hósdagur 16. oktober 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 17. oktober 2014 · Nr. 118
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Heystfagnaður var fyrireik
aður í fjør, men av ymsum
orsøkum var hann avlýstur.
Í staðin verður lagt til brots
í ár.
Byrjað verður hóskvøldið,
tá eitt fyrilestrarkvøld verður
fyriskipað.
– Byrjað verður klokkan
19.30, tá Rasmus Joensen,
eiðismaður, sum er fluttur
til Havnar, fer at hugleiða
um seyðahald og fjallgongu
á Eiði fyrr. Síðani fer Bergur
Hanusson, djóralækni, at
greiða eitt sindur frá seyða
sjúkum, og at enda verður tað
Mortan Johannesen, gastro
nomur, ið fer at tosa um
gastronomi og landbúnað,
sigur Áki Leitisstein Hansen,
trivnaðar- og ferðavinnu
mennari í Eiðis kommunu.
Til fyrilestrarkvøldið hós
kvøldið fer Sissal Grækaris
dóttir Magnussen at syngja
og spæla.
– Fríggjadagin verður pall
borðsfundur, har evnið verð
ur »Privatisering av lands
jørðini«. Við pallborðið fara at
sita Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í landbúnaðar
málum, Bill Justinussen frá
Miðflokkinum, Bjørt Sam
uelsen frá Tjóðveldi og Helgi
Abrahamsen frá Sambands
flokkinum.
Hetta er fyri at fáa tveir
politikarar, sum eru fyri
privatisering og tveir, sum
eru ímóti. Hartil koma tveir
festarar, Jóhan Thomsen av
Eiði og Regin Borðoy millum
Fjarða at sita við pallborðið,
sigur Áki Leitisstein Han
sen.
Talan um at privatisera
landsjørðina
hevur
verið
frammi
í
seinastuni,
og
áhugin er rættiliga stórur
fyri hesum evni, so roknað
verður við, at væl at fólki
fer at møta til júst hetta til
takið.
– Pallborðsfundurin byrj
ar klokkan 18, og tað verður
Jón Brian Hvidtfeldt, sum
verður orðstýrari, sigur Áki
Leitisstein Hansen.
Fríggjakvøldið endar í EB-
húsinum, har Elis Poulsen
fer at senda »Upp á tá« bein
leiðis.
Drúgvur leygardagur
Leygardagurin verður pakk
aður við einari rúgvu av til
tøkum.
– Lagt verður fyri klokkan
10 við einari seyðasýning
millum hagapartarnar. Hetta
er tann árliga seyðasýningin,
sum í ár verður hildin sum
partur av Heystfagnaðinum,
sigur Áki Leitisstein Han
sen.
Heystfagnaðurin
er
í
stóran mun um seyðahald,
so tað er bara náttúrligt, at
so nógv um júst tað evnið er
við á døgunum.
– Frá klokkan 14 til 16
verða so nakrir fyrilestrar,
og tann fyrsti klokkan 14
verður við Nicolinu Jensen
Beder, sum fer at greiða frá,
tá hon sum 82 ára gomul
byrjaði at kanna um seyðir,
ull og tøting kring landið.
Tað endaði jú við einari bók,
ið nevnist júst tað, sigur Áki
Leitisstein Hansen.
Síðani fer Eyðfinn Magn
ussen at greiða frá hagtøl
um um haruveiði, ið hann
hevur savnað seinastu árini,
áðrenn Jóhann Jógvansson
fer at greiða frá um festið á
Dúvugørðum í Saksun, sum
umframt at vera ein bónda
garður eisini hevur forn
minnissavn og ferðavinnu.
Magnus á Stongum fer at
spæla tónleik undir og eftir
fyrilestrarnar.
– Samstundis, millum 14
og 16, verður eisini skipað
fyri nøkrum tiltøkum fyri
børn. Nøkur lokal fólk fara
at siga søgur um, hvussu
tey upplivdu fjallgongu og
seyðafletting fyrr í tíðini.
