Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú leygardagin 18. oktobur verður Jákup Mikal Mikkel­ sen á Toftum 90 ár. Ein still­ førur og lítillátin merkis­mað­ ur, sum kortini fyllir nógv í bygdarmyndini á Toftum. Barnaárini hjá Jákupi Mikal vóru nógv merkt av einari syrgiligari hending, sum fór fram við Grindavík í Íslandi nakrar mánaðir áðr­ enn hann varð føddur í 1924. Pápin, sum eisini æt Jákup Mikal, var við toftasluppini "Onnu", tá hon fór á land og allir menninir sjólótust. Teir vóru á veg inn til Grindavíkar við einum sjúkum manni í illveðri, tá sluppin fór á land. Sjey av monnunum, sum sjó­lótust við "Onnu, vóru av Toftum og eftir teir sótu einkj­ur og ein rúgva av børn­ um. Jákup Mikal varð føddur nakrar mánaðir eftir at páp­in var deyður, og hann varð uppkallaður eftir páp­ anum. Hann er yngstur av fýra systkjum. Tann elsta, Davina, var bara trý ára gomul, tá pápin doyði. Hon hómaði pápa sín, at hon stóð og fylti kava upp í eina vøggu tá hann kom gjøgnum túnið og segði farvæl. Hini systkini vóru Palma og pápi okkara, Hans, ið var 13 mánaðir og 12 dagar eldri enn Jákup Mikal. Hini trý eru ikki okkara mill­ um meira. Mamman Karolina var eitt satt arbeiðsgrev og hon fall ikki í fátt. Hon keypti sær eina seymimaskinu og seymaði mangt plaggið fyri fólk. Og so skjótt børnini vuksu til, tóku tey eisini hond í. Karolina kláraði tað so væl, at nøkur ár seinni tók hon bróðurdóttrina Margit úr Kollafirði til fosturs aftrat sínum egnu børnum. Frá barni hevur Jákup Mikal verið ein gløggur eyg­ leið­ari og minnið er óvanliga gott. Sum smádrongur var hann mangan saman við øðr­ um dreingjum og monnum norðuri hjá Mortani, sum búði í býlinginum millum áirnar á Toftum, Fossánna og Hellánna. Mortan var gamal drongur og har savnaðust menn­inir um kvøldarnar at siga frá søgum. Tann upp­ vakti smádrongurin legði sær søgurnar í geyma, og hetta gav ein góðan gróðrarbotn undir hansara stóra áhuga og vitan um heimbygdina. Jákup Mikal fór til skips sum 14 ára gamal. Tað var í 1939, tá hann fór við "Elsu" til Grønlands. Teir fóru avstað í juni og skipari var Hans Jacobsen av Toftum, Hans í Norði róptur. Hann sigldi síðani við ym­ iskum skipum, til hann í 1964 fór á skiparaskúla í Havn. Lærari var Jóhan Samuelsen í Havn, ættaður úr Sumba. Tá Jákup Mikal hevði tikið prógv á sumri 1965, fór hann beinanvegin sum 2. besti­ maður við Morning Star á sild, og skipari var svágurin Karl Hansen av Nesi. Eftir eitt skifti sum m.a. stýrimaður við skipum hjá Mærsk, fór Jákup Mikal várið 1969 sum 2. bestimaður við stállínuskipinum "Jógvan Norði", sum var ein stoltleiki á Toftum. Har var hann við til summarið 1974, tey seinnu árini sum 1. stýrimaður og nakrar túrar sum skipari. Síðani fór hann aftur út í heim at sigla við farma­ skipi. Í 1976 og 77 var hann við "Geyta Reyða" við kraft­ blokki í Norðsjónum. Skipari var dótturmaðurin Martin Gøthe. Seinastu árini á sjónum, frá 1978 til 1985, var Jákup Mikal við línuskipinum Ma­ scot á Toftum sum besti- maður og tey seinnu árini sum skipari. Síðani