hósdagur 16. oktober 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mortan Absalonson Østerø
Tað kann tykjast undrunar
vert, at fólk tíma at nýta sín
pening upp á gekkar, tá ið
sannlíkindini fyri at vinna
eru so lítil. Serfrøðingar
vilja vera við, at lønarevnið í
heilanum hjá menniskjum –
dopamin – ger seg galdandi
til, at vit tíma at spæla
eydnuspøl.
Sambært Hera Kragesteen,
sálarfrøðingi, hava vánaligu
útlitini fyri vinningi lítið at
gera við, hví vit spæla gekk
hesi fríggjakvøldini. Um nak
að, kann tað økja um hugin
at spæla við. Hann vísir á
eina roynd, sum varð gjørd
við rottum, og leysliga kann
førast yvir á menniskjalig
viðurskifti tá tað kemur til
eydnuspøl.
Tilvildarliga lønin
eggjar okkum
at spæla
– Rotturnar vórðu settar
í eitt búr, har tær við at
traðka á eina pedal fingu
vatn til vega. Vanliga skuldu
tær bert traðka á eina
ferð fyri at fáa vatn. Tá ið
royndarleiðarirnir broyttu
hetta til, at vatn var givið
út tilvildarliga, førdi tað við
sær, at rotturnar løgdu enn
harðari fyri, at fáa vatn –
somikið nógv løgdu tær fyri,
at tær arbeiddi seg til deyða,
sigur Heri Kragesteen.
Tá ið vit síggja, at 31.000
gekkar verða seldir, hóast
sannlíkindini eru somikið
lítil at vinna, kann tað tulkast
sum, at vit, eins og rotturnar,
arbeiða eftir at fáa til vega
eina tilvildarliga løn.
– Tað er onkursvegna ein
flýggjan úr gerandisdegnum,
har vit sleppa at droyma
okkum burtur úr trongum
fíggjarligum korum til uttan
landsferðir og marglæti, sig
ur Heri Kragesteen, og legg
ur afturat, at kanska eisini
vónin um, at vit sleppa í
sjónvarpi ella vera kend í eitt
stutt tíðarbil eisini liggur
undir orsøkini at vit spæla.
Mest av øllum, so fylla jú
eisini fríggjakvøldið út við
samveru og hugna við gekk
inum.
Enn einaferð metstór
upphædd at vinna
Fríggjadagsbíðirøðirnar
í
handlunum eftir arbeiðstíð
vera ivaleyst fullar av fólki,
sum øll ætla sær ein gekk.
Fyri nøkur kennist tað kanska
enntá ógvuliga veruligt, at
tey fara at vinna. Í bíðirøðini
gloyma tey alt um júst farnu
arbeiðsvikuna og ímynda
sær, hvussu tey fara at
brúka ta 1,4 milliónina.
Eirikur Lindenskov
Tjóðveldi hevur enn ikki tikið
støðu til, um flokkurin stillar
upp til komandi fólka
tingsval. Men tað hevur
einki við uppstillingina
hjá Zakariasi Wang at
gera.
– Hvørja ferð eitt
fólkatingsval
nærkast,
so viðgera vit tað á flokstingi,
um Tjóðveldi skal stilla upp
ella ikki.
Tað sigur Høgni Hoydal,
formaður í Tjóðveldi.
– Soleiðis hevur altíð
verið gjørt. Á flokstingi
verður orðaskifti um tað,
og so verður atkvøtt, hvørt
flokkurin stillar upp ella ikki,
sigur Høgni Hoydal.
Síðani fólkatingsvalið í
1973 hevur Tjóðveldi stillað
upp hvørja ferð og fingið
mann valdan fimm ferðir, í
1973, 1975, 2001, 2005 og 2007.
Í 1973 og 1975 var Ellindur
Patursson valdur, og
seinnu ferðirnar var
tað Høgni Hoydal.
Hóast
tjóðveldisfólk
eru ymisk á máli um upp
stilling til fólkatingsval, so
hevur tað hvørjaferð verið
ein rímuliga stórur meiri
luti fyri uppstilling. Fólka
tingsval er ikki høvuðs
málið hjá Tjóðveldi, men tað
snýr seg eisini um taktikk,
viðgongur Høgni Hoydal, tí
við ikki at stilla upp, so hava
tjóðveldisfólk høvi at velja
aðrar flokkar, og tað kann
føra til mistar atkvøður til
onnur val.
– Tað er júst so, sigur
Høgni Hoydal. Vit vilja sjálv
andi ikki lata hendan pallin
yvir til aðrar flokkar, og tí
stilla vit upp, sigur Høgni
Hoydal, sum vísir á, at eftir
hansara tykki, so eru tað
tveir sambandsflokkar, sum
eru umboðaðir á hesum palli
í dag.
Tað ber ikki longur til
at gera listasamgongur til
fólkatingsval, og tí er tað
ikki ein møguleiki, at Tjóð
veldi og Zakarias Wang
gera
listasamgongu,
eins
og Zakarias Wang og Fólka
flokkurin gjørdu í 1971.
Spurdur um tað er ein
møguleiki, at Tjóðveldi og
Zakarias Wang á onkran hátt
stilla upp saman, sigur Høgni
Hoydal, at tað hevur einki
verið tosað um tað.
– Eg havi als ikki tosað
við
Zakarias
Wang
um
uppstilling. Vit fingu eitt
bræ, sum eg haldi hann
hevur sent øllum flokkum,
har hann boðar frá, at hann
ætlar at stilla upp.
Høgni Hoydal sigur, at
Tjóðveldi og Zakarias Wang
ikki eru heilt samd um,
hvussu føroyska fullveldið
skal skipast. Hann vísir á,
at Zakarias Wang vil hava
donsku
stjónrina
skipa
eitt ting í Føroyum, meðan
Tjóðveldi heldur, at hetta eru
viðurskifti, sum føroyingar
sjálvir eiga at skipa fyri.
– So har er ein tulkingar
munur,
staðfestir
Høgni
Hoydal.
Tá fólkatingsval nærkast, tekur Tjóðveldi støðu til uppstilling. Síðani 1973 hevur flokkurin stillað upp
danska fólkatingsvalið. – Tí vit vilja ikki lata hinum flokkunum tann pallin, sigur Høgni Hoydal
Stillar upp til fólkatingið
Tjóðveldi tekur støðu hvørja ferð
Vit droyma okkum úr
veruleikanum við gekkinum
Slakir 31.000 gekkar søgdust vera seldir eitt av farnu fríggjakvøldunum. Sannlíkindini
fyri, at ein av seldu gekkunum hevur tilvildarligu tølini sett saman soleiðis, at eigarin
fær fulla plátu til seinasta spælið, er óhugsandi lítil. At viðkomandi síðani skal vera
fyrstur at ringja inn og síðani snara einum hjóli, bøtur ikki um tey sannlíkindini
Gekkaverturin Petrina Berg