Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjóvinnuhúsið Jón Brian Hvidtfeldt – Eg eri als ikki samdur við Bjørn á Heygum. Als ikki, endur­tekur Heðin Morten­ sen og klamsar hond­ina nið­ur á forsíðuna á mána­ dags-Sosialinum, har royn­di advokaturin skírir Tórs­havn­ ar Kommunu at vera farna langt út um sínar heimildir. – Tað kann ongantíð vera ein kommunal upp­ gáva at byggja til at leiga út til vinnulívið. Tvørtur­ ímóti er hetta í stríð við kommunu­lóg­gávuna, segði Bjørn á Heygum við blaðið. Advokaturin heldur sera lítið um avgerðina hjá Tórs­ havn­ar Kommunu at brúka smá­ar 100 milliónir til Sjó­ vinnu­húsið. Tórshavnar Kommuna hev­ur ført fram, at talan er um at leiga út ein yvir­skots­ kapasitet í einum bygn­ingi, sum kommunan framman­ und­an eigur. – Um hugt verður eftir teim­um ætlanum, ið alment eru komnar fram um bygn­ ingin, so er hetta í besta føri ein undanførsla. Við has­um leistinum kanst tú mani­ pul­era við hugtakinum yvir­ skots­kapasitetur, júst sum tú vil, sigur Bjørn á Heygum. Heðin Mortensen tekur fram argumentini úr tí frá­ greiðing, sum kommunan her­fyri sendi Kommunala Eftir­liti­num um ætlanina við gamla saltsølubygninginum. – Kommunan eigur ein bygning, sum vit hava skyldu at røkja og halda við líka. Vit mugu halda virðið á bygn­ingi­num, argumenterar borgar­stjórin. Tórshavnar Kommuna keyp­ti saltsølubygningin frá einum trotabúgvi fyri 1,5 mill­ión krónur, afturi í 1994. Í frá­greið­ingini til Kom­mun­ala Eftir­litið skrivar kom­mun­an, at ”kommun­ala enda­mál­ið við u­m­væl­ing­ini er fyrst og fremst at kom­mun­an við­ líka­held­ur ein bygn­ing, sum annars vildi far­ið fyri skeyti við tí virðis­missi fyri kom­mu­ nu­kass­an, sum hetta hevði havt við sær.” Heðin Mortensen togar eina kanin úr hattinum, tá hann skal verja hesa orðing: – Tá hevði bygningurin eitt marknaðarvirði á 30- 40 milliónir krónur. Tað er upphæddin, sum bygn­ing­ ur­in stóð til sølu fyri, beint áðr­enn felagið sum átti hann fór á húsagang. Tað var reella virð­ið á bygninginum. Men kommunan keypti bygn­ingin fyri 1,5 millión. Tað er væl upphæddin, sum skal setast upp ímóti íløguni á smáar 100 milliónir, sum nú verður brúktar fyri at verja móti virðismissi fyri kom­ munu­kassan? – Reella virðið á bygn­ingi­ num tá var 30-40 milliónir. Men so fór hann á tvang… Hví brúkar tú eitt mark­naðarvirði á 30-40 millión­ir sum argument, tá kommunan sum nevnt keyp­ ti bygningin fyri 1,5 millión? – Tað metti man seg at kunna selja bygningin fyri tá. Hevur kommunan gjørt nakra roynd at selja bygn­ ing­in? – Nei. Fyri tað fyrsta vilja vit ikki selja undirlendið við havnaøkið. Og fyri tað næsta vilja vit skapa nakað í øki­ num niðri við havnina. Avleiðingin av tí støðuni er, at Tórshavnar Kommuna higar­til hevur samtykt at brúka 94 milliónir krónur til at umvæla saltsilbygningin, sum nú ber navnið Sjó­vinnu­ húsið. Karmarnir Á sumri í fjør gjørdi fyri­ tøkan Selmar Nielsen Arki­ tekt­ar eitt sonevnt skipan­ ar­uppskot, sum lýsir út í æs­ir, hvat Sjóvinnuhúsið kann ella skal brúkast til. Í upp­skotinum sigur arki­ tekta­virk­ið seg vera kunnað um, at tríggir møguligir leigar­ar eru til húsið. Talan er um matstovuvirksemi, eitt størri