hósdagur 16. oktober 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Poul Mohr – ein føðingardagsheilsan
Og so fylti hann (høvdingurin
og/ella jassurin – ella onku
staðni har ímillum - ) 85 ár
nú í august, og uttan at nakar
rættiliga varnaðist ella gav
sær far um hetta.
Tó havi eg frætt, at nakrir
hesta- og hjartavinir skipaðu
fyri fýrbeintari fegnisferð
niðan á Reynið og heilt út
á Kirkjubønes fyri har at
fagna honum við hóskandi
borðreiðing – og júst á hesum
leiðum, sum hann eigur so
mangt sporið saman við
kenningum bæði innan – og
uttanlands.
Tann
dámligi
Jóannes
Bóndi (III) í Kirkjubø kom
við provianti til høvið í ein
um “fjalla- limousini”, havi
eg hoyrt. Og at lagið var
gott. “So breiðir um bringu
og langt millum kníggja teir
høvdu....!”(Heðin Brú). Og táið
“ballið var buðið” lá leiðin
aftur til hallar heim. Ja, so
leiðis skal tað vera!
Søgurnar um Poul sum
ein sera ágrýtnan vinnulívs
mann, ljóðkátan sangvin,
litríkan og hittinorðaðan
skemtara eru mangar og
góðar.
Tann klassiska – sum
øll komast við – er táið ein
ungur garpur (troyttur eftir
“a hard days night”) kemur
svøvnpískutur titandi eftir
Rundingi nakrar minuttir
yvir átta á morgni. Tá hoyrist
knappliga ein klár rødd, sum
sigur: “ Hoyr, túú, hin gamle,
tú ert forseinir. . .!”. Og meðan
hesin túraði hvøkkur við
og grevur vágin úr øðrum
eyganum
er
kontanta
aftursvar hansara hetta: “
Tað rakar ikki teg - eg arbeiði
ikki hjá tær!” Og Poul aftur: “
Tað er líkamikið – tú ert for
seinir álíkavæl ..!!”
Kent er, at um stjórarnir
báðir, Kjartan ella Poul,
høvdu arbeitt ella kanska
sungið í vási langt út á hálva
nátt, ja, so vóru teir líka
morgunfrískir aftur at finna
á Skipasmiðjuni longu klokk
an sjey morgunin eftir.
Vit komu annars at kenn
ast á heysti í 1970, og tá
fingust vit hjá E. Pihl og søn
við – umframt Hospitalið,
byggibúningar, tilriggingar
pirin og at leingja havnar
molarnar báðar – eisini við
at betongleggja tá óslættaða
økið kring gamla smiðju- og
kantórbygning skipasmiðj
unar
Og ein dagin stóðu Poul,
Høgni og tann næstan alvit
andi Dánjal Pauli í Búðini
har, sum segði:
“Hesin ungi verkfrøðing
urin er slektaður úr niður
løgdu bygdini “Úti á Bø”.
Og Poul var har beinan
vegin væl hýrdur:
“So-o - frá “trælunum Úti
á Bø”? – og eg, sum eri í slekt
við høvdingar í Kirkjubø (!)”.
Eg kom annars tá at kenna
Havnina líkasum skolaður
inn gjøgnum “bógportrið” –
inn í tann táverandi vinnu
liga hjartasláttin í býnum
- á Vestara havnarlagi. Har
var Skipasmiðjan, Fiskacen
tralurin, Bacalao, Saltsølan,
v.ø.o. lossing og skúmandi
skipaferðsla við øllum teim
primeru havnarfunktiónun
um sum eru: atløgusíða, salt,
ísur, olja , el og drekkivatn.
Umframt stoypistøð av
betongkistum,
grótbrot,
cementrok, garterandi dump
arar og ljóðkátar hvalbingar
- alt blandað saman við tey
flestu av teim norðurlendsku
tungumálunum.
Eins og við hendinga per
sónmenskum
sum:
Hans
Paula Johannesen, Esmar
Fuglø,
Kjartan
Mohr
og
meginskemtarar sum Jens
Paula av Reyni og Petur Há-
berg - hetta afturvið einum
ótali av søgum og anekdotum
úr umhvørvinum. Har var
“gaman at lifa”. Petur kendi
eg áður og kom at kenna
“Pava” síðani.
Petur var annars “internur
revisor” hjá Skipasmiðjuni,
og sum makkara hevði hann
fornfrøðingin Sverra Dahl.
Hvussu hesin seinni var fyri
á bókhaldsligum grundum,
tað veit eg ikki, men Petur
segði, at romantiski vin
maðurin Sverri fekk “skærar
blómur” at vaksa upp mill
um tey turru tølini og orð
sum: mynju, skandekk og
garnering – ímeðan teir hug
farsliga grannskoðaðu hesi
fyribrigdi..(!).
Ein rík tíð var hetta ar
beiðslívið við dagligum av
bjóðingum millum góð og
arbeiðssom fólk. Ein tíð sum
langt síðani er skolað út
gjøgnum “lensiportrið”.
