Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117 8 Sosialurin Føroysk framleiðsla Leo Poulsen Heystið er ein góð og strævin tíð hjá Føroya Bjór. Tá er flettingin fyri, og vit merkja væl, at menn fegnir vilja hava eina øl at svala sær á við undir flett­ ingini, sigur Sophus Dahl-Christ­ ian­sen. Men heystið er eisini tíðin, tá tey byrja at fyrireika jólasøluna, sum á hvørjum ári eisini hevur sín vanliga afturvendandi jóladrikk við sær. – J-dagur er í ár 7. november, og tað er altíð ein fríggjadag. Tá ræður so um at hava fingið Jólabryggið út á skeinkingarstøðini, sigur Sophus Dahl-Christiansen. Men tað er ikki bara Jólabryggið, sum hoyrir hesari tíðini til. – Vit framleiða tá eisini bæði Jólabrús, sum er reyða sodavatnið, og Jólaøl, sum er ein øðrvísið og ikki heilt alkoholfrí maltøl, sigurSophus Dahl-Christiansen. Hann sigur, at tað gjørdi nakrar broytingar, tá loyvt bleiv at bryggja sterkari enn vanliga 5,8%. – Framman undan tíð høvdu vit fleiri ymiskar øl, eitt nú St. Bridges, men tá loyvt gjørdist at bryggja sterkari, komu vit við Golden Ram og Tripple Ram. Og ikki minst sterkan veðr, sum hevur víst seg at selja sera væl, sigur Sophus Dahl- Christiansen. Hann sigur, at Føroya Bjór í heila tikið hevur lagt seg eftir at royna at ganga teimum á møti, sum ynskja spesialølirnar. – Vit síggja javnan, at fólk leggja seg meira og meira eftir spesialøli, og tí er tað altíð ein avbjóðing hjá okkum, at ganga hesum fólkum á møti, sigur Sophus Dahl-Christian­ sen. Vaksa um søluna Í løtuni hevur Føroya Bjór júst tappað ein lítlan part av einum ser­ ligum øli. – Talan er um ein lítlan part av Slupp øli, sum er ófiltrerað og ópasturiserað. Talan er bert um 250 fløskur, ið rúma tveir litrar. Hetta er so bara ein roynd, sigur Sophus Dah-Christiansen. Hann sigur, at mest selda ølið hjá Føroya Bjór er framvegis gull og veðrur. – Men vit síggja í ávísum bygd­ um, at Slupp ølið er best dámt, og um tað er, at talan er um fiskibygdir, ella tað heilt einfalt er smakkurin, kann so bara gitast um. Tað eru ser­ liga Leirvík, Fuglafjørður og Nólsoy, sum tey dáma best Slupp, sigur Sophus Dahl-Christiansen. Hann fegnast annars um, at marknaðarparturin hjá Føroya Bjór ikki er minkandi, men heldur vaksandi. – Vit hava merkt eina framgongd higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Og tað er galdandi bæði fyri øl og sodavatn. Sum longu nevnt er tað gull, veðrur, Slupp og so rættiliga nýggja Sterkur Veðrur, sum eru tey est seldu. Innan sodavatn er tað serliga Jolly Cola, sum gongur væl, sigur Sophus Dahl-Christiansen. Hann heldur, at tað er serligu góðu forholdini við føroyska brúk­ ar­an, sum kemur Føroya Bjór til góða. – Eg havi nakrar ábendingar um, at innflutta ølið er í minking, eins og ølið frá Okkara eisini er í einari ávísari minking. Hinvegin eru vit fegin um tað framgongd, sum vit uppliva í løtuni. Vit skulu jú minnast til, at framgongdin ikki bara hevur verið í ár, men eisini í 2013 var framgongd í mun til 2012, sigur Sophus Dahl-Christiansen. Hann sigur, at Appolinaris við serligum smakki er í stórari fram- gongd. Og so selja tey eisini vatn til føroyingar. – Fólkini kýta seg hvønn dag, og tað er eisini neyðugt, skulu vit halda fast um tað framgongd, vit hava upplivað seinastu tíðina, sigur Sophus Dahl-Christiansen, markn­ aðarleiðari hjá Føroya Bjór. - Vit hava merkt eina økta sølu av bæði øli og sodavatni higartil í ár, og eisini í fjør høvdu vit framgongd, sigur Sophus Dahl- Christiansen, marknaðar­ leiðari hjá Føroya Bjór Føroya Bjór merkt framgongd Føroya Bjór hevur latið nøkur serlig sløg av spesialøli, millum aðrar hesa Gull og Veðrur eru mest seldu søgini hjá Føroya Bjór Sisu er eitt av sløgunum, sum Føroya Bjór hevur yvirtikið frá Restorffs