reiðarí og ein størri kt-fyri­tøka við umleið 70 arbeiðs­pláss­um. Heðin Mortensen skúgvar til viks spurningin, hví tað er ein kommunal uppgáva at smíða høli til hesar privatu fyri­tøkur: – Nei nei, hatta eru bara uppskot og møguleikar. Kom­mun­an skapar teir stóru karmar­nar, og fyritøkurnar í húsinum koma sjálvar at inn­rætta seg. Sambært borgar­stjóra­ num er tað ein yvirskipað upp­gáva at stimbra og menna vinnulívið í býnum. – Tað er ein uppgáva hjá einari og hvørjari kommunu. Alt annað er ein misskiljing, argu­menter­ar Heðin Morten­sen við sannføring í rødd­ini. Hóast skipanaruppskotið um Sjóvinnuhúsið vísir snøgg­ar skrivstovur í opn­um landslagi, so dámar borgar­ stjóra­num ikki heitið skriv­ stovu­bygn­ingur: – Tú skal ikki rópa hetta fyri ein skrivstovubygning. Tórs­havnar Havn kemur at húsast her, her verður goymsla og so framvegis. Og so hava vit ein yvi­r­skots­ kapasitet, sum verður leig­ að­ur út, sigur Heðin Morten­ sen. Borgarstjórin tvíheldur um, at her er talan um at skapa karmar. Einki annað. Hetta hóast advo­kat­urin Bjørn á Heygum vís­ir til grein-50 í kommunu­stýris­ lógini, sum definerar vinnu­ liga virksemið hjá eini kom­ mu­nu. Grein-50 sigur, at ein kommu­na kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er at virksemið tænir ein­um almannagagnligum enda­máli og ikki hevur vinn­ ing fyri eyga. Víðari sig­ur stk.2 í somu grein, at kom­ mun­an kann seta al­menn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnu­ lív­ið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virk­semi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru. Borgarstjórin hevur eina aðra og væl breiðari fat­an av hugtakinum ”al­manna­gagn­ ligt endamál.” – Vit skapa karmar og har­ við møguleikan fyri at skapa arbeiðspláss. So jú, eftir mín­ um tykki er her talan um al­manna­gagnligt endamál, sig­ur Heðin Mortensen og víðk­ar hugtakið enn meira: – Alt okkara virksemi er almannagagnligt. Kommun­ an skal hava ambitiónir og visjón­ir. Vit skulu alla tíðina ska­pa bestu karmarnar. 100 mió Í frágreiðingini til Kom­mu­ na­la Eftirlitið sigur Tórs­ havn­ar Kommuna, at tað er trupult at siga, hvussu stór­ an part av nýumvælda bygn­ ingi­num Tórshavnar Havn hev­ur brúk fyri, hvussu nógv kann leigast út, og hvussu nógv tá avtornar fer at vera leig­að út. Sambært borgar­stjóra­ num er hetta ikki møguligt at siga neyvt frammanundan. Held­ur ikki, hóast talan er um eina íløgu á higartil 94 milliónir krónur. – Nei, tú mást taka nakr­ar kjansir viðhvørt. Bygn­ing­ur­ in stendur har, vit innrætta hann, og so fáa vit at síggja, hvat pláss verður til annað virk­semi. Vit hava ongar fyri­tøk­ur inni har í dag, sigur Heðin Mortensen. Sambært borgar­stjóra­ num er framvegis einki av­ gjørt, hvussu nógv verður leig­að út. – Nei, tað kann væl vera, at kommunan sjálv kemur at brúka stóran part av bygn­inginum, sigur Heðin Morten­sen og togar enn eina kan­in upp úr hattinum: – Býráðið hevur gjørt av, at nýskapanarhúsið Hug­ skot­ið flytur inn í Sjó­vinnu­ hús­ið, so skjótt tað er liðugt innrættað. Har kem­ur Hug­ skotið at húsast í fram­tíð­ini, endurtekur Heðin Morten­sen. Hugskotið húsast í dag í nýumvældum hølum í Niels Winthers Gøtu 5. Ein