hósdagur 16. oktober 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Hatta er at blanda perur og
bananir saman.
Heðin Mortensen er av
gjørdur
í
spurninginum,
hví stóru inntøkurnar hjá
Tórshavnar
Havn
ikki
kunnu vinna vegin fram til
kommunukassan.
Í Sosialinum mánadagin
vísti advokaturin Bjørn á
Heygum á, at skattaborgar
arnir í høvuðsstaðnum eiga
inntøkurnar hjá Tórshavnar
Havn:
– Havnapengar eru ein
kommunal inntøka, og Tórs
havnar Kommuna eigur tí
pengarnar. Tað er einki til
hindurs fyri, at hesar 100
milliónirnar verða tiknar
inn í kommunukassan og
latnar út aftur í skattalætta
til borgararnar í Tórshavnar
Kommunu, sigur Bjørn á
Heygum.
Diskusjónin er áhugaverd,
nú bæði fíggjarlógin fyri 2015
og fíggjarætlanin hjá Tórs
havnar Kommunu fyri 2015
eru til viðgerðar, ávíkavist í
løgtinginum og á Vaglinum.
Tá
landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum legði fram
fíggjarlógaruppskotið
fyri
2015, eftirlýstu mong, hvar
skattalættin til lægru inn
tøkurnar bleiv av. Lands
stýrismaðurin sendi apuna
víðari til kommunurnar, sum
sambært honum fara avstað
við at kalla øllum skatta
krónunum hjá lægru inn
tøkunum. Og løgmaður tók
tráðin uppaftur, tá fíggjar
lógin var til fyrstu viðgerð
í løgtinginum nakrar dagar
seinni:
- Javnaðarborgarstjórin
í Havn, sum eigur øgiliga
nógvar pengar, vil ikki geva
teimum lágløntu skattalætta,
segði Kaj Leo Holm Johanne
sen í tinginum henda dagin.
Tórshavnar Havn skal
sum kunnugt gjalda allar
tær 94 milliónirnar, sum
tað higartil er mett at kosta
at umvæla og umbyggja
gamla saltsilobygningin til
eitt nýmótans Sjóvinnuhús.
Í langtíðarætlanini hjá Tórs
havnar Havn liggur somu
leiðis í kortunum ein havna
útbygging fyri tilsamans 350
milliónir krónur. Tórshavnar
Havn skapar so nógvar inn
tøkur,
at
hon
sambært
borgarstjóranum sjálv megn
ar at gjalda hesar stóru íløg
ur.
Heðin Mortensen tvíheld
ur um, at eingin króna skal
úr kassanum hjá Tórshavnar
Havn í kommunukassan á
Vaglinum.
– Tórshavnar Havn er
ein forrætning við inntøk
um og útreiðslum. Rakst
ur, umvælingar og íløgur
hjá Tórshavnar Havn verða
fíggjarðar
við
inntøkum
hjá Tórshavnar Havn, og
eg pástandi, at Tórshavnar
Havn hevur bestu havna
viðurskifti í landinum, argu
menterar Heðin Mortensen.
Skatturin
Samstundis sum Tórshavnar
Havn ger stórar íløgur, so
tvíheldur borgarstjórin um,
at pengar eru ikki til skatta
lætta.
– Tað er fullkomiliga
hol í høvdið at tosa um, at
kommunur
skulu
lækka
skattin. Landið krevur okk
um at rinda bæði eitt og
annað og tað ber ikki til,
samstundis sum vit skulu
lækka skattin. Skulu vit veita
skattalætta, mugu vit eisini
fáa part av inntøkunum hjá
landskassanum, segði Heðin
Mortensen við in.fo 1. okto
ber.
Við boðskapinum vildi
borgarstjórin
skúgva
frá
sær pástandin, at hansara
kommuna er orsøkin til, at
lægru inntøkurnar ikki fáa
skattalætta.
Hvussu kanst tú siga so
leiðis, samstundis sum tú
brúkar 100 milliónir til at
seta í stand ein gamlan bygn
ing á Vestaru vág, soleiðis at
hann kann húsa pørtum av
vinnulívinum í býnum?
– Eg klári ikki at svara
spurninginum
so
einfalt,
sum tú setir hann. Inntøkur
nar hjá Tórshavnar Havn
skulu sum nevnt brúkast til
Tórshavnar Havn. Alt annað
er at blanda saman perur og
bananir.
Hví er tað soleiðis?
– Hetta er ein leistur, sum
hevur verið brúktur, líka
síðani vit bygdu út molan í
Havn fyrst í sjeytiárunum.
Tú eftirlýsir møguleikan
at sleppa fram at inntøkum
hjá landskassanum, sam
stundis sum tú ikki vil
fara eftir eini inntøku hjá
kommununi sjálvari. Hví er
tað rímiligt?
– Tað er at blanda tingini
saman. Tað vildi verið ein
løtuvinningur at tikið inn
tøkur frá Tórshavnar Havn
at latið út sum skatta
lætta, fyri so at farið í
kommunukassan og latið
skattgjaldaran
rinda
fyri
neyðugar íløgur í Tórshavnar
havn, tá tað skal gerast.
Hví?
– Tórshavnar Havn hevur
bestu
havnaviðurskifti
í
landinum, men vit hugsa
langsigtað. Vit skulu fram
haldandi hava bestu um
støðurnar. Tú mást hava
visjónir!
Sum nevnt leggur fíggjar
ætlanin
hjá
Tórshavnar
Kommunu fyri 2015 upp til
sama skattaprosent og sama
barnafrádrátt sum í ár.
– Skattalætti er so nógv. Í
míni verð er skattalætti eisini
góðar vælferðartænastur, ið
antin eru ókeypis ella bíligar
fyri borgaran at brúka, sigur
Heðin Mortensen og nevnir
bussleiðina,
svimjihøllina
og systkinaavsláttur á dag
stovnunum sum dømi.