bleiv hann heimamaður, og í nøk­ ur ár arbeiddi hann á flaka­ virkinum Nyki. Ísland hevur altíð átt eitt serligt pláss í hjartanum hjá Jákupi Mikal farbróður. Longu annað árið hann var til skips, í 1940, var hann tríggjar túrar undir Íslandi. Tveir við "Elsu" og ein við "Bjørn Ólafsson", har Dávur Petersen í Skúla í Saltnesi var skipari. Í 1941 var Jákup Mikal mill­ um teir mongu føroyingarnar, sum fóru til Íslands at gera flogvøll fyri bretar í Reykja­ vík. Hesa tíðina hevur hann mangan tosað um, og tað bleiv vinarlag fyri lívið við fleiri av teimum, sum hann arbeiddi saman við har yviri. Síðani hevur hann verið nógvar túrar í Íslandi, eis­ini eftir at hann gavst at sigla. Eitt nú var hann til minn­ ingarhald í gamla kirkjugarði í Reykjavík í 1999, tá 75 ár vóru liðin síðani "Anna" fór á land. Fiskimannafelagið við formanninum Óla Jacobsen á odda skipaði fyri ferðini og hátíðarliga og nemandi minningarhaldinum. Nøkur av teimum, sum áttu pápa við "Onnu", vóru við á hesi serligu íslandsferð, og tey søgdu, at tað kendist sum at vera til jarðarferðina hjá pápanum. Tey høvdu av góðum grundum ongan møguleika at vera við til stóru jarðarferðina í 1924. Fyri nøkrum árum síðani tók Jákup Mikal sjálvur stig til at gera eina minnisplátu, sum nú stendur á grøvini hjá manningini á "Onnu" í gamla kirkjugarði í Reykjavík. Hesi seinastu árini hev­ ur hann eisini verið fleiri túrar "Aftur á slóðina" við Óla Jacobsen og vitjað á teim­um støðum, har føroy­ ing­ar virkaðu í Íslandi. Hann hevur eisini verið aftur­ lítandi trolaratúr við Mort­ ani Johannesen á Eystur­ landinum. Jákup Mikal var eitt skifti við trol­ar­anum Hav­borgini hjá D.P. Høj­ gaard. ​Mamman Karolina var ættað av Kjalnesi í Kollafirði og pápin Jákup Mikal var av Dunga, sum er í tí gamla býlinginum millum áirnar á Toftum, millum Fossánna og Hellánna. Karolina og Jákup Mikal bygdu sær hús í Torbisgerði, beint sunnan fyri Hellánna, og har vaks føð­ingardagsbarnið upp sam­ an við mammu og systkjum. Á Toftum varð Karolina fyri tað mesta rópt Karolina í Torbisgerði. Jákup Mikal giftist 18. juni 1949 við Joninu, sum var dóttir Johonnu og Martin Hansen úti á Rætt á Nesi. Tey bygdu sær hús úti á Heygum, ella Ytstu Heygum, sum tað eisini hevur verið rópt. Jonina og Jákup Mikal fingu seks børn. Tey eru Kára, Jóhanna, Jákup, Hansmar, Jákupa og Ragna. Jákup var ein av teimum trimum, sum 31. august 1964 druknaðu á Toftavatni, tá jollan, teir vóru farnir í, koppaði. Hetta var ein syrgilig vanlukka, ið merkti alla Toftabygd. 31. august í ár vóru 50 ár síðani vanlukkuna, og hendan dagin var há­tíðar­ ligt minningarhald við Tofta­ vatn, samstundis sum ein minnispláta varð avdúkað á staðnum. Jákup Mikal var ein av teimum, sum tóku stig til at gera plátuna. Fyri 10 árum síðani doyði elsta dóttirin, Kára, av hervi­ ligari sjúku, og konan Jonina doyði í 2010. Hóast sorgarboð fleiri ferðir, er farbróður framvegis lættur av lyndi. Hann er stillførur og lítillátin, og hann hevur altíð víst stórt trúfesti. Hann er av tí gamla slagnum, tá