógv var gjørt
burturúr fyri at hugna um.
Vit børn vóru altíð væl stuðlað
at passa okkara skúla, og vórðu vit
eggjað at fáa okkum eina útbúgving.
Hetta hava vit øll fingið. Eitt annað,
tey gleddust um, var at familjan
øktist vid svigarbørnum og ommu-
og abbabørnum. Hesi vóru nú 18
í tali, og vóru mamma og pabba
glað fyri tey og stolt av teimum.
Mangan var rokaligt í Vági, tá vit
øll samlaðust har í vikuskiftum til
føðingardagar ella høgtíðir.
Í apríl 2013 gjørdist mamma sjúk,
og varð hon send til Danmarkar til
viðgerð. Har vóru hon og pabba frá
17. juni til 27. september í fjør. Tey
høvdu eina góða tíð í Danmark, har
veðrið var av tí besta, og vóru tey
sera glað fyri, at øll børnini vóru
niðri og vitjaðu í hesum tíðarskeiði.
Viðgerðin hjá mammu helt fram í
Føroyum, og vóru bæði viðgerð og
túrarnar vid Smyrli eitt stórt tak
fyri hana. Viðgerðin hjálpti tó ikki,
og vit sóu, hvussu hon spakuliga
viknaði, og likamið følnaði burtur.
Í januar 2014 fekk pabba staðfest
herviliga lungnasjuku, og doyði
hann ein mánað seinni 25. februar
2014. Hetta var ein stórur smeitur
fyri mammu, men tá hon sá, hvussu
hann stríddist við sjúkuna, var tað
samstundist ein lætti, at hann
slapp burtur. Pabba hevði ikki
ætlanir um at flyta so brádliga, tí
hann var í ferð við at endurnýggja
sítt koyrikort, og keypti hann sær
eisini nýggja teldu, stutt áðrenn
hann andaðist. Pabba hevdi stóra
gleði av telduni, har hann lærdi
seg at nýta ymsu forritini. Honum
dámdi eisini væl ættargransking,
og gjørdi hann sjálvur ein heilan
databasa, har hann skrivaði nøvn
og føðingardagar.
Takksom eru vit fyri, at læknin
á Suðuroyar Sjúkrahúsi læt tey
hava stovu saman ta síðstu tíðina
hjá pabba. Sengurnar vórðu settar
saman soleiðis, at tey kundu
sita hond í hond, líka til pabba
andaðist.
Eftir hetta kom mamma heim
at verða frá mars til august í ár,
og var hon sera takksom fyri hetta
tíðarskeiðið. Síðan viknaði hon
skjótt og var innløgd á sjúkrahúsið,
har hon andaðist 24. september.
Mammusa glaða og lætta lyndi
smittaði av á okkum onnur. Sjálvt
á hennara longu sjúkralegu misti
hon ikki mótið, og vit hoyrdu hana
ikki gremja seg. Við sterkum vilja
stríddist hon móti sjúkuni. Man
má av sonnum siga, at av hennara
lívsgleði, kunnu vit onnur læra nógv
av. Pabba hevði eins og mamma
ein vilja sum fáur. Vit hava lært
nógv av honum um arbeiðssemi,
og hevur hann sanniliga víst seg
sum ein rættan mann við tað, at
hann ikki gav upp, tá hann var 50
ára gamal. Sjálvt um hann hevur
verið álvarsliga sjúkur øll hesi árini,
so hevur hann altíð kunna funnið
uppá okkurt so sum at skrúa
ella smíða. Einaferð segði hann í
skemti, at hann skilti ikki, at hann
nakrantíð hevði havt tíð at arbeitt.
Vit kundu hugsað okkum at haft
tykkum nógv ár afturat ímillum
okkum, men ein troyst er at vita,
at tit nú eru saman aftur heima í
Himli, har ongin sjúka er.
Hvílið í friði, góða mamma og
góði pabba, og takk fyri alt tað, ið
tit vóru fyri okkum øll.
Saknurin er stórur.
Ebbe, Karin, Lív, Vivie og Britt
Minningarorð um mammu og pápa okkara
Ebbu Malenu Petersen, fødd Kirke og
Olaf Emil Petersen