Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. oktober 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Lívið hjá Ib Jóhannes Han­ sen var oyðilagt eftir stuttari løtu ein seinnapart í mai síðs­ta ár. Ib Jóhannes var úti at gan­ga túr við hundinum hjá grannanum. Men á eini gøtuteigaskipan við Bøg­e­ parken í Vollsmose í Oden­se møtti hann trimum tanár­ing­ um, sum bukaðu og spark­ aðu hann og lótu hann liggja eft­ir í stórum lívsvanda. - Eg havi bara fingið at vita, at eg eri álopin og sligin nið­ur. Hvat eg gjørdi fyri at pro­vokera tað, áni eg ikki, sig­ur Ib Jóhannes Hansen við TV2 Fyn. Álopið á Ib Jóhannes Hansen var eftir øllum at dø­ma fullkomiliga ó­moti­ ver­að. Tanáringarnir stjólu hundabandið, ein drekki­ dunk og eina gamla far­tele­ fon. Mappuna við 84 krónum í, lótu teir liggja. Hvat hugsar Ib Jóhannes um sínar álopsmenn í dag. - Sovorðnir apukattar. Tað má eg erliga viðganga. Men eg beri ikki agg. Tað er eingin or­søk til, sigur Ib Jóhannes Han­sen. Ib Jóhannes er einkju­ mað­ur, og systir til konuna, Karen Beckert, var tí tann fyrsta, sum sá hann á Odense Uni­versi­tets­hospital eftir ógvus­liga álopið. - Hann lá í einari song við einari rúgvu av slangum sett­ar til, og eitt langt stálrør skurð­lagt út frá heilanum og í respirator - og fullkomiliga í óviti. Tað var hart. Tað er ógvu­liga trupult at síggja onkr­an, sum tær dámar væl, lig­g­ja fullkomiliga hjálpar­ leys­an, sigur Karen Beckert. Rættiliga skelkandi Ib Jóhannes Hansen lá í koma, og læknarnir kundu ikki siga, um hann fór at yvir­liva álopið. Og um hann gjør­di, dugdu teir einki at siga um, hvussu álvarsligur heila­skaðin fór at vera. Men so knappliga ein dag í oktober síðsta ár hendi nak­ að. - Eingin hevði nakra kenslu av, at har var sam­ band, men knappliga stakk burt­ur úr honum »hej, Karen«. So hann hoyrdi, at eg var í sjúkrastovuni. Tað var fyrsta lívstekin um, at okkurt var inni aftan fyri, men eingin visti, hvussu nógv tað var. Tað var rættiliga skelkandi, og eg hevði systkinabarn hansara við. Vit skiltu tað heilt einfalt ikki, sigur Karen Beckert. Ib Jóhannes Hansen var flutt­ur til Neurosentrið í Hamm­el og seinni til Ringe. Og so fór ein intensiv endur­ venj­ing í gongd. Ib Jóhannes Han­sen var heilaskaddur og lam­in, og langt frá tí aktiva manni, hann einaferð var. Hvussu kendist tað so hjá honum at fáa at vita, at heil­ in hevði fingið skaða. - Tað var tungt. Og tað kost­aði eisini nøkur tár, sigur Ib Jóhannes Hansen. Fimm dagar um vikuna, seks til sjey tímar um dagin. So nógv venur Ib Jóhannes Han­sen fyri at koma víðari. Og hann flytur seg alla tíðina. - Eg vóni, at eg komi upp á beinini at ganga. Um eg bara hevði kunna gingið við høkj­ um, so hevði tað verið ein stórur sigur, sigur Ib Jóhan­ nes Hansen. Munur á endurgjaldi Eftir álopið streymaði inn við stuðli og hjálp til Ib Jóhannes, og tað vórðu mill­ um annað hildnar stuðuls­ gongur. Hann er djúpt rørdur yvir stóra stuðulin, hann hev­ur fingið. Og tað hevur giv­ið honum eyka kreftir at stríðast. - Tað var eisini tað, sum gav mær mót at koma víðari. Tað eru onnur menniskju, sum hugsa um meg, og tað eri eg glaður um. So tey skulu hava túsund takk fyri hjálp­ ina, sigur Ib Jóhannes Han­ sen. Fyri einum ári síða­ni - 15. oktober 2013 - fall dómur í sonevnda hunda­túrs­máli­ num, sum var nógv umrøtt í øllum miðlum í landinum, eisini her í Miðlahúsinum. Tríggir dreingir stóðu ákærdir fyri ógvusliga álopið á Ib Jóhannes Hansen Ein 16-ára gamal fekk tvey ára fongsul, har ein partur stavar frá øðr­um málum, meðan ein 15 ára gamal fekk eitt ár og tríggja­r mánaðir. Eisini hjá hon­um taldu onnur mál við. Triði ákærdi - ein 16 ára gamal - var fríkendur og fekk seinni 84.000 krónur í endur­gjaldi, tí hann hevði sit­ið varðhaldsfongslaður í 144 dagar. Ib Jóhannes Hansen fekk tilkent frá rættinum eitt endurgjald á 44.096,48 krón­ ur. Ib stríðist fyri at ganga aftur Á Bjerggårdshaven í Odense er 60 ára gamli Ib Jóhannes Hansen í holt við dagsins endurvenjing. Hann stríðist hvønn dag í fleiri tímar, fyri at koma aftur til lívið Ib Jóhannes Hansen var við í einari tíðindasending hjá TV2 Fyn mikudagin 15. oktober, ársdagin fyri, at dómur fall í málinum móti teimum trimum tanáringunum hunda­túrs­máli­ð Karen Beckert er svigarinda hjá Ib Jóhannes Hansen og var tann fyrsta á Odense Universitetshospital eftir álopið Ib Jóhannes Hansen hevur føroyska móðir og danskan pápa. Hann er føddur og partvís uppvaksin í Havn, men flutti niður sum smádrongur við foreldrunum til Danmarkar. Hann hevur ferðast við jøvnum millum­bilum í Føroyum, eftir at hann flutti til Danmark.