hósdagur 16. oktober 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Umrøðan av sosiala
økinum seinastu tíðina
Tað hevur seinastu tíðina verið
sett spurnartekin við, hvørt Sam
bandsflokkurin, sum er ein sosialt
sinnaður flokkur, hevur gjørt nóg
mikið fyri at víðarimenna sosialu
økini í okkara samfelag og harvið
vælferðartænasturnar. Tá tosað
verður um vælferðartænastur ella
tey bleytu virðini, so fevnir tað í
hesum føri um Menta- og Útbúgv
ingarmál, Heilsumál og Almanna
mál.
Hesi øki fevna hvørt sær vítt
og peningurin verður býttur út á
eina røð av endamálum, virksemis
økjum o.a. Ein sakligur háttur at
undirbyggja og objektivt prógva
hvørt samgongan og Sambands
flokkurin, sum partur av sama,
hava latið meira peningaligt til
feingið til hesi øki og harvið styrkt
tey, er m.a. at vísa á tær útreiðslur,
sum eru játtaðar síðan 2008, tá
Sambandsflokkurin tók við land
sins leiðslu.
Gongdin í sosialu
útreiðslunum
Sambandsflokkurin hevur gjørt
eina roknskapargreining og upp
seting av útreiðslunum á sosiala
økinum, sí talvuna niðanfyri um
vøksturin í sosialu útreiðslunum.
Árini Sambandsflokkurin hevur
sitið við landsins leiðslu koma
rakstrarjáttanirnar til Menta- og
Útbúgvingarmál,
Heilsumál
og
Almannamál at hækka tilsamans
við heili 582 mió. kr., íroknað
Heilsutrygd uppá 150 mió.kr.
Tey seks árini Sambandsflokk
urin hevur sitið við landsins leiðslu
koma rakstrarjáttanirnar til Menta-
og Útbúgvingarmál, Heilsumál og
Almannamál at hækka tilsamans
við heili 582 mió. kr., íroknað Heilsu
trygd uppá 150 mió.kr.
Í 2009 vóru hesi øki 72,6% av
rakstrinum av samlaðu fíggjarlógini
(frároknað løgur) og í 2015 verða
hesi øki heili 79,6% av fíggjarlógini,
eftir at vit seinastu árini hava upp
raðfest hesi øki.
Vælferðarútreiðslurnar
eru
hækkaðar skjótari ella líka skjótt
sum vøksturin í samlaðu útreiðsl
unum á fíggjarlógini fyri tíðar
skeiðið 2009-FLU2015. Eitt greitt
prógv um, at Sambandsflokkurin
hevur verið við til at uppraðfesta
og viðlíkahalda sosiala økið.
Harafturat koma løgur fyri
nógvar hundraðtals milliónir til
m.a. Skúladeplin við Marknagil
og um- og útbyggingar av Lands
sjúkrahúsinum. Tilsamans verða
fyri tíðarskeiðið 2008-2015 gjørdar
íløgur fyri um leið 1,2 milliardir kr.á
sosiala økinum.
Hetta eru sosial tøl, sum tala sítt
greiða mál - sí talvuna.
Hvar eru útreiðsluhækking
arnar ítøkiliga brúktar til?
Hækkaðu játtanirnar eru brúktar
til fylgjandi:
• Lønarhækkingar
• Betran av verandi tænastum og
veitingum
• Nýggjar tænastur og veitingar
Sosialu tænasturnar eru nógv ment
ar seinastu árini, men tað hevur
eisini havt við sær, at hetta økið
er vorðið sera útreiðslukrevjandi,
bæði tá talan er um rakstur, lógar
bundnar útreiðslur og íløgur. Al
menna vælferðarskipanin er av
tí sama komin undir serligt trýst
orsakað av hallinum á fíggjarlógini
o.a.
Sambandsflokkurin kann vísa
á nøkur av teimum málum, sum
tey seinastu árini eru loyst ella
sum arbeitt verður við á sosiala
økinum:
Rakstur og tænastur
• Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk
samtykt - nýskipan um rúmligan
arbeiðsmarknað
• Barnaverndarlógin dagførd við
m.a. herdari fráboðanarskyldu
• Heildarætlan at fyribyrgja og
steðga harðskapi í parlagi og
nærsambondum. Heildarætlani
verður
víðka
til
eisini
at
fevna
um
fyribyrgjan
av
kynsligum ágangi og viðgerð av
seinaárinum.