Kjartan kom - vælhýrdur
við onkrari meining - sína
dagligu rundu oman at vitja
versonin Sten Balle, sum
hann helt so nógv av. Og tann
fólkaligi Sten hevur – eftir
øllum at døma – væl kunna
yvirlivað
hetta
stundum
rokaliga Mohrska humorið.
Við eini tvey hundrað
monnum í arbeiði, var nokk at
ríva í hjá Poul. Men onkuntíð
var ein lætti at finna. Og ís
landsvinurin mikli leitaði
sær upp hús á “Landinum
Bláa”... (“- fantastiskur túrur
túú: 77.000 hestar – ja, hvat
heldur tú?”).
Annað dømi: Ein ung ný
liga komin genta tók ein
morgun telefonina á Skipa
smiðjuni og hvakk ørkymlað
við. Tí úr horninum ljómaði
sangurin : “ ...Sildarok í Singa
pore, rukkulív í London
Town, einki samanberast
kann við leygarkvøld í Havn
.....!
Men so kom ein onnur
henni til hjálpar, og segði
beinanvegin
í
skellilátri:
“Hatta kann bara vera Poul,
stjórin hjá okkum, hann er
í løtuni í Malaysia og vitjar
vinmannin
Hans
Jákup
Kass. Og nú vil hann frætta
nýtt, um hvussu veit við her
heima. Ja, tú veitst aldri, hvat
ið hann finnur upp á”.
Og nógv fólk kom Poul at
kenna við sínum gløgga eyga.
Einaferð helt hann góðsliga
fyri við meg. “Tú heldur
kanska,
at
Skipasmiðjan
onga serliga mentan hevur,
ha? – men so er ikki!”
“Sært tú, vit høvdu onkrar
lesandi unglingar her í ar
beiði eitt stutt skifti. Og
nakað seinni gjørdu teir ein
heilan sjónleik ella scenarii
burturúr tí kultu-u-ursjokki,
sum tað var, at arbeiði her
millum vanligar slitmenn.
Og nú eru teir so síðani
blivnir beprísaðir um allar
geilar fyri teirra list, sum
helst er eitt úrslit av tí, ið teir
vóru úti fyri her .....! (“Geytar”
og heiðurslønir singla um
oyruni - og teir vita ikki ein
gang, at Dia á Bø var tann
nógv fyrri við filminum enn
Geytin...”).
So sig so tað – at vit her
ikki eisini leggja lunnar undir
mikil komandi mentanar
avrik (!!?)”
Upprunaliga
skemtið
hjá Poul um “trælirnar Úti
á Bø” fekk bein at ganga á,
táið bókin “Fólkini úti á Bø”
kom út hjá Sprotanum til
jólar seinast. Poul ringdi tá
ofta upp við vinarligum og
skemtiligum viðmerkingum
og legði stuttligar søgum
afturat, tí hann kendi alt um
hvørvið í Kirkjubø persónliga
- og enn betri enn eg. Og takk
fyri tað Poul og títt “olymp
iska” humor - !
Góði Poul, hetta var bara
ein hissini hugfarsligur skeki
í sambandi við áttatifimm
ára hvarvið. Og til lukku við
tí. Og øll góðynski framvegis
fyri teg, Annu við fjølskyldu
tykkara í komandi tíð.
Arnstein Niclasen
70 ára føðingardagur
28. oktober verður Álvur Holm úr
Hvalba 70 ár. Dagurin verður hildin
í HB-húsinum í Havn fríggjakvøldið
31. oktober kl. 19. Tey, ið ynskja
at halda dagin saman við Álvuri,
verða vinaliga biðin um at boða frá
á tlf. 229572 (Álvur), 223987 (Tórgerð)
ella á teldupost: alvur.holm@email.
fo í seinasta lagi 20. oktober. Verið
hjartaliga vælkomin.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 25. oktober fyllir Begga
Eiriksfoss, ættað av Sandi, búsitandi
í Havn 90 ár. Føðingardagurin verðu
hildin tann 25. oktober frá kl. 16:00
í Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10 A.
Øll eru vælkomin.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 18. okt. verður Ják
up Mikal Mikkelsen, Toftir, 90 ár.
Dagurin verður hildin í ítróttar
húsinum á Svangaskarði. Øll eru
hjartaliga vælkomin frá kl. 16.
75 ára føðingardagur
Mánadagin 20. oktober verður
Harry Jacobsen Toftir 75 ár. Dag
urin verður hildin fríggjadagin
24. oktober frá kl. 19.00 í húsinum
hjá Eldrafelaginum NÓN, Torvg. 2,
Saltangará.
70 ára føðingardagur
23. oktober fyllir Lena Jacobsen,
Selatrað, 70 ár. Dagurin verður
hildin leygardagin 25. oktober hjá
dóttrini, Mýrivegur 14, í Norðskála,
frá kl. 18.