Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Flyta lýsingarnar á altjóða miðlarnar MVG skal gjaldast av lýsingunum á Facebook og Google Tað stendur ikki á rokn­ ingini hjá Google, men før­oyskar fyritøkur eiga at gjalda MVG á lýsing­ unum, sum eru at finna á al­tjóða sosialu síðunum. Í gjár lág lýsingin, sum sæst her á síðuni, á Face­ book. Tað er TAKS, sum søkir avloysara til MVG- økið á altjóða miðlunum. TAKS sigur, at MVG skal gjaldast av rokn­ing­ ini, men at tað eru før­ oysku fyritøkurnar, sum skulu boða TAKS frá, at tær hava fingið eina rokn­ ing, sum tær eiga at gjalda MVG av. Fleiri av størru før­ oysku fyritøkunum, sum lýsa á altjóða miðlunum, hava ikki goldið MVG og tær hava heldur ikki hugs­að um at gera tað. Í flestu førum er tað so, at fyritøkurnar hava lagt kredittkort upplýsingar inn, og so verða pengarnir trektir av kontoni. Men TAKS ivast ikki í, at fyritøkurnar eiga at boða TAKS frá og so rinda før­oyskt MVG. Óvart Í politisku skipanini kem­ ur hetta eisini óvart á. – Sjálvandi vilja før­ oysk­ar fyritøkur fylgja lóg­ini, sigur Kristina Háfoss, Tjóðveldi. – Tí eigur TAKS at lýsa betur, hvørjar regl­ur­nar eru, og hvussu fyri­tøkur­ nar skulu fyrihalda seg. Til dømis kann ein veg­ leiðing leggjast á heima­ síðuna hjá TAKS, so upp­ lýs­ingarnar í minsta lagi eru at fáa eyga á, sigur hon. TAKS hevur sum nevnt lýsing eftir MVG- máls­viðgera liggjandi á Face­book. Teirri lýsingini hevur MVG goldið av. Google Ads og Facebook hava nú lýsingar frá út móti 100 føroyskum fyritøkum Faroe Salmon ger tað, tann­ klinikkin Petri, Føroya Tele og Vodafone gera tað og nú ger Taks tað eisini. Velja at lýsa og selja sínar vørur og tænastur á út­lendsk­um heima­síðum og á sosialu miðl­unum. Til­ samans lýsa á leið 100 før­ oyskar fyri­tøkur nú á út­ lendsku miðl­unum. Hetta er ein gongd, sum hevur tikið seg upp fyri ikki langari tíð síðani, men tað vindur skjótt upp á seg. Met­ingar siga, at føroyskar fyri­tøkur rinda meira enn milljón­ina um árið fyri lýs­ ingar á sosialu miðlunum. Serliga er tað Google Ads, sum taka ímóti og gera hesar lýsingar, sum eru mál­ rætt­aðar móti teimum, sum lýsarin vil røkka. Facebook er á veg við einari sama slag skipan, sum fer at kappast við Google Ads og sum er farið at virka í USA. – At kundarnir velja at lýsa á slíkum síðum, hongur saman við, at tey ungu brúka so at siga alla sína tíð á net­inum á spælsíðum og sosialu miðlunum, sum allar eru út­lendskar, sigur Høgni Rasmussen, stjóri í Sansir. Bíligt og beinrakið At lýsa á altjóða heimasíðum, sum til dømis teimum Google umsitur, er bíligt og tað ber til at beina lýsingarnar beint til teirra, sum lýsarin vil hava skal síggja lýsingarnar. Tað kann vera eftir kyni, aldri, bústaði og øðrum treyt­um. Hetta tryggj­ar lýs­ ar­unum, at júst mál­bólk­urin, sum lýsingin er ætlað, sær lýs­ingina. – Tað er soleiðis, at markn­ aðar­føring snýr seg um at fáa tey, sum ein vil røkka at síggja lýsingina, sigur Høgni Ramussen. Góðar afturmeldingar Samskiftisfyritøkan Voda­ fone er ein av føroysku fyri­ tøk­unum, sum sæst lýsa á al­ tjóða síðum gjøgnum Google Ads. Suni Justinussen er leiðari fyri marknaðardeildini hjá Vodafone. Hann sigur: – Tað eru fleiri orsøkir til, at vit hava valt hesa loysn­ ina: eksponeringin er ómeta­ liga góð, og vit raka tey ungu, sum vit ynskja at fáa fatur á. Og rapporteringin aftur er eisini sera góð. Vit fáa ná­ grein­iligt at vita, hvørji hava sæð lýsingina hvussu ofta og nær. Suni Justinussen leggur afturat, at tað hevur stóran týdning at fáa at vita, hvør tað er, sum sær lýsingina. – Vit vita, at tey ungu eru ómetaliga nógv á teimum síðunum, sum vit hava valt at lýsa á, sigur hann. Hann leggur tó dent á, at tað ikki er nóg mikið hjá Vodafone at lýsa á tann hátt, tí tey raka minni enn so allar føroyignar við at lýsa tann vegin. – Tí brúka vit eisini aðrar miðlar, bæði bløð, før­oyskar heimasíður og uttan­dura skelti, sigur marknaðar­leið­ arin hjá Vodafone. Gjaldingin Føroysku fyritøkurnar hava eisini funnið fram til, at tað ikki kostar so nógv at lýsa á altjóða síðunum. Kundarnir kunnu velja, um teir gjalda fyri hvørt klikk á lýsingina ella hvussu nógv síggja lýs­ ing­ina. Ilt er at meta nágreiniliga um, hvussu nógvir lýsingar­ pengar verða brúktir á al­ tjóða síðunum, men tey flestu sum fáast við slíkt halda, at upp­hæddin fer væl yvir milljónina. – Higartil hava vit í ár brúkt minni enn eitt prosent av okkara lýsingarpengum til lýsingar av hesum slag, sigur Jan Mortensen, marknaðar­ leiðari hjá Føroya Tele. Hann tekur sum heild undir við tí, sum starvs­ bróður hansara á Vodafone sigur, men leggur afturat, at enn eru føroysku miðlarnir kort­ini klárt teir, sum hjá Føroya Tele geva bestu úrs­ litini. Jan Mortensen Suni Justinussen Kristina Háfoss Høgni Rasmussen