• Barnahús til børn, ið eru útsett
fyri kynsligum, fysiskum og
sálarligum harðskapi
• Barnaumboð sett á stovn
-
sambært
kravi
í
ST
barnarættindasáttmálanum
• Barnabati økta játtan til "Tú og eg
ráðgevingina"
• Sorgarbólkurin Berin økta játtan,
soleiðis at børn, ið hava mist
teirra foreldur kunnu fáa stuðul
og linna.
•
Stuðul
til
Fouintain
Hús
verkætlan, sum arbeiðsrættað
tilboð til fólk við sálarsjúku
•
Økt
játtan
til
heimleys/
hitastovuna á Herberginum
• 250 tús. kr játtaðar til kvinnuhúsið
til
m.a.
sálarliga
hjálp
og
ráðgeving.
• Lóg um heimatænastu og
eldrarøkt v.m.
• Lóg um kommunalt samstarv
um heimatænastu og eldrarøkt
v.m.
• Lóg um ávís starvsfólkaviðurskifti,
tá heimatænastan, eldrarøktin
v.m verður løgt til kommunurnar
at umsita
•
Rehabilitering,
endurmenningarstova sett á
stovn í Eysturoynni
• 6,8 mió játtaðir til endurmenning
á Almannaverkinum
• Dagtilboð til fólk við dements í
Fuglafirði og Vági
• 15 mió.kr játtaðar eyka til
eldraøkið í ár
• Virknis- og umlættingardepil á
Sandi
• Ættleiðingarstuðulin hækkaður
við 25 túsund upp til 100 túsund
krónur
•
Strika
mótrokningina
millum
hjúnarfelagar
fyri
fólkapensjónistar,
sum
eru
giftir við einum, sum ikki er
fólkapensjónistur
• Álit "Ein hurð" endurskoðan
av tilboðum til børn, ung og
familjur við serligum tørvi
• Lóg um uppihald á stovni o.l. er
strika, so fólk fáa pensjón og
gjalda fyri tænastur, heldur enn
at fáa lummapening
• Eldraøkið lagt út til kommunurnar
at umsita frá 1. jan. 2015
Løgur og keyp av
bygningum
• Depil til børn og ung við fjøl
brekað, sum verður tikin í nýtslu
í ár
• Vardir bústaðir til fólk við ser
ligum avbjóðingum, sum standa
lidnir í 2015 í ávikavist Eystur
oynni og Norðoyggjum.
• 16 íbúðir til fólk við sálarsjúku,
sum standa lidnar í ár
• Stuðul til røktarheims pláss
í Vági, Klaksvík, Tórshavn og
Vestmanna
• Stuðul til umvæling av røktar
heiminum á Sýnuni
• Peningur er settur av á fíggjar
lógini til ung við serligum av
bjóðingum í Tórshavn
• Skúladepilin við Marknagil, Tórs
havn
• Um- og útbyggingar av Lands
sjúkrahúsinum
• Um- og útbyggingar av Tekniska
Skúlanum í Klaksvík
• Um- og útbygging á Kambsdali
Hetta prógvar svart uppá hvítt, at
vælferðarøkið er eitt av Sambands
floksins politisku hjartamálum.
Vit eiga altíð at raðfesta soleiðis
og arbeiða fyri, at játtanirnar fara
til tær kjarnutænastur, sum skulu
veita borgarunum ein betri dag
ligdag, og har sum tørvur veruliga er
á betringum. Tvs. at játtanirnar eiga
Sosialpolitikkur:
Vælferðin hægstu
raðfesting
tíðargrein
Kaj Leo Holm Johannesen
Formaður Sambandsfloksins
Vøkstur
í
sosialu
útreiðslunum
R2009
-
FLU2015
Vælferðarøkið
Vøkstur
R09-FLU15
Í%
Løgur,
R08-FLU15
Menta-‐
&
Útbúgvingarmál
118
mió.kr.
20%
601
mió.kr.
Heilsumál
213
mió.kr.
29%
403
mió.kr.
Almannamál
251
mió.kr.
16%
169
mió.kr.
Tilsamans
582
mió.kr.
18%
1.173
mia.
kr.
Samlaðar
útr.
á
FL
439
mió.kr.
11%
Viðmerking:
Heilsumál
eru
íroknað
heilsutrygd
‐
Nýggja Landssjúkrahúsið
Skúladepilin við Marknagil
i