Eisini verður sýnt børnum,
hvussu flett verður. Hetta
fer fram í bygdarsavninum,
Látrinum, sigur Áki Leitis
stein Hansen.
Kappingar
Millum klokkan 13 og 14 verð
ur ein kúgv flett av lokalum
monnum.
– Hetta verður gjørt, fyri
at børn, og eisini vaksin,
kunnu síggja, hvussu slíkt
fer fram, tí tað er ikki hvønn
dag, at børn og vaksin síggja
slíkt, sigur Áki Leitisstein
Hansen.
Gjøgnum
dagin
verða
eisini ymiskar verkstovur
børn, har tey læra um, hvussu
seyðalívið var fyrr og nú.
– Skipað verður eisini
fyri flettikapping, har vit
vónandi fáa seks luttakarar.
Teir kappast so í einum inn
leiðandi umfari og so skulu
vit fáa tveir at kappast í
einari finalu, sigur Áki Leitis
stein Hansen.
Flett verður upp á gamla
mátan.
– Tað verður flett á borð
um, og tað skal tummast,
skerast niður fyri, vilini
skulu dragast og alt skal
gerast sum áðrenn krovini
vórðu hongd upp og alt tikið
innan úr í einum, sigur Áki
Leitisstein Hansen.
Undir
kappingini
fara
Sámal Ravnsfjall, Signar í
Homrum og Hanus G. Johan
sen at spæla, og eisini fer
Døgg Nógsgjógv at syngja.
Seinni verður so ein rulli-
og kjøtpylsukapping, har
kvinnurnar melda seg til við
rulli- og kjøtpylsu.
– Síðani verða smakk
royndir givnar til tey vitj
andi, sum síðani stemma
um, hvørjar pyslur tey halda
smakka best. Samlaða talið
verður so vinnari, sigur Áki
Leitisstein Hansen.
Serligar framsýningar
Heystfagnaður fer fyri tað
mesta fram í gamla bygdar
partinum í neystum og í
bygdarsavninum niðri móti
havnini.
– Serliga framsýningar
verða við Siri hjá Árna Bratta
berg, sum fer at sýna fram
Pál-troyggjur, og sølan av
teimum fer so til Langhylin í
Vági. Sniávlsdóttir fer at sýna
fram troyggjur og húgvur,
og Fríðgerð í Líð fer somu
leiðis at sýna fram á sølu
framsýning tað, sum nevnist
FÍL framleiðsla, sigur Áki
Leitisstein Hansen.
Skipað
verður
síðani
fyri seyðauppboðssølu út á
kvøldið, og so verður leygar
dagurin rundaður av við
dansi, har lokalar kreftir fara
at hita upp, meðan LM-band
fer at standa fyri dansinum,
sum varar út á náttina.
Sunnudagin verður so
morgunmøti og gudstæn
asta.
– Seinasta tiltakið verður
sunnudag
seinnapart,
tá
skipað verður fyri gongutúri
runt Eiðisvatn, har greitt
verður frá seyðahaldi og
landbúna kring vatnið, sigur
Áki Leitisstein Hansen.
Hann minnir á, at øll eru
hjartaliga vælkomin á Heyst
fagnað á Eiði.
– Hetta er fyrstu ferð, vit
skipa fyri Heystfagnað á
Eiði, og øll eru vælkomin, og
alt er ókeypis. Tað einasta
fólk skulu gjalda fyri, er
tann matur og drekka, tey
keypa, sigur Áki Leitisstein
Hansen, trivnaðar- og ferða
vinnumennari í Eiðis komm
unu.
tíðindi
Hendingaríkur heystfagnaður
Fyri fyrstu ferð skipar Eiðis kommuna fyri einum heystfagnaði, og nógv áhugavert
er á skránni. Byrjað verður longu hóskvøld og hildið fram til sunnudag.
Áki Leitisstein Hansen,
trivnaðar- og ferðavinnu
mennari í Eiðis kommunu