Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú harðnar stríðið um nýggja fiskivinnupolitikk 1. februar skal ein semja vera gjørd um, hvussu fiski­vinn­ an skal skipast eftir 31. des­ em­ber 2017. Tá ið uppskot til nýggja fíggjarlóg fyri 2015 herfyri var lagt fram, gjørdi lands­ stýrismaðurin við fíggjar­ málum, Jørgen Niclas­sen, Fólka­flokk­urin, greitt, at for­mennirnir í sam­gongu­ flokk­unum eru samdir um, at ein semja um nýggja fiski­ vinnu­skipan skal liggja klár 1. februar næsta ár. Men eitt er at áseta dead­ line fyri semju – eitt annað er at fáa semju í lag. Og við hvønn? Andstøðan hevur í tingi­ num gjørt heilt greitt, at sleppur hon ikki við til at orða uppskotið til nýggja fiski­vinnulóg, so verður hon held­ur ikki við til at bera lóg­ ina ígjøgnum í tinginum. Útrætt hond Eitt sindur av orðadrátti hevur tikið upp um, um and­ støðan er boðin við til tær fyrstu samráðingarnar um upp­skot­ið ella ikki. Jørgen Niclassen, Fólka­ flokk­urin, nevndi greitt í tingi­num í seinastu viku, at andstøðan er boðin við og hann nevndi eisini, at tað sjálvandi hevur stóran týdn­ ing, at ein semja røkkur um flokmsmørk og um mark­ið millum andstøðu og sam­ gongu. Hann nevndi kortini eisini, at sjálvandi skal sam­ gongan vita, hvørjum beini hon stendur á, áðrenn hon kann fara í samráðing við andstøðuna. Trupulleikin Og tað er júst har trupul­ leikin stingur seg upp. Tríggir flokkar manna sam­gonguna: Sam­bands­ flokk­urin, Fólka­flokk­urin og Mið­flokk­urin. Tað er alment kent, at innanhýsis í Sam­bands­ flokkinum er stóra ósemja um, hvønn veg eigur at farast við nýggju lógini um vinnu­ligan fiskiskap. Tey meira liberalu halda, at ein part­ur av føroyska til­feingi­ num eigur at seljast vinnu­ni, so landskassin á tann hátt fær nakað av pengum – og at hesir pengar tá eisini av­ spegla eitt makrnaðarvirði av til­feinginum. Hetta heldur enn at áseta gjøld, sum meira ella minni verða ásett av tinginum eftir hvussu nógv manglar í, í lands­húsarhaldinum. Fólkaflokkurin er heslt tann mest konservativi part­ urin í samgonguni á hesum øki. Flokkurin hevur flutt seg nakað við at áleggja vinnu­ ni tilfeingisgjald og avgjøld, men undir sein­as­ta orða- skiftinum um upp­skot­ini at leingja gjøldini, kom fram, at flokkurin í veruleikanum heldur, at tað als ikki gevur mein­ing, at ein fiskivinna, sum seinastu árini bert hev­ ur havt eitt samlað yvir­skot uppá 115 milljónir krón­ur, nú skal gjalda 150 milljón­ir í tilfeingisgjaldið og av­gjøld­ um. Miðflokkurin Miðflokkurin er partur av sam­gonguni. Flokkurin royn­ ir at finna eina loysn, sum báðir teir størru flokkarnir kunnu taka undir við. Fólkaflokkurin heldur fast uppá, at útlendingar ikki skulu sleppa at hava lut í føroysku fiskivinnuni, með­an Sambandsflokkurin í út­gangsstøði heldur, at ein part­ur av rættindunum eigur at seljast á uppboði. -Vit hava skotið upp, at út­lendingar ikki sleppa at eiga í vinnuni og so hava vit eisini skotið upp, at eini 10- 15 prosent av rættindunum verða seld á uppboði, sigur Bill Justinussen, Mið-flokk­ ur­in. Enn er andstøðan ikki boð­send til samráðingar, men undir viðgerðini í sein­ as­tu viku, segði for­mað­ur Mið­floksins, at um vilji er til semju, so kann hon fáast eftir heilt stuttari tíð. Andstøðan Bill Justinussen, Mið­flokk­ur­ in, sigur, at flokkrin heldur fast um, at ein partur skal selj­ast um uppboðssølu, tí tað eftir teirra meting er ein­ as­ti máti, at nýggir aktør­ar fáa lut í vinnuni. Sama grundgeving er ein partur av kravinum hjá Tjóðveldi og ikki minst Fram­sókn, tá ið báðir flokk­ ar­nir vilja hava selt loyvir á upp­boðssølu. Framsókn fyrst og fremst, tí flokkurin er liberalur. Í grein vísir Poul Michel­ sen, Framsókn á, at hetta letur upp fyri møguleikum hjá øðrum at sleppa framat: -Í eini slíkari liberalari skip­an fáa tey sum halda seg fram­at bæði møguleika at fiska, selja og framleiða. Vit tosa um eina liberala skipan, har vinnan virkar undir treyt­um, sum tey kunnu fyri­halda seg til, leggur for­ maðurin í Framsókn afturat. Javnarflokkurin og Tjóðveldi Teir báðir størru and­støðu­ flokk­arnir, Tjóðveldi og Javn­að­ar­flokkurin, eru held­ur ikki heilt samdir um, hvus­su fiskivinnan skal skip­ ast í framtíðini. Tjóðveldi heldur fast um, at rættindini eiga at fara um uppboðssølu, meðan Javn­ að­ar­flokkurin hevur veirð meira afturhaldin á hesum øki. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at teirra hugsan er, at ein so líðandi fer til, at loyvini verða bygd á mark­nað­ar­ prísir, men at hetta sjálvandi ikki kann gerast í einum lopi. Hann vísir á, eins og fleiri aðrir, at alt sjálvandi skal bygg­ja á føroyskar sátt­mál­ ar og hann sigur, at fiski­ maðurin ikki skal rinda fyri keyp av loyvum ella kvotum. Fólkaflokkurin hevur sagt nokkso knívskarpt, at út­lendingar ikki eiga at fáa lut í føroysku fiskivinnuni, men aðrir flokkar halda, at hetta ikki eigur at vera so. Útlendignar kunnu sjálv­ andi vera ein partur av øllum, men tað krevur, at feløgini hava sæti í Før­oy­um og at føroysk lóg og før­oyskir sáttmálar við mann­ing­ar­ feløgini verða hildnir. Løgtingið kemur saman­ aftur í næstu viku, men nær bein­leiðis samráðingar fara í gongd millum flokkarnar um lógina um vinnuligan fiski­ skap, er ikki ásett enn. Búskaparráðið hev­ur í seinastu bú-skap­ar­frá­greið­ ing­ini vísti á, at einar 350 milljónir eiga at fáast fyri fiski­rættindi og avgjøld, men tá er eisini roknað við, at størri parturin verður tikin av teimum yvirnormalu lønun­um. Sett í samband við fíggjar­ lógina, sum á leið javnvigar við 4,5 milljardum krónum og í meðal hevur ein vøkstur á leið 200 milljónir krónur, so eru 350 milljónir krónur ein lítil partur. Serliga tá ið hugsað verð­ ur um, at longu nú geva gjøld­ini 140 milljónir krónur. Við at seta deadline á, hevur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum av álvara hert stríðið um nýggjan fiskivinnupolitikk Vit vilja hava alt um eina uppboðssølu Poul Michelsen Aksel V. Johannesen So líðandi eigur alt at byggja á marknaðarbúskap Bill Justinussen Vit royna at fáa hinar báðar flokkarnar í samgonguni at semjast Loyvini eru galdandi til 31. desember 2017. Verður onki gjørt, so fara tey at rulla víðari