Partafelag
Tað er sjónligt, at borgar
stjórin hevur hug at kvala
myndina
av
Tórshavnar
Havn sum eina inntøkukeldu
fyri kommunukassan. Hann
vil tvørturímóti fara øvugta
vegin:
– Eg kundi ynskt mær eina
havnalóg, sum gav heimild
at skilja sundur virksemið á
havnalagnum frá restini av
kommununi. Tað er leisturin,
sum verður brúktur alla
aðrastaðni, og sum skapar
vøkstur,
argumenterar
Heðin Mortensen.
Ein leistur, har Tórshavn
ar Havn gjørdist alment
partafelag?
– Ja, ella í øllum føri ein
leistur, har Tórshavnar Havn
kundi verið skipað á meira
handilsligum
grundarlag.
Tað vildi bøtt um inntøku
møguleikarnar.
Hvat hevði verið betri?
– Vit hava higartil valt
at halda Tórshavnar Havn
í egnum roknskapi. Men
eitt vatntætt skott millum
kommununa og Tórshavnar
Havn hevði skapt ein heilt
annan dynamikk. Tórshavn
ar Havn hevði tá havt nógv
betri møguleikar at skapa
virksemi og útvega sær inn
tøkur, argumenterar Heðin
Mortensen.
Sambært
borgarstjóra
num
hevur
kommunala
ynskið ligið á borðinum í
longri tíð.
– Arbeiðið er gjørt, men
landsstýrið og løgtingið fær
ikki tikið seg saman til at fáa
neyðugu lóggávuna sam
tykta, sigur Heðin Morten
sen.
sjóvinnuhúsið
Skatturin lækkar ikki
Borgarstjórin í Havn eftirlýsir møguleikan at skilja
Tórshavnar Havn heilt burtur frá Tórshavnar
Kommunu. Og tað kemur ikki upp á tal at brúka
inntøkur hjá Tórshavnar til at lætta um hjá borgarum
í Havn ella øvugt, sigur Heðin Mortensen
Er tað tá ikki skatta
borgararnir í Havn, sum í
síðsta enda gjalda fyri Sjó
vinnuhúsið?
– Nei, soleiðis síggja vit
tað ikki. Tórshavnar Havn er
ein forrætning, sum hevur
nakrar inntøkur og nakrar
útreiðslur. Og hetta er ein
útreiðsla hjá Tórshavnar
Havn.
Politisk leiga
Sambært
gerðabókunum
hjá Tórshavnar Býráð verða
tað
býráðspolitikararnir
sjálvir, sum koma at gera
av, hvørjar privatar fyritøk
ur skulu sleppa inn í Sjó
vinnuhúsið at leiga. Í august
í fjør vísti Vinnunevndin í
býráðnum á, at ein ávísur
áhugi hevði verið fyri at
leiga í bygninginum. Men
sambært nevndini vóru tað
ikki allir leigararnir, sum
hóskaðu so væl til tær ætlan
ir, sum kommunan hevði við
Sjóvinnuhúsinum. Tilmælið
frá Vinnunevndini varð tí
soljóðandi: ”Mælt verður til
at leiga út til tær fyritøkur
nar, sum vit halda passa til
konseptið, fyri eisini at geva
pláss til meira hóskandi
leigarar, sum koma við tíð
ini.”
Heðin
Mortensen
við
gongur eisini, at tað vera bý
ráðspolitikarar, sum koma
at gera av, hvørjar privatar
fyritøkur sleppa gjøgnum
nálareygað inn í Sjóvinnu
húsið:
– Ja, fyrst og fremst verða
tað býráðspolitikararnir í
Vinnunevndini, sum taka
støðu til leigararnar. Men
kemur tað til skarpskeringar,
so verður tað lagt fyri býráð
ið.
Heðin Mortensen heldur
onga orsøk vera at lýsa leigu
møguleikarnar í Sjóvinnu
húsinum leysar hjá øllum
at søkja. Borgarstjórin vísir
hinvegin á, at leigumálini
verða verða vald út eftir føst
um mannagongdum.
– Nei, tað verður neyvan
lýst alment. Hinvegin er
kunnað alment um bæði
møguleikar
og
málbólk.
Boðskapurin er, at vit ynskja
vinnufyritøkur, sum hava
nakað við sjógvin at gera.
Eg rokni við, at áhugað
ar fyritøkur venda sær til
okkara, sigur Heðin Morten
sen og dregur fjórðu kanin
ina úr hattinum:
– Vit vita enn ikki, hvussu
stóran part av bygninginum
Tórshavnar Havn og Tórs
havnar
Kommuna
sjálvi
koma at brúka. Nógv virk
semi í kommununi kann
flyta inn har. Hvør veit,
kanska øll umsitingin hjá
kommununi endar har úti.
Hevur kommunan ikki
fyri kortum keypt bygningar
frá BankNordik, júst til
kommunalu umsitingina?
– Har vóru fleiri um boði
at keypa. Tað er altíð skjótt
at selja ein bygning aftur,
svarar Heðin Mortensen.
Hóast Tórshavnar Havn klárar at gera íløgur fyri
smáar 100 milliónir í Sjóvinnuhúsið og útbyggja
havnalagið fyri aðrar 350 milliónir, so hevur Tórshavnar
Kommuna ikki ráð at lækka skattin. – Tað er at blanda
perur og bananir saman, sigur Heðin Mortensen,
sum ikki vil hoyra talan um at lata inntøkurnar
hjá Tórshavnar Havn fara í kommunukassan.
Mynd: Alan Brockie/Tórshavnar Kommuna