hósdagur 16. oktober 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
at røkka heilt út til endabrúkaran,
sum veruliga kann merkja tær
betringar, sum verða gjørdar.
Hesi mál vórðu partur av tí, sum
Sambandsflokkurin í valskránni
gav lyfti um at loysa í hesum val
skeiðnum.
Víðarimenning á
sosiala økinum
Nú eldraøkið verður flutt til komm
unurnar av umsita, vil ein og sami
myndugleiki loysa uppgávurnar og
eisini hava fíggjarligu ábyrgdina.
At tænasturnar verða loystar í
nærumhvørvinum eigur at hava við
sær, at tænastan til borgaran gerst
dygdarbetri og skjótari. Ætlanin er
at umleið 390 mió.kr. fylgja við frá
landinum til kommunurnar til at
umsita eldraøkið.
Peningurin er settur av á fíggj
arlógaruppskotinum fyri 2015 til
endurvenjing og við hesum verður
nú tikið eitt fyrsta fet rætta vegin.
Endurvenjing eigur at samskipast
betur, men fyrst og fremst eru
tað tey, sum fáa endurvenjing á
Landssjúkrahúsinum, sum skulu
hava enn meira endurvenjing. End
urvenjing er ein týðandi táttur at
hjálpa fólki at fáa eitt virðiligt og
eftir umstøðunum sjálvstøðugt lív,
eftir skaða- og sjúkratilburð.
Á Sernám verða bíðitíðirnar til
sálarfrøðiligar kanningar og eyg
leiðingar styttar úr í miðal einum
ári í 3 mðr. - ein sálarfrøðingur
verður settur í starv afturat.
Tímajáttanin til serligan tørv í
skúlunum hækkar eisini nakað.
Skúlatilboðini á Rásini verður
eisini uppraðfest í skipaðum sam
starvi millum Mentamálaráðið og
Almannamálaráðið, har Menta
málaráðið tekur sær av skúlapart
inum og Almannamálaráðið tekur
sær av búð- og frítíðartilboðnum.
Almannamálaráðið hevur sett 1
mió. kr. av til Rásina og játtanin hjá
Mentamálaráðið er eisini hækkað.
Málið er at taka næmingar inn á
Rásina á hvørjum ári.
Ein flokkur afturat innan au
tismuøkið byrjar á miðnámi kom
andi summar.
Og 1,2 mió. kr. eru settar av til
onnur miðnámsskúlatilboð (breytir)
til ung við serligum avbjóðingum.
Hetta kunnu vera næmingar sum
pendla ímillum rásina og miðnáms
skúla ella næmingar sum búgva
heima og ganga í skúla ella næmingar,
ið búgva í øðrum búfelagsskapum.
Við øðrum oðrum verða skúla
tilboð til ung við serligum tørvi
umraðfest í fíggjarlógaruppskot
inum 2015 við 1,9 mió í MMR og 1
mió í AMR. Dentur verður í øllum
førum lagdur á, at talan skal verða
um heildartilboð, har búð- og frí
tíðartilboð hanga saman.
Sambandsflokkurin
garanturin fyri vælferðini
Eftir sosialu tølunum at døma og
teimum ítøkiligu verkætlanum,
sum eru vorðar til veruleika og
eisini í mun til tað, sum er sett út
í kortið, so er tað ongin ivi um, at
tað verður Sambandsflokkurin,
sum kann borga fyri, at vælferðin
verður hildin viðlíka og ment kom
andi árini.
Sosiala menningin verður eisini
best tryggja
og ment m.a.
gjøgnum ein ríkisfelagsskap, sum
kann verða við til at veita okkum
tann búskaparliga vælstand og
tryggleika, sum øll í Føroyum hava
tørva á og ynskja.
kjak
Altjóða sálarheilsudagur
Sirið Stenberg
Tjóðvedi
Tann 10 oktobur er útnevnd
ur at vera altjóða sálarheilsu
dagur. Ein dagur har vit
varpa ljós á sálarheilsuna,
umstøður hjá sálarsjúkum,
fyribyrging, viðgerð o.s.fr.
Tað er gott, at vit hava slíkar
dagar, so vit kunnu vera mint
á sálarheilsuøkið og soleiðis
steðga á og geva okkum
far um lívið við sálarsjúku,
og hvørji árin hetta hevur.
Og ikki minst hvat vit øll
kunnu gera fyri at betra um
umstøðurnar hjá fólki við
sálarligum trupulleikum.
Sálarsjúka rakar breitt og
tykist vera vaksandi. Annar
hvør er avvarðandi verður
sagt. Sjálv eri eg av tí áskoðan,
at vit øll eru avvarðandi, tí
vit varða øll av hvør øðrum.
Vit hava bæði eina samfe
lagsliga, menniskjaliga og et
iska skyldu at taka hond um
hvønn annan.
Søguliga hava vit ikki
verið dugnalig at tikið okkum
av sálarsjúkum. Í stóran mun
hava hesi fólk livað undir
vána korum, annaðhvørt í
útlegd ella meira ella minni
goymd burtur her hjá okkum.
Og ofta bæði goymd og
gloymd. Tíbetur eru glottar
at hóma og psykiatriin tykist
vera í blóma. Heim vera bygd
til sálarsjúk, fleiri øki hava
økispsykiatri, Fountain hús
er komið og barnapsykiatari
er settur. Og fokus er nú á,
at sálarsjúka ikki nýtist at
vera kronisk, og at góðir
møguleikar eru bæði at koma
seg aftur, og at fáa tað betri.
Hetta er vitan, sum gevur
vón.
Fólk við sálarsjúku hava
upplivað, og upplivað nokk
enn at vera stigmatiseraði og
kanska eisini útihýst. Hetta
kemur týðiliga til sjóndar, tá
ið sálarsjúk siga sína søgu.