eitt orð var eitt orð og ein maður var ein maður. Haldi ikki tað er ov nógv sagt, at Jákup Mikal er ein sonn bygdarmynd á Toftum. Í tí orðinum hugsi eg um nógv ymiskt, eitt nú um hugna, samleika og manngóðsku. Tá fólk vísa áhuga, er hann ótroyttiligur at greiða frá umstøðunum hjá okkara forfedrum. Og tað er einki at taka seg aftur í, at kærleikin til heimstaðin er ein stór drívmegi hjá honum. Tú situr altíð eftir við nøkrum, tá tú hevur tosað við Jákup Mikal. Annars er tað tín egni feilur. Hann hevur altíð lisið nógv og fleiri vetrar gekk hann til ættargransking. Hetta hevur hjálpt væl til, at hann hevur lætt við at seta sína vitan í ein samanhang og at fáa eina heildarmynd burtur úr. Onkur hevur skemt­andi tikið til, at hevði vitanin hjá Jákup Mikal kunn­að verið savnað í einum nútíðar geyma, hevði hann verið "óbetaliligur". Jákup Mikal er ein merk­is­ maður, sum lýsir upp í lands­ lagnum, tá hann fer gangandi inn í Undirhúsið, har teir eldru menninir á plássinum samlast. Hetta hevur verið eitt fram úr tiltak, sum Báta­ felagið á Toftum tók stig til. Undirhúsið er opið allar gerandisdagar og leygardag við, og undirtøkan er framúr góð. Nógvir av hesum monn­ um innrætta dagin eftir Undirhúsinum, tí tað hevur so nógv at siga fyri teir at koma saman. Umframt at teir sjálv­ir hava stóra gleði av Undir­ húsinum og samveruni, er hetta eitt gott mið hjá fólki, ið vilja vita meira um søguna, tí her er stór vitan um plássið og samfelagið sum heild savn­að. Hvønn mikudag er sangur á skránni í Undirhúsinum, og hesir menn eru sera glað­ ir fyri at syngja. Teir hava ofta sungið til ymisk tiltøk á plássinum, men teir hava eisini verið aðra staðni og sungið. Og áhugaverdar útferðir gera teir á hvørjum ári. Í summar var útferð norður í Kalsoynna, har teir eitt nú vitjaðu kópakonuna í Mikladali. Jákup Mikal hevur so sanniliga ikki bara áhuga fyri fortíðini. Hann hevur eisini livandi áhuga fyri øllum, ið fer fram í samfelagnum. Tað hevur m.a. borið í sær, at hann sat í bygdarráðnum fyri Nes Kommunu eitt skeið, frá 1. januar 1981 til 31. desember 1984. Hann valdi tó ikki at stilla upp aftur. Jákup Mikal var eisini við at stovna Fornminnisfelagið á plássinum, og hann var í nevndini tey fyrstu árini. Hetta er eitt arbeiði, ið fram­ vegis hevur hansara stóra áhuga. Hann hevur eisini verið millum tey, ið hava hildið vakt í Fríðrikskirkjuni um summarið og greitt vitjandi frá kirkjuni og plássinum. Tað hevur altíð verið huga­ ligt at koma á gátt hjá Joninu og farbróður. Blíðskapurin hevur verið hjartaligur og teirra stóri áhugi og vitan hevur gjørt, at tú altíð fórt nógv ríkari avstað aftur. Fari at ynskja tær, far­ bróð­ur, hjartaliga til lukku við degnum leygardagin. Og tað er lítið at ivast í, at mong koma at heilsa uppá teg á Svanga­skarði henda dagin. Tórður Mikkelsen ​Jákup Mikal Mikkelsen á Toftum 90 ár Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á ymiskan hátt mintust til mín á mínum 70 ára føðingardegi og gjørdu dagin ógloymandi. Kærar heilsanir Trygvi Midjord Hvalba