hósdagur 16. oktober 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føðingar
6. oktober fingu Romeni og Bjarni Samson, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3640 gr. Drongurin
eitur Jógvan Samson.
Fólk hava tikið so væl undir
við áheitanini um stuðul, at
vit umframt at keypt heili
vág, eisini hava kunnað sett
á stovn ein fyribils heima
skúla. Hetta eru tey og vit
so hjartans takksom fyri.
Barnaheimið er nú eisini ein
lívligur og virkin skúladepil
við
glaðum
børnum
og
starvsfólki. Vit hava gjørt
alt, vit kunnu, fyri at verja
tey fyri at koma í samband
við Ebola smittuna.
Barnaheimið
og
økið
rundan um er ikki stórt. Har
afturat er garðurin høgur og
tað sæst ikki út um, so tað
gerst sera innilokað ikki
at sleppa út í so langa tíð.
Harafturat eru allir skúlar í
Liberia afturlætnir orsakað
av Ebola. Tað var ikki gott
fyri okkara børn, tí tað var
sera tyngjandi fyri tey at
hugsa um sjúku og deyða og
ikki sleppa út um garðin. Tí
hevur tað ligið okkum tungt
á hjarta at stuðla og vegleiða
teimum í at skapa ein so
virknan og innihaldsríkan
gerandisdag, sum gjørligt,
fyri at økja um trivnaðin
og hugin at halda seg inni á
økinum.
Ynskja at hjálpa fleiri
Liberia er sera hart rakt av
Ebola og støðan sær bara
út til at versna. Enn hava
myndugleikarnir ikki tamar
hald á støtðuni og fólk verða
framvegis funnin liggjandi
deyð uttandura. Lík av ebola
sjúkum eru ógvuliga smittu
berandi, so tað ræður um at
halda seg so isoleraðan sum
yvirhøvur
gjørligt.
Hetta
er tað, sum vit royna við at
halda okkara børn og ungu
inni á okkara øki.
Nógv kvinnur sita hjálp
arleysar og fleiri børn eru
vorðin foreldraleys av Ebola.
ABC barnahjálp ynskir, gjøg
num okkara fólk í Liberia,
at hjálpa hesum kvinnum
og børnum. Eitt nú samla
vit inn til seymimaskinur
og startkapital, soleiðis at
hesar kvinnur fáa møguleika
at vinna til at breyðføða seg
og børnini.
Tíbetur er eingin av børn
um og starvsfólkum hjá ABC
barnahjálp fingið sjúkuna.
ABC barnahjálp í Føroyum
takkar eisini so hjartaliga fyri
tann stóra stuðul og áhuga,
sum vit hava fingið og merkt
hesa tíðina.
Ynskir tú at stuðla kanst
tú flyta pening á kontu og
BankNordik. Merk flyting
ina: “Hjálp til ebola-raktar
familjur”.
Tombola til frama
ebola-raktar familjur
Í heystfrítíðini verður tom
bola í hølunum hjá ABC
barnahjálp í Nólsoyar Páls
gøtu 24 í Klaksvík. Opið verð
ur hósdagin og fríggjadagin
frá kl. 15.00 – 18.00 og leygar
dagin frá kl. 10.00-14.00.
Vit taka ímóti lutum til
tombola, mánakvøldið 13.
oktober frá 17-19.00. Lutir
kunnu latast í hølunum hjá
ABC barnahjálp í Nólsoyar
Pálsgøtu 24 í Klaksvík. Til
ber eisini at ringja til Hildu
Viderø á tlf. 222085.
Vinarliga vegna ABC
barnahjálp
Rúna Sivertsen, forkvinna
Hilda Viderø,
næstforkvinna
Beinta Háberg Jacobsen
Andrea Niclasen, skrivari
Bárður Lydersen
Randi Jacobsen,
peningarøkil
Hjartans takk fyri hjálpina
Børn og starvsfólk hjá ABC barnahjálp í Liberia senda
føroyingum eina hjartans tøkk fyri fíggjarligan stuðul, nú
Ebola rakar Liberia so serliga meint. Samstundis heita vit á
fólk um framvegis at stuðla, so vit kunnu hjálpa enn fleiri
11. oktober fingu Rúna Niclasen & Torkil Hellisá, Streymnes,
eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3430 gr.