Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stillar Zakarias Wang upp til komandi fólkatingsval, so verður tað fimta ferðin, hann fer at royna seg – og triðja ferðin, at hann ger tað utt­an­flokka. Sum nevnt her á síð­ uni, so var tað bara til­ vildin sum gjørdi, at hann ikki varð valdur fyrstu ferð hann stillaði upp í 1971. Z a k a r i a s Wang var annars tjóð­veld­is­maður, men Tjóð­veldis­ flokk­ur­in still­aði ikki upp til fólka­ tings­val fyrr enn í 1973, tá Er­lendur Paturs­son varð vald­ur. Zakarias Wang var ikki á listanum hjá Tjóð­ veldis­flokk­inum til tað valið. Tað var hann heldur ikki í 1975, tá Erlendur Patursson varð afturvaldur. Men í 1977 stillaði Zakarias Wang aftur upp uttanflokka. Hann var tá komin í stríð við Tjóð­veldis­flokkin og varð koyrdur úr flokk­in­um. Tað endaði við einum sakar­ málið, og rætt­urin dømdi út­blak­ingina ógylduga – og Zakarias Wang varð soleiðis dømdur til aftur at verða limur í Tjóð­veldis­flokkinum. Til fólkatingsvalið í 1977 bjóðaði Zaka­rias Wang Tjóð­ veld­in­um lista­sam­gongu, men tað vildi Tjóð­veldis­ flokk­urin ikki. Úrslitið av tí var, at Tjóðveldisflokkurin misti fólkatingsumboðanina til Sam­bandsflokkin, sum við Paula Ellef­sen rættiliga hevði fingið vind í seglini. Høvdu Tjóðveldisflokkur­ in og listin hjá Zakariasi Wang gjørt listasamgongu í 1977, so hevði hesin felags listin vunnið fólkatingsmannin hjá Javn­aðarflokkinum, og so hevði Johan Nielsen ikki verið afturvaldur – men Erlendur Patursson í staðin. Sambandsflokkurin fekk á valinum í 1977 5.183 atkvøður, Javnaðarflokkurin 3.681, Tjóðveldisflokkurin 3.057 og Zakarias Wang 891 atkvøður. Í 1994 stillaði Zakarias Wang upp fyri Frælsis­fylk­ ing­ina og í 2001 stillaði hann upp fyri Tjóð­veldi. Vallógin er nú broytt so­ leiðis, at tað ber ikki til at gera listasamgongur. Tí ber ikki til at vinna flokk­um neisur við slíkum lista­sam­ gong­um. Spurn­ingurin er bara, um Zakarias Wang ger Tjóð­veld­inum ónáðir við uppstillingini hesa­ferð, eins og í 1977. Stillar upp til fólkatingið kariasi Fimta royndin hjá Zakariasi di komið Eirikur Lindenskov Fólkatingsvalið í Føroyum í 1971 var hildið tvær vikur eftir fólkatingsvalið í Dan­ mark og í Grønlandi. Tá val­úrslitið í Danmark og í Grønlandi varð greitt, vísti tað seg, at stjórnar­flokk­ arnir, Radikale Venstre, Venstre og Konservativu høvdu fingið 87 umboð og and­støðan 88. Tí kundu før­oysku veljararnir gera av, hvør skuldi stýra í Dan­ mark, ein borgarlig stjórn ella ein javn­aðarstjórn. Úrslitið í Føroyum gjørdi tó ongan mun, tí før­ oy­ingar valdu ein úr hvørj­ um blokki, Jo­han Nielsen úr Javn­aðar-flokk­in­um og Hák­un Djurhuus úr Fólka­ flokk­inum við stuðli frá at­kvøð­unum hjá Zakariasi Wang. Í einum lesarabrævi í val­stríðnum til fólka­ tings­valið í 2001 greiðir Zaka­rias Wang frá sín­um upp­livingum frá fólka­ tings­valinum í 1971: » – Men royndir mínar frá fólkatingsvalinum 1971 sýndu, at samstarv við grøn­lendsku fólka­ tings­um­boðini ofta kann hjálpa. Tá var støðan tann, at fólkatingsvalið í Føroyum var fjúrtan dagar seinni enn í Danmark og í Grøn­ landi. Tá teir gjørdu upp vísti tað seg, at danska and­støðan kundi fáa ein meir­iluta fyri nýggju stjórn­ini hjá J. O. Krag, um so var, at annar av teim­ um grønlendsku og ann­ ar av teimum føroysku fólka­tings­monn­un­um ikki greiddu atkvøðu. Tá var eg uttan­flokka valevni, tí Tjóð­veldis­ flokk­ur­in stillaði ikki upp. Eg segði við Fólkaflokkin, at eg hevði ikki stillað upp fyri at spjaða sjálv­stýris­ fylkingina í Føroyum, og beyð eg tí Fólkaflokkinum val­sam­gongu, so tann av okk­ara listum, sum fekk flestar atkvøður, kom inn á fólka­ting fram um ein­ hvønn sam­bandsflokk. Hetta eydn­aðist eisini, og fekk val­samgongan fyrst valda mannin. Tá eg fann út av úrslit­ inum av tí danska valinum sá eg, at fekk J. O. Krag undir­tøku frá tí nývalda grøn­lenska tingmanninum, Moses Olsen, so kundi hann skipa stjórn beinanvegin. Eg sendi tí telegram til Moses Olsen og bað hann geva kongi tað ráð at bíða við at skipa stjórn, til valið í Før­oyum var av. Hetta gjørdi hann. Tí­ verri fekk Fólkaflokkurin fleiri atkvøður enn eg, og bæði tann valdi fólka­floks­ maðurin og Moses Olsen søgdu seg ikki blanda seg upp donsku polit­isku við­urskiftini. Júst har­ við góvu teir J. O. Krag meiriluta fyri tí stjórn, sum gjørdi ta vanlukku at lokka Danmark upp í EEC. Men bara hetta lítla sam­stavið millum Grøn­ land og Føroyar var nóg mikið til at seinka hesa stjórnarskipan fjúrtan dagar.« Zakarias seinkaði stjórnini hjá Jens Otto Krag