Og tíbetur eru tað fleiri og
fleiri fólk við sálarsjúku, sum
siga sína søgu. Tað kunnu og
skulu vit læra av. Við opin
leika og kunning kunnu vit
øll blíva klókari, og læra okk
um at handfara støðuna so
leiðis, at vit megna at rúma
hesum søgum. Harvið kunnu
hesar søgur gerast søga. Tí
hvat kann vera verri enn
stigmatisering og isolatión
omaná tað at hava sálarligar
trupulleikar. Tað kann bara
gera støðuna verri. Undir
vísing og almenn kunning
eru her lyklaorð, og her ger
Sinnisbati eitt stórt og neyð
ugt arbeiði.
Sálarheilsan má fáa sama
status,og somu rúmd, sum
likamliga heilsan. Skjót og
góð hjálp má vera øllum í
boði. Her eiga vit til dømis
at arbeiða fram móti eini
psykiatriskari
skaðastovu,
so til ber at fáa hjálp her og
nú. Somuleiðis má økispsyki
atriin styrkjast kring landið.
Tað kann ikki góðtakast, at
vit hava økir í landinum har
sálarsjúk so at siga onga hjálp
fáa. Ofta er støðan so vánalig,
at hesi menniskju als ikki
megna at ferðast til Havnar
at fáa sær hjálp. Hjálpin má
út til hesi menniskju. Tað eru
heilt víst fólk í okkara landi,
sum als ikki fáa rætta og
nøktandi hjálp. Hetta ger, at
hesi menniskju harvið missa
ein stóran part av sínum lívi
og lívsgóðsku, og liva í tí eg
vil kalla í sálarligari armóð.
Somuleiðis eigur fyribyrging
av trupulleikum hjá ungum
og sálaligt arbeiðsumhvørvi
øki, ið eiga at fáa størri ans
framyvir.
Vónandi verður økispsyki
atriin útbygd nú fólk, sum
hava havt fastan bústað á
psykiatriska deplinum flyta
í sambýlið, og orka harvið
verður tøk innan psyki
atriina. Tað skal vera mín vón
og mítt ynski, at peningur
ikki verður spardur á hesum
øki, men verður brúktur til
at seta á stovn tær tænastur
vit í dag akutt standa og
mangla.
Somuleiðis eigur eitt mið
víst arbeiði at vera gjørt fyri
at fáa skipaða kreppuhjálp
kring landið. Tíverri raka
vanlukkur og skakandi til
burðir við jøvnum millum
bilum. Í nøkrum førum eru
avleiðingarnar
so
mikið
álvarsamar,
at
sálarlig
kreppuhjálp er neyðug. Men
tíverri er hetta alt ov óskip
að og tilvildarligt. Í nøkrum
førum er als ongin kreppu
hjálp at fáa. Hetta eiga og
kunnu vit gera betri. Tí eitt
er víst. Álvarsliga traumati
serandi hendingar kunnu
seta so djúp spor, at alt lívið
verður merkt av tí og lívs
leiðin darvað. Tað kunnu vit
gera nakað við.
Tað er vísindaliga staðfest,t
at fólk við sálarsjúku hava
lægri
miðallivialdur
enn
onnur. Munurin er skelkandi.
Fólk við sálarsjúku liva í mið
al upp til 20 ár styttri enn
onnur. Hetta er álvarsmál av
teimum heilt stóru og krevur
at vera tikið í størsta álvara.
Her mugu munagóð tiltøk
setast í verk. Vit kunnu ikki
góðtaka at missa borgarar í
góðum árum, men gera hvat
vit kunnu fyri at betra um
hetta.
Samanumtikið eru nógv
tøk tikin, sum vit veruliga
skulu gleðast um, men enn
er langt á mál. Meira vit fáa
lýst støðuna betri blíva vit
før fyri at skapa batar. Tí má
ljóskastarin áhaldandi setast
á sálarheilsuna. Í okkara
samfelag skal ongin vera
goymdur og gloymdur.
Góðan sálarheilsudag
Fyrst av øllum fari eg at
takka fyri, at eg var boðin
við til framløguna á Hotel
Føroyum um Flogoynna, sum
bæði var djørv og spennandi
við frískum íblástri, og sum
Jóannes sjálvur sigur, so
vóru ymiskar meiningar um
hesa framtíðarverkætlanina.
Tað vil so vera!
Hinvegin síggi eg ídag 15.
oktober í eini samrøðu, sum
Sosialurin gjørdi við hann,
at Jóannes sigur orðarætt: “ ...
Men søgan úr Norðoyatunli
num má bara ikki endurtaka
seg, har man ikki visti, hvat
grótið úr tunlinum skuldi
brúkast til og tí bara vippaði
tað á sjógv í Klaksvík”.
Hetta er bæði skeivt, og
harafturat haldi eg tað vera
burturvið og óneyðugt at
brúka í eini tílíkari samrøðu.
Tá
Miðbýarætlanin
í
Klaksvík varð gjørd í 1987/88,
og samstundis var farið at
tosa um ætlanina fyri Norð
oyatunnilin, lá nevniliga í
kortunum, at grótið úr Norð
oyatunlinum skuldi brúkast
til at fylla út “niðri á Sandi,
sum vit málbóru okkum í
samband við Miðbýin.
Hetta var sostatt við í
verkætlanini. Longri er tann
søgan ikki.
Hervið vóni eg at hava
fingið hetta uppá pláss yvir
fyri vinmanninum Jóannesi.
Stutt rættleiðing til arkitektin
Jóannes Petersen
Jógvan við Keldu
. . . Vælferðin hægstu raðfesting
Framhald av síðu 15