bygn­ ingur, sum ætlanin upp- runa­liga var at selja, áðrenn Hug­skot­ið flutti inn, men sum nú er um at vera vera ov lítil. Sambært áður nevnda skipana­r­uppskoti metir Tórs­havn­ar Havn tað vera sann­líkt, at ein størri kt-fyri­ tøka verður framtíðar leigari í bygninginum. Talan er sum nevnt um eini 70 arbeiðs­ pláss, umframt stórt lagur. Tí hava arkitektarnir hjá SNA tekn­að hesa fyritøkuna inn á aðru og triðju hædd í nýggja Sjóvinnuhúsinum. Hóast tað sambært borgarstjóranum er ógreitt, hvussu nógv tá av­torn­ að verður leigað út, so er tó greitt, at privat virk­ semi eisini kemur at vera í nýumvælda Sjó­vinnu­húsi­ num. Men heldur ikki tað at leiga út nýinnrættaðar fer­metrar kemur altíð undir vinnu­ligt virksemi, sambært borgar­stjóranum. – Nei, tað vil eg ikki kalla tað. Vit mugu sjálvandi hava pengarnar innaftur, vit mugu hava inntøkur, og tað fáa vit partvís við at leiga út yvirsotskapasitet til privatar fyritøkur, sig­ur Heðin Mortensen og endur­ tekur fleiri ferðir, at leig­an tá verður ásett eftir mark­ naðar­prísi. Fjarur vinningur Sambært borgarstjóranum er eingin roynd gjørd at selja gamla saltsølubygningin. Tað er av prinsipiellum orsøkum, tí við eini sølu fylgir matrikulin við, og hann vil komm­u­nan ikki lata frá sær á havna­øki. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at ein privat fyri­tøka byggir ein nýggjan bygn­ing á sama øki eftir leisti­num, sum vanliga verð­ur nýttur á havnaøki, nevni­liga at bygt verður á leigu­grund. Heldur ikki tann møgu­leik­in er kannaður. – Nei, vit hava ikki kann­ að, um nakar privatur hevur áhuga í at byggja á økinum. Tí veit eg ikki, um nakar slík­ur áhugi finst, ásannar Heðin Mortensen, áðrenn hann aftur tekur stýringina: – Men tað hevði sjálvandi havt avmarkingar og treytir við sær. Kommunan er til dømis ikki áhugað í at her komu íbúðir. Vestara vág skal vera eitt vinnuøki. Er tað ikki djarvt av kommun­uni sjálv at fara undir eina íløgu á 94 millión­ ir, uttan so mikið sum at kanna, hvørt nakar privatur hevur áhuga í at gera íløgur í økinum? – Eg rokni ikki við at nakar privatur fer at byggja nakað har, uttan útlitini til at tjena nógvar pengar. Vit hava eitt annað endamál, nevni­liga at skapa nakað sum er almannagagnligt. Er tað ikki eisini at skapa nakað, um ein privat fyritøka fer undir vinnuvirksemi á Vestaru vág og tjenar nógvar peng­ar? – Tað kanst tú sjálvandi siga. Men ta fyritøkuna hava vit ikki í løtuni. Men tit hava heldur onga roynd gjørt at lokka nakran privat­an at gera íløgu á Vestaru vág? – Nei, tað er rætt. Borgarstjórin kvettir av. Hev­ur ikki hug at tosa um ein møguleika, sum ikki er aktuell­ur ídag. Hinvegin hevur hann hug at tosa um visjónir. Um at tora. – Tað er rætt, at vit hava ikki hugsað í krónum og oyr­ um, hvat Sjóvinnuhúsið fer at kasta av sær til býin. Okk­ a­ra endamál er at skapa góð­ Rundar orðingar um visjónir, karmar fyri vinnulív og trúgv á framtíðina eru høvuðsargumentini fyri stóru íløguna í Sjóvinnuhúsið á Vestaru vág í Havn. – Røddir, sum bara standa uttan fyri og rópa og gera seg til dómara, kann eg ikki brúka til nakað sum helst, sigur borgarstjórin um atfinningarnar móti íløguni á útvið 100 milliónir krónur Heðin satsar