týsdagur 14. oktober 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. oktober 2014 · Nr. 117
12
Sosialurin
Føroysk framleiðsla
Gongur væl hjá
Bakkafrost
Gamla kassa
virkið er tikið
niður og nýggja
sett upp, og
um ein mánað
verður farið
undir nýggja,
stóra kryvji- og
portiónsvirkið,
og tilsamans
verður talan
um 20.000
fermetrar
Leo Poulsen
Tað gongur væl hjá Bakkafrost.
Ikki bert í alingini, men saniliga
eisini í stóru verkætlanini, sum um
fatar kryvjing og liðugvørufram
leiðslu hjá felagnum.
– Gamla kassavirkið á Glyvrum
er tikið niður, og tað nýggja bygt
upp. Vit eru eisini farnir undir fram
leiðslu i nýggja virkinum, hóast tað
ikki er heilt liðugt. Tað gongur helst
ein mánaður, áðrenn tað er heilt
liðugt, sigur Regin Jacobsen, stjóri
á Bakkafrost.
Talan er um eina stóra og um
fatandi verkætlan, sum Bakkafrost
nú er farið í holt við.
– Tað snýr seg í veruleikanum
um at savna sjey eindir saman í
eina, og hon verður á Glyvrum,
sigur Regin Jacobsen.
Sum er í dag hava teir kassavirkir
á Glyvrum og á Argjum, kryvjingin
fer fram í Klaksvík, Kollafirði og á
Strondum, og portiónsframleiðslan
gongur fyri seg á Glyvrum og í
Fuglafirði.
– Allar hesar eindir skulu savnast
á einum stað, nevniliga á Glyvrum,
sigur Regin Jacobsen.
Um ein mánað ella so verður
farið undir at byggja stóra virkið,
og verður samlaða framleiðsluøkið
tá tilsamans 20.000 fermetrar til
støddar.
– Tá skuldi verið klárt at farið
undir at stoypa soklar og funda
mentir, og vit rokna við, at á vári
2015 verður at tekja bygningin. So
verður roknað við, at fyrra byggistig
stendur klárt at taka i nýtslu á vári
2016, sigur Regin Jacobsen.
Tá verður so klárt at fara undir
annað byggistig, sum umfatar
maskinur og annað í sambandi við
portiónsframleiðsluna.
– Alt skuldi so verið liðugt
seinnapartin av 2016, sigur Regin
Jacobsen.
Flaggdagin 2015
Eitt annað, sum liggur í kortunum,
er nýggi stóri brunnbáturin, sum
verður bygdur í Turkalandi.
– Hann skal eftir ætlan verða
klárur flaggdagin, 25. apríl, komandi
ár. Tá skal hann leverast og tá
verður hann fullkomiliga liðugur,
so tað bara verður at sigla hann
heim, sigur Regin Jacobsen.
Og nýggi brunnbáturin verður
stórur.
– Hann verður sum nýggju upp
sjóvarskipini, og hann fer at kunna
taka 450 tons av laksi, sum er nógva
ferðir meiri, enn bátarnir hjá okkum
taka í dag, sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at ætlanin er at
royna at avlúsa fisk við feskvatni í
nýggja brunnbátinum .
– Í løtuni verður vatnbrunnur
bygdur til sóttreinsað vatn, sum
skjótt og lætt kann fyllast í nýggja
brunnbátin, ið so kann avlúsa fiskin
í feskvatni.. sigur Regin Jacobsen.
Virkar hetta væl, er ætlani at
byggja fleiri tangar, sum taka eini
4-5.000 tons av vatni, sum síðani
verður sóttreinsað.
– Tað verður annars nýtt so
ógvuliga nógv ymisk kemikaliir,
eitt nú brint yvir ilt, til at avlúsa
við, men feskt vatn er jú tað besta
– um hetta virkar væl, sigur Regin
Jacobsen.
Nýggi brunnbáturin er ógvuliga
framkomin.
– Hann fær resirkulerað vatnið,
eins og smoltstøðirnar kunnu, og
tað merkir, at hann fiskatrivnaður
og góðska verður enn betri, sigur
Regin Jacobsen.
Á heysti í 2016 verður so kryvj
ing og liðugvøruframleiðsla hjá
Bakkafrost at vera savnað á einum
stað á landi, og tað fer at tryggja
kappingarføri hjá felagnum fram
yvir.
– Tað er nakað, vit síggja fram
til, sigur Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost.
Nýggi brunnbáturin, Hans á Bakka, verður
10 ferðir størri enn vanligu brunnbátarnir í
dag; til støddar sum nýggju uppsjóvarskipini
Bygningurin longst til vinstru er nýggja
kassaverkstøðin, sum nú verður klødd
uttan. Og soleiðis fer at síggja út, tá
alt arbeiðið er liðigt á Glyvrum.