hósdagur 16. oktober 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
O
fta hoyra vit, at tey sum
arbeiða í tí privata skapa
virðini, meðan tað almenna
er bara ein útreiðsla. Hetta er í
roynd og veru ein løgin hugburður
í einum landi, sum í heimshøpi
skarar framúr í vælferð, tryggleika,
javna, friði og eydnusemi, júst tí tað
privata og almenna ganga hond í
hond og byggja land.
Skal vinnan standa seg í kapp
ingini, skal hon hava atgongd til
skikkaða arbeiðsmegi, sum hevur
fingið dygdargóða skúlagongd og
útbúgving.
Skal vinnan standa seg í kapp
ingini, skal onkur taka sær av børn
um, gomlum og sjúkum, meðan fólk
eru til arbeiðis.
Skal vinnan standa seg í kapp
ingini, skulu fólk hava atgongd til
heilsuhjálp, um tey gerast sjúk, so
tey sleppa til arbeiðis aftur.
Skal vinnan standa seg í kapp
ingini, hevur hon brúk fyri ein
um støðugum og tryggum und
irstøðukervi, flutningstænastum,
reinum vatni, el-veiting og væl
útbúnum ráðgevum, løgfrøðingum,
verkfrøðingum, maskinmonnum,
leiðarum og handverkarum. Alt
økir, sum so ella so eru millum
útreiðslurnar á fíggjarlógini, antin
beinleiðis ella óbeinleiðis.
Norðurlond hava
kappingarfyrimun
Tað privata hevur brúk fyri, at
arbeiðsmegin, bæði kvinnur og
menn, er topp-tunað og hava tíð
at vera til arbeiðis í arbeiðstíðini,
so samfelagshjólini kunnu mæla
smidliga og lætt. Hetta er uppgávan
hjá tí almenna og privata at røkja
hond í hond.
Fremsti fyrimunurin á norður
lendska arbeiðsmarknaðinum eru
starvsfólkini, sum eru frísk (heilsu
verk), úthvíld (rætt til feriu og frí
tíð), upplýst og útbúgvin (skúli og
mentan). Vit liva ikki í ævigum ótta
fyri at gerast sjúk, gomul, óhjálpin,
við barn ella arbeiðsleys, tí vit vita,
at felagsskapurin tekur um endan,
um vit av onkrari orsøk gerast
óvirkin á arbeiðsmarknaðinum.
Vit kunnu kenna okkum trygg í
arbeiðstíðini, tí børn og eldri eru í
góðum hondum, og so fáa vit and
ligar og mennandi avbjóðingar í frí
tíðini gjøgnum miðlar, list, frítíðar-
og mentanartilboð.
Í øðrum londum eru hesar tæn
astur lagdar yvir á tann einstaka, á
arbeiðsgevaran ella á privat trygg
ingarfeløg, og ger hetta vinnulívið
stirvið og ófleksibult, meðan sam
feløgini eru ótrygg, ójøvn og óupp
lýst – alt slíkt, sum skalar kapp
ingarføri hjá landinum, og minkar
um møguleikan hjá tí einstaka at
skapa sær eydnuna og harvið eisini
hjá samfelagnum at gagnnýta tað
fulla menniskjaliga potentialið.
Hinvegin
skapar
trivnaður,
tryggleiki, fleksibilitetur og høgt
útbúgvingarstøði júst tann dyna
mikk og kappingarfyrimun, sum
eyðkennir vinnulívið í norður
londum, her ein og hvør hevur
møguleika at smíða sær eydnuna.
Hesi samfeløg, sum júst eru úrslit
av hundraðáragomlum samstarvi
millum fakfeløg, politisku skipanina
og arbeiðsgevarar – millum alment
og privat.
Almenn happing
Her í Føroyum tykist ofta sum, at
almenn starvsfólk eru friðleys –
tað er púra legalt at happa almenn
starvsfólk. Hendan primitiva happ
ing er kanska ætlað »mappudýrum«
sum »ganga og mala millum húsini
í kontórshavn« og »eru til arbeiðis í
inniskóm« meðan »tey bara skeiðast,
meðan onnur skapa« osv. – also
einum bólki, sum ongin kennir seg
aftur í. Og tí rakar og nívir hendan
happingin í roynd og veru øll tey
mongu, sum fara til verka hvønn
morgun í fólksins tænastu. Tey, sum
eru á fólksins lønarlista. Læraran,
námsfrøðingin, røktarstarvsfólkið,
apoteksfólkið, kavaruddaran hjá
Landsverki, verkfrøðingin hjá Sev,
handverkaran hjá kommununi,
læknaskrivaran,
brandmannin,
bókavørðin,
politistin,
læknan,
vaskikonuna
í
barnagarðinum,
málsviðgerðan og portørin. Fólk,
sum fara frá húsum hvønn dag
fyri at tæna fólki og vinnu í Føroy
um. Alt funktiónir, sum vit ikki
kunnu vera fyri uttan, um vit vilja
standa okkum í kappingini við
onnur lond, og um vit vilja styrkja
savningarmegi landins.
Tí summir starvsbólkar eru
ikki betri enn aðrir. Øll hava vit
eina ávísa uppgávu at røkja í sam
felagnum. Hvør einasta menniskja,
bæði innan privat og alment, brúka
sínar avmarkaðu livitímar upp á at
tæna heildini. Og tí hava øll eisini
krav upp á virðiliga viðferð og
sakliga umtalu.
Alment og privat
ganga hond í hond
tíðargrein
Rigmor Dam
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
Tað privata skapar virðini í samfelagnum, meðan tað almenna er bara ein
útreiðsla. Hetta hoyra vit javnan í almenna kjakinum. Men fortreytin fyri
einum sterkum og kappingarførum vinnulívi er ein væl rikin almennur geiri
við væl skikkaðum starvsfólki og fyrstafloks vælferðartænastum
Summir starvsbólkar eru ikki betri enn aðrir.
Øll hava vit eina ávísa uppgávu at røkja
í samfelagnum. Hvør einasta menniskja,
bæði innan privat og alment, brúka sínar
avmarkaðu livitímar uppá at tæna heildini
Rigmor Dam