hósdagur 16. oktober 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Í blaðnum mikudagin boðaði
Zakarias Wang frá, at hann
ætlar sær at stilla upp til
næsta fólkatingsval við tí
hyggju – tá hann verður
valdur – at fáa í lag eitt
ríkisting, sum skal gera av,
hvussu vit sjálvi skulu skipa
okkara viðurskifti í Før
oyum. Tá Zakarias Wang er
valdur á Fólkating fer hann
at boða danatingi frá, at
hann ikki tekur við løn frá
Fólkatinginum.
Hetta er fimtu ferð, at
Zakarias Wang stillar upp til
Fólkatingsval, og fáur man
hava verið so nær einum
fólkatingssessi – í øllum før
um nakar við so víðgongdum
sjónarmiðum – sum Zakarias
Wang.
Fyrstu ferð hann stillaði
upp var til fólkatingsvalið 5.
oktober í 1971. Tá átti Javn
aðarflokkurin fyrra fólka
tingsmannin, Johan Nielsen,
og
Fólkaflokkurin
tann
seinna, Hákun Djurhuus.
Tjóðveldisflokkurin hevði
tá ongantíð stillað upp til
fólkatingsval, so stríðið stóð
millum teir tríggjar stóru
flokkarnar, Javnaðarflokkin,
Sambandsflokkin og Fólka
flokkin. Til valið í 1971 still
aðu umframt hesar tríggjar
flokkarnar, eisini Sjálvstýris
flokkurin
og
Framburðs
flokkurin upp. Og so var tað
Zakarias Wang, sum stillaði
upp uttanflokka.
Úrslitið av fólkatingsval
inum í 1971 var, at Javnaðar
flokkurin varð størstur við
4.170 atkvøðum. Næstur var
Sambandsflokkurin við 2.855
atkvøðum. Nummar trý var
Fólkaflokkurin
við
2.680,
og nummar fýra Zakarias
Wang við 2.410 atkvøðum.
Sjálvstýrisflokkurin og Fram
burðsflokkurin fingu ávika
vist 648 og 362 atkvøður.
Soleiðis vórðu valdir –
skuldu vit hildið – Johan
Nielsen úr Javnaðarflokkin
um og Kristian Djurhuus úr
Sambandsflokkinum.
Men
so var ikki. Tí Zakarias Wang
og Fólkaflokkurin gjørdu
listasamgongu. Harvið vórðu
atkvøðurnar hjá fólkafloks
listanum og uttanflokka
listanum
lagdar
saman.
Við í listasamgonguni var
eisini Framburðsflokkurin.
Tí
fekk
listasamgongan
fyrst valda mannin. Tá slík
ar
listasamgongur
vórðu
gjørdar, so varð fyrst hugt
eftir, hvør flokkur var størst
ur. Fólkaflokkurin fekk 270
atkvøður fleiri enn Zakarias
Wang. Tískil var Hákun Djur
huus úr Fólkaflokkinum fyrst
valdi
fólkatingsmaðurin,
meðan Johan Nielsen úr
Javnaðarflokkurin var næst
valdi. Soleiðis sæst, at tað var
ein realistiskur møguleiki, at
Zakarias Wang varð valdur í
1971.
Men um tað gekst Zaka
riasi Wang eftir ætlan, so
hevði hann verið valdur við
teimum
atkvøðum,
hann
fekk. Tí hann hevði ætlanir
um aðra listasamgongu:
– Eg hevði ætlað at gjørt
listasamgongu saman við
Sjálvstýrisflokkinum. Men
teir vildu ikki. Høvdu vit
gjørt tað, so hevði tann lista
samgongan verið næststørst
og vunnið á Sambands
flokkinum.
Soleiðis kann staðfestast,
at tað var vantandi taktikkur,
sum gjørdi, at Zakarias Wang
ikki varð valdur á Fólkating
við teimum 2.410 atkvøð
unum,
sum
hann
fekk.
Í 1971 hevði Zakarias Wang nóg nógvar atkvøður at verða
valdur á Fólkating. Men teknikkur gjørdi, at Hákun Djurhuus
varð valdur í staðin. Til næsta val fer tann tá 75 ára gamli
fullveldisstríðsmaðurin at royna seg fyri fimtu ferð
Stillar upp til fólkatingið
Eirikur Lindenskov
– Eg fari at stilla upp til
komandi fólkatingsval.
