Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjóvinnuhúsið ar karmar, vit hava visjón­ir og hugsa um fram­tíð­ina. Men eigur ikki ein kost/ nyttu kanning at liggja aftan­fyri eina íløgu á 94 millión­ir krónur? – Eg veit ikki, nær man hevur gjørt nóg nógvar kann­ingar. Tú mást taka nakrar kjansir her í lívinum, sig­ur Heðin Mortensen og dregur ein parallel til olju­ leit­ing, har feløgini taka stór­ar kjansir og brúka nógvar pengar uttan vissu fyri vinningi. Er tað ein kommunal upp­ gáva at taka kjansir? – Tórshavnar Kommuna trýr upp á framtíðina. Vit skulu gera tað gott nokk, soleið­is at vit alla tíðina stan­ da okkum í kappingini við onnur lond um at fáa fólk at støðast her. Hvat skapar Sjó­vinnu­ húsið í somáta? – Vit skapa eitt umhvørvi. Vit skapa góðar karmar, sum aftur skapa ein dynamikk. Eigur tú ikki at vera meira ítøkiligur, tá talan er um eina íløgu á 94 milliónir? – Vit mugu trúgva uppá tað. Ja, sum kommuna skulu vit halda galdandi reglur. Men vit skulu eisini skapa nakað. Røddir, sum bara standa uttan fyri og rópa og gera seg til dómara, kann eg ikki brúka til nakað sum helst. Onkur vildi kanska skírt tað at vera mangl­andi re­ spekt fyri skatta­krón­un­um? – Ja, tað kanst tú kanska siga. Men allar íløgur kosta. Tað ger hendan eisini, sigur Heðin Mortensen og togar trið­ju kaninina úr hattinum: – Men tú skal minnast til, at her sleppa vit undan at fara í kommunukassan eftir peng­un­um. Kassarnir Øll íløgan í Sjóvinnuhúsið, til­samans 94 milliónir krón­ ur, verður goldin av íløgu­ konto’ini hjá Tórs­havn­ar Havn. Ein boðskapur, sum kommun­an higartil hevur lagt stóran dent á at fáa fram. – Tórshavnar Havn brúk­ar sínar egnu pengar til bygn­ingin. Tórshavnar Havn útvegar sær sjálv inn­ tøk­u­r, argumenterar Heðin Morten­sen. Argumentið um at Tórs­ havnar Havn er ein eind við egnum roknskapi, sum sjálv skapar sínar inn­tøk­ur at fíggja rakstur og íløgur við, røkkur ikki langt í hugaheiminum hjá advokatinum Bjørn á Heyg­um: – Kommunan kann sjálv­ andi velja at lata Tórs­havn­ ar Havn hava sín innan­ hýsis roknskap, eins og ein dagstovnur ella annar kommunal­ur stovnur kann hava sín innanhýsis rokn­ skap. Men kommunan skal rokn­ast sum ein heild, og tí er diskusjónin óviðkomandi. Havna­pengar eru ein kommunal inntøka. Tað eru skatta­borgar­ar­nir í Havn, sum í síðsta enda gjalda alla rokningina á 100 milliónir krónur. Alt annað tos er rein undanførsla, sigur Bjørn á Heygum. Heðin Mortensen tví­ held­ur um sín rætt at lata Tórshavnar Havn hava sín egna roknskap, púra at­skild­ an frá kommunu­kassa­num. Men ert tú samdur í, at Tórshavnar Kommuna og har­við skattaborgararnir í Havn eiga rættin til allar inn­ tøk­ur hjá Tórshavnar Havn? Borgarstjórin dregur á svar­ið. – Vit hava valt at hava ting­ini sundurbýtt, soleiðis at rakstur, umvælingar og íløgur hjá Tórshavnar Havn verða fíggjaðar við inn­tøku­ num hjá Tórshavnar Havn. Men ert tú samdur í, at havnapengar eru ein kommunal inntøka, sum borgar­ar í Havn tí eiga rættin til? – Jú jú, í síðsta enda er tað. Men vit hava so valt at halda ting­ini atskild. Heldur fram á næstu síðu 100 milliónir – Vit skapa karmar og harvið møguleikan fyri at skapa arbeiðspláss. So jú, eftir mínum tykki er her talan um almannagagnligt endamál, sigur Heðin Mortensen um tær 100 milliónir krónurnar, sum verða brúktar at umvæla og innrætta saltsølubygningin á Vestaru vág, ið nú eitur Sjóvinnuhúsið Mynd: Alan Brockie/Tórshavnar Kommuna Í Sosialinum mánadagin skírdi advokatur Tórshavnar Kommunu at handla í stríð við kommunulóggávuna. – Tað kann ongantíð vera ein kommunal uppgáva at byggja til at leiga út til vinnulívið. Tvørturímóti er hetta í stríð við kommunulóggávuna, sigur Bjørn á Heygum, sum heldur sera lítið um avgerðina hjá Tórshavnar Kommunu at brúka smáar 100 milliónir til Sjóvinnuhúsið. Somuleiðis fanst Bjørn á Heygum hvassliga at niðurstøðuni hjá Kommunala Eftirlitinum, sum sambært advokatinum einki hevur gjørt fyri at tryggja, at kommunulóggávan verður hildin