Tað
sigur
Zakarias
Wang í Hoyvík, sum í lýsing
í Sosialinum mikudagin
sóknast eftir stillarum.
Zakarias Wang sigur
í lýsingini, at endamálið
við uppstillingini er at fáa
í lag eitt ríkisting at gera
av, hvussu vit sjálvi skulu
skipa okkara viðurskifti.
– Tá ríkjasovastin eft
ir valið spyr, hvønn eg
vil hava at standa fyri
nýggju donsku stjórnini,
fari eg at mæla til, at tann
verður biðin, sum tekur
undir við hesum ynski.
Til tess at geva ynskinum
enn størri tyngd, fari eg
beinanvegin at bjóða hinum
føroysku og grønlendsku
fólkatingsumboðunum at
vera saman við mær, sigur
Zakarias Wang.
Hann sigur víðari, at
tá tann forsætisráðharri,
sum tekur undir við ynski
hansara, er settur í starv,
verður skipað fyri vali av
ríkistinginum, og vit fáa
eina stjórn, sum er javnlíki
við ta donsku, og kann taka
upp samráðingar við hana
um viðurskiftini ríkjanna
millum.
– Harvið kunnu vit koma
burtur úr tí ódemokratiska
og ólógliga stýrislagi, sum
vit liva undir. Danmarkar
ríki hevur fólkarættarliga
skyldu at lata okkum sjálvi
skipa okkara viðurskifti,
sigur Zakarias Wang, sum
vísir á, at henda skylda
hevur verið misrøkt, tí
stjórn Danmarkar hevur
lønt
embætismonnum
sínum fyri her at taka av
gerðir, sum okkara ríki
sjálvt eigur at taka.
–
Samstundis
hevur
stjórnin – óbiðin – álagt
okkum
at
seta
umboð
á danating. Fyri at fáa
onkran okkara at taka við
hesum umboðum, hevur
Danmarkar ríki álagt sínum
skattgjaldarum at gjalda
løn teirra.
– Hóast allar royndir
prógva, at eingin kann
tæna tveimum harrum, tí
annar av hesum verður fyri
vanbýti, halda summi, at
umboð okkara á danatingi
samstundis kunnu tæna
Danmarkar ríki og okkara
ríki. Men tá bert annar
harrin rindar løn, er enn
torførari at ímynda sær,
at hin verður væl tæntur,
sigur Zakarias Wang.
– Ríkini eru tí ikki javn
ingar, og hetta er ólógligt.
– Fyri at gera mítt til at
fáa hetta aftur á beint havi
eg gjørt av, at eg, tá eg eri
valdur, boði danatingi frá,
at eg ikki taki við løn, sigur
Zakarias Wang.
Skal skipa eitt ríkisting fyri Føroyar
Málið hjá Zakariasi Wang við koma á Fólkating er at fáa skipað eitt ríkisting fyri
Føroyar, soleiðis at Føroya fólk sjálvi sleppa at gera av okkara viðurskifti – og hann
fer at boða danatingi frá, at hann onga løn skal hava sum fólkatingsmaður
Nr. 35 - 19. februar 2010
Í februar 1975 fall dómur í
Føroya rætti í sakarmálinum,
sum Zakarias Wang hevði
reist ímóti sjey av valevn-
unum hjá Tjóðveldisflokk-
inum í Suðurstreymoy til
seinasta løgtingsval og for-
manninum
í
aðalnevnd
floksins fyri skuldsetingar
um straffbar viðurskifti, ið
hesi høvdu sett fram í blaðn-
um 14. September og Út-
varpi Føroya í november
mánað í fjør móti sak-
søkjaranum.
Dómarin segði, at sann-
leikaprógv vóru ikki førd
fyri skuldsetingunum, og
dømdi hann tí tveir av teim-
um skuldsettu 14 daga
hefti, meðan hini seks fingu
14 dagbøtur á 50 krónur,
umframt at øll átta skuldu
gjalda sakarmálskostnaðin.
Á myndini eru Zakarias
Wang (h.m.) og verji hans-
ara Halgir Winther Poulsen
(v.m.). Saman við teimum
eru Hanna Lisberg og Suni
Jacobsen.
Kelda: Myndaárbókin
– árið ið fór1975
Fyri 35 árum síðan:
Sakarmálið hjá Zak
Tá Zakarias mund